týsdagur 24. juli 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 140 - 24. juli 2007
Ólavsøka á Bryggjuni
Sum vant verður ólavsøkan aftur í ár eisini hildin á Norðuratlands
Bryggjuni í Keypmannahavn. Tiltakið er 28.- og 29. juli, og er nógv
ymiskt á skránni báðar dagarnar. Tónleikur, røður, listaframsýning
við Zacharias Heinesen, gandakallur vitjar, felagssangur, føroyskur
dansur, dansur og útvarping av kappróðrinum eru bert nøkur av
teimum mongu tiltøkunum, sum eru á skránni ólavsøkudagarnar.
Ólavsøkan á Bryggjuni byrjar leygardagin kl. 14 og endar
sunnudagin kl. 19. 27. juli verður tó tjóvstarta, tá Týr hevur konsert.
Á heimasíðuni hjá Bryggjuni – www.bryggen.dk/ – sæst skráin fyri
ólavsøkuna í danska høvuðsstaðnum.
Rumlustrípur í Kaldbakk
Arbeiði við at gera rumlustrípur inn eftir Kaldbaksvegnum byrjaði
mánamorgunin. Rumlustrípur eru smá hol, ið gera, at tað fer at larma
og ristast inni í bilinum, tá ið koyrt verður á tær. Rumlustrípurnar
verða fresaðar niður í mið- og síðulinjurnar á vegnum. Kanningar í
Danmark vísa, at rumlustrípurnar minka upp til 80% av vanlukkum,
har fólk eru sovnaði og farin annaðhvørt út av vegnum ella á skeiva
breyt. Í gjár og í dag var arbeitt á strekkinum millum rundkoyringina
við Føroya Tele og Sandvíkarhjalla. Mikudagin ella hósdagin verður
væntandi fari inn til Kollafjarðartunnilin, og so verður arbeitt millum
tunnilin og Sund.
Í lesarabrævi í dag
sins blað fagnar
Mogens Tilsted
Christensen fagnar
G! Festivalinum og
sigur hann, at tiltakið
í Gøtu um vikuskiftið
er eitt fyrstafloks
dømi fyri verðsliga
ungdómin
G! FESTIVALUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í prædiku síni um viku-
skiftið, umrøddi presturin í
Norðstreymoyar
presta-
gjaldi,
Mogens
Tilsted
Christensen G! Festivalin,
har hann rósti og fagnaði
festivalinum, sum tá illa
nokk var av.
Í lesarabrævi í dagsins
blað, tekur Mogens Tilsted
Christensen tráðin uppaftur
úr prædiku sínari og heldur
áfram við fagnaðinum av
G! Festivalinum. Hann sam-
anber G! Festivalin við
stóra festivalin í Danmark,
Roskilde
Festivalin,
og
fegnast um, at hesir báðir
ikki líkjast.
»Rockfestivalen
(t.e.
Roskilde
Festivalurin,
blðm.) er ikke noget godt
eksempel på for Færøernes
ungdom, der netop lige har
afholdt sit eget store og
vellykkede G-festival. Til-
lykke med dette arrange-
ment, der på ingen måde
ligner Roskilde druk- og
hor-festival«, skrivar Mog-
ens Tilsted Christensen mill-
um annað í lesarabrævinum
sínum, sum kann lesast í
fullari longd á blaðsíðu 13
dagsins blað undir heitinum
»G-festival og alkoholens
forbandelser!«
G! er best
Mogens Tilsted Christensen
sigur eisini, at G! Festival-
urin átti av røttum at ligið
sum nummar eitt á einum
lista av vælfyriskipaðum
tiltøkum.
»Den burde være en
førsteplads som nr. 1. Den
afholdte festival var et præ-
eksemple for den verdslige
ungdom, og dem skal der
nu engang også være noget
for og være plads til«, skriv-
ar
presturin
í
Norð-
streymoyar prestagjaldi, og
vísir til løgregluna, sum
hevði millum lítið og einki
at gera dagarnar, G! Festi-
valurin vardi.
Fyrsta
plássið,
sum
Mogens Tilsted Christensen
sipar til, og sum G! Festi-
valurin eftir hansara tykki
átti at fingið, er á einum
lista, sum tónleikablaðið IQ
hevur gjørt. IQ er eitt blað
hjá ILMC, sum er stytting
fyri
International
Live
Music Conference, og ber
tað orð fyri at vera ein av
týdningarmestu altjóða tónl
eikavinnufelagskapunum.
Tað er sjálvur blaðstjórin,
Greg Parmley, sum hevur
skrivað greinina, og á ein-
um lista yvir bestu festival-
arnar í Evropa kemur G!
Festivalurin inn á eitt annað
pláss.
Nummar
eitt
gjørdist
Roskilde Festivalurin, sum
sambært Mogens Tilsted
Christensen er ein drukk-
og hor-festivalur, og sostatt
ikki ein góð fyrimynd fyri
føroyskan ungdóm.
Prestur
fagnar
G!
Mogens Tilsted
Christensen heldur,
at føroyingar sjálvir
eiga at avgera, um
teir vilja keypa vín
og rúsandi drykkir í
matvøruhandlunum.
– Íbúgvarnir í
Føroyum eru ikki
barnagarðsbørn,
sum ansast skal eftir,
sigur hann
RÚSDREKKA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Mogens Tilsted Christen-
sen, prestur í Norðstreymoy,
kemur við einum rættiliga
óvæntaðum úttalilsi í les-
arabrævi í dagsins blað.
Hann skjýtur beinleiðis
upp, at tað í Føroyum eig-
ur at vera frí rúsdrekka-
søla.
»Alle, som vil have alko-
hol, kan købe det i luft-
havne, i flyet, på færgerne,
i Danmark og mange andre
steder til det halve af den
overpris, der skal betales i
monopolbutikkerne. Hvor-
for skal færinger være und-
erlagt et overformynderi
på den måde«, spyr Mog-
ens Tilsted Christensen.
Hann umrøður rúsdrekka-
sølurnar sum »overfor-
mynderi«, og setir spurnar-
tekin við, um tær hava
nakað sum helst at gera í
einum
vælútbúnum
og
modernaðum
Føroyum,
sum hann tekur til.
»Den færøske befolk-
ning er ikke en flok børne-
havebørn, der skal over-
våges og kontrolleres. Fær-
øerne er i dag er et vel-
fungerende og oplyst sam-
fund bestående af selv-
stændigt tænkende menn-
esker.
Lad det færøske folk
selv bestemme, om de vil
købe vin og alkoholiske
drikke i supermarkederne,
lad dem gøre deres egne
erfaringer og lære heraf.
Alkoholforbud
skaber
flere alkoholskader«, sigur
altso
Mogens
Tilsted
Christensen, prestur.
Í sama lesarabrævi slær
Mogens Tilsted Christen-
sen tó fast, at ungdómur,
festivalar og rúsdrekka er
ein vandamikil samansjóð-
ing, og presturin sigur eis-
ini, at tað er eingin orsøk
til at taka alkohol í for-
svar.
Ynskir fría rúsdrekkasølu
Mogens Tilsted Christensen,
prestur í Norðstreymoy, ynskir
fría rúsdrekkasølu í Føroyum
savnsmynd
Mogens Tilsted
Christensen heldur at G!
Festivalurin er betri enn
Roskilde Festivalurin, sum
er ov nógv merktur av
drukk og hor
Mynd: Sunva Ey. Lassen