týsdagur 24. juli 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
)
Einar Martin Jacobsen, 16 ár
– Fyrst og fremst haldi eg, at
ólavsøkukonsertin er ein góð
upphiting til ólavssøkuna.
Á ólavsøkuni haldi eg, at
kappróðurin er tað størsta. Nú
rógvi eg sjálvur, so eftir róðurin
fari eg at njóta tað og ein túr í
býin at drekka eitt sindur.
Karla Isaksen, 16 ár
– Eg havi bara verið einaferð á
ólavsøku, og tað var, tá ið eg var lítil.
Tað er nokk tann mest spennandi
kappróðurin sum er, og har fara nógv
fólk at hyggja. Virkar sum eitt sera
hugnaligt tiltak, og fari møguliga í ár.
Havi ikki havt nakran at sova hjá, og
tí havi eg ikki verið har. Um eg fari,
so fari eg at hyggja at kappróðri og
kanska ein túr á ólavsøkukonsertina.
Birgir og Linda Carlsson
- Hon skal arbeiða um
ólavsøkuna, og saman skulu
vit í tveir føðingardagar. Vit
fara ein túr í býin at heilsa
uppá vinir og kenningar.
Okkum dámar væl hugnan og
samveruna, men vit halda at
alt ov nógv rúsdrekka fer fram
á ólavsøku.
Marjun í Kálvalíð
Hvat er tað villasta, tú hevur gjørt á ólavsøku?
Tað villasta eg havi gjørt er helst at renna 5 km á ólavsøku
2005, puha!!!
Hvat gert tú eftir midnátt á ólavsøku?
Eftir miðnátt er vanligt at syngja við, vála oman eftir og
niðan eftir, práta við fólk, ella at sita gott inni hjá vinfólki
og práta og syngja.
Hvat gott skoritriks hevur tú til ólavsøkuna?
a) at halda seg rímuliga edrúuan (eingin tímur at fáast við
ein sum er skít)
b) ikki lukta av gomlum sprutti og junkfood (tað er ólekkurt)
c) síggja presentabul út, bæði í sinn og skinn.
Jóannes Brøðraberg
- Fínt tiltak fyri allir aldursbólkar, sum
sjálvir sleppa at avgera, hvussu ólavssøkan
skal haldast. Sjálvur fari eg til kappróðurin,
túr við familjuni, vinum og kenningum.
Seinni á kvøldi gongur leiðin oman í býin.
Sjálvur haldi eg, at ólavsøkan hevur tørv á
fleiri tiltøkum. Fleiri básar, sum hava størri
vinningar og ikki bara selja hotdogs.
Jákup Veyhe
Hvat er tað villasta, tú hevur gjørt á
ólavsøku?
Tikið ein blund inn ímillum hevur man nokk,
tvætl. Stolið poppkorn!
Hvat gert tú eftir midnátt á ólavsøku?
Veit ikki.
Hvat gott skoritriks hevur tú til ólavsøkuna?
Nú havi ikki skorað á ólavsøku, so tað dugi
eg ikki at siga tær.
Útgevari:
Sosialurin
Samskipari:
Theodor E. D. Olsen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen
Magnus Gunnarsson
Heini í Skorini
Leo Poulsen
Jákup Mørk
Finnur Johansen
Dorit Hansen
Sunva Lassen
Óli Jacobsen
Pætur Albinus
Niels Uni Dam
Petur Háberg
Theodor E. D. Olsen
Heri á Rógvi
Teitur Joensen
Gunn W. Reinert
Jan Müller
Myndir:
Sunva Lassen
Álvur Haraldsen
Lýsingarfólk:
Gudny Langgaard
Umbróting:
Sosialurin
Prent:
Dansk AvisTryk a/s
Hallur Samuelsen, 18 ár
- Nú eri eg úr Suðuroy, men mær dámar væl
at koma ein túr at hyggja at kappróðri og tosa
við vinir og kenningar. Kappróðurin ger munin á
einari stevnu.
James Olsen
Hvat er tað villasta, tú hevur gjørt á
ólavsøku?
Svomið í Havnará.
Hvat gert tú eftir midnátt á ólavsøku?
Spæli til dans í teltinum í
Kommunuskúlanum við Showmonnum. (fyri
allar síðstu ferð, hehe)
Hvat gott skoritriks hevur tú til ólavsøkuna?
Hey honsjálv, kann eg bjóða tær ein drink,
ella vilt tú heldur hava pengarnir?
VOX-POP
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Tín ólavsøka