týsdagur 24. juli 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 140 - 24. juli 2007
Hann var ein av teim
um 12 teknararnum
aftanfyri tær víða
gitnu Muhammed
tekningarnar í
JyllandsPosten.
Hóast deyðhóttaninar
fuku um oyruni
á Claus Seidel
undir Muhammed
kreppuni, ivast hann
ikki. Eg hevði gjørt
tað umaftur, um tað
skuldi verði, sigur
Claus Seidel, sum í
blaðnum í dag fyri
fyrstu ferð traðkar
fram og fortelur sína
søgu
Portrett
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Oktober 2005. Tvær vikur
eru lidnar, síðani Jyllands
Posten prentaði tær víða
gitnu Muhammed tekning
arnar hjá 12 blaðteknararum.
Claus Seidel, ið var ein av
teimum 12, er og keypir inn
í Netto. Brádliga ringir far
telefonin hjá Claus.
– Ver verandi, har tú ert
og far undir ongum umstøð
um til hús einsamallur, sig
ur røddin í telefonini og
heldur fram.
– Vit hava fingið frænir
av eini drápshóttan móti
tær. Ein av okkara bilum er
á veg til tín, ljóða boðini,
sum Claus nú skilur eru frá
loyniliga, danska politinum,
PET.
Løtu seinni situr Claus í
politibilinum á veg til hús.
Tá teir nærkast húsinum
sær hann tveir aðrar politist
ar koma við konu síni. Tey
hyggja uppá hvønn annan,
og skilja brádliga álvaran í
støðuni. Í fyrstu atløgu
sleppa tey ikki inn, men
mugu bíða, til politiið hevur
tryggjað sær, at ongin
bumba liggur fjald í húsi
num.
Hjúnini fáa síðani nakrar
fáar minuttir at taka tað
allarneyðugasta við sær,
áðrenn tey í skundi verða
koyrd til eitt loyniligt stað
av politinum.
Ikki einhvør uppgáva
Tá Claus Seidel, síðst í sep
tember 2005, varð biðin at
tekna profetin Muhammed
til
JyllandsPosten,
var
hann fullgreiður yvir, at
hetta ikki bara var ein upp
gáva, sum einhvør onnur.
– Jú, eg visti, at tekningin
kundi elva til meiri, enn
bara at Pia Kjærsgaard
bleiv fúkandi óð, smílist
Claus Seidel.
– Men at hetta fór at
gerast neistin, ið festi í eina
altjóða kreppu, hevði eg
aldrin grunað, leggur hann
álvarsamur afturat.
Sum flestum kunnugt,
byrjaði Muhammed krepp
an við eini harmleysari
barnabók
um
profetin
Muhammed. Skjótt frættist,
at ongin teknari fekst at
gera tekningar til bókina, tí
teir óttaðust hevndaratgerðir
frá muslimum. Sambært
islam er tað nevniliga halgi
brot at avmynda profetin.
Fyri
teknararnar
vigaði
óttin fyri reaktiónunum hjá
muslimum sostatt tyngri
enn frælsi til at tekna tað,
teir høvdu hug til.
Eldfimi spurningurin um
talu og skrivifrælsi mótveg
is islamisku trúnni gjørdist
skjótt stóra kjakevnið í Dan
mark, millum annað í kjak
sendingini Deadline á DR.
Dagin
eftir
sendingina
ringdi mentanarredaktørur
in á JyllandsPosten, Flemm
ing Rose, til Claus Seidel
og bað um eina viðmerking
til kjakið frá honum sum
formanni í felagnum fyri
danskar blaðteknarar.
– Eg segði, at høvdu tey
biðið ein blaðteknara tekna
til hasa bókina, hevði við
komandi ivaleyst sagt ja.
Vit eru jú vanir við at
blanda okkum uppí og gera
viðmerkingar til samfelags
lig og politisk evni, greiðir
Seidel frá.
Játtaðu at tekna
Muhammed
Svarið frá Seidel gav eftir
øllum at døma Flemming
Rose á JyllandsPosten nak
að at hugsa um. Nakrar
dagar seinni ringdi Rose
nevniliga aftur og spurdi,
um Claus Seidel og helst
nakrir aðrir frá Blaðteknara
felagnum
vildu
tekna
Muhammed til eina grein í
JyllandsPosten um talu og
skrivifrælsi.
– Fyri meg var tað upplagt
at siga ja og ein fínur møgu
leiki at markera, at eg ikki
góðtaki sjálvsensur av nøkr
um slag. Men eg vildi ikki
svara fyri hinar teknararnar
og bað Rose seta seg í sam
band við teir persónliga. Eg
kravdi eisini, at minst 10
teknarar skuldu siga ja, fyri
at okkara yrki skuldi vera
umboðað á ein nøktandi
hátt, sigur Seidel og leggur
afturat, at hann sjálvsagt
eisini kravdi, at teir sluppu
at lesa greinina, so teir
vistu, hvat teir so at siga
skrivaðu undir uppá.
Tá avtornaði játtaðu 12
teknarar at vera við. Fyri
teir flestu var tað ein løtt
avgerð at taka, meðan onkur
ivaðist. Serliga var tað
atlitið til familju og børn, ið
fekk onkran at aftra seg.
– Vit brúktu nógva tíð
uppá at kjakast aftur og
fram, tí fyri meg hevði tað
alstóran týdning, at teknar
arnir eisini framyvir vildu
standa við teirra avgerð.
Teir skuldu vera greiðir
yvir, at í tí løtuni, greinin
varð prentað, var eingin
vegur aftur, sigur Claus
Seidel.
Undir jørð
Og Seidel kom at sanna síni
orð. Fáar dagar eftir at grein
in var prentað, komu fyrstu
bumbuhóttaninar
móti
JyllandsPosten.
Síðani
fylgdu ein røð av mótmælis
Muhammed-teknari:
Hevði gjørt tað umaftur
Fyri Claus Seidel var endamálið við Muhammed-tekningunum ongantíð ein roynd at provokera. -Tað var stutt sagt ein máti at vísa, at í Danmark er talu- og skrivifrælsi ikki til diskussión,
sigur Claus Seidel, sum júst hevur vitjað í Føroyum