Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Føddur og vaksin upp í Trøðum á Sandi var Demmus Hentze á ólavsøku fyri fyrstu ferð í 1937. Men hóast Havnin tá ikki var á leið so stór sum í dag, so heldur tann nú 83 ára gamli landsrættarsakførarin ikki, at munurin er so stórur á ólavsøkuni tá og nú LÍVSSTARV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fyrstu ferð Demmus var á ólavsøku, var í 1937. Hetta helt hann vera ómetaliga spennandi, og tað er einki at siga til, tí tá var hann ikki enn fyltur 14 ár. Tá var ikki so lætt at ferðast sum í dag, so tað var at fara til gongu av Sandi til Skopunar, har siglt var við deksbátum til Havnar. – Tá var ikki gingið so høgt upp í trygdina. Har vóru ofta stúgvandi fullir bátar og ikki eitt tað einasta bjarg- ingarbelti, minnist Demmus. Hann minnist eisini, at tað ofta var smáligt við eplum í Havnini um tað mundið, so við sær á ólavsøku hevði hann eitt tølt av eplum og einar fimtan lundar. – Tá hevði mann fólk at vera hjá, og vit plagdu at vera hjá Mykines-Jógvan og Elisabeth í Grím Kambansgøtu. Eg var einsamallur, men tað bilti ikki, tí eg visti, hvar eg skuldi fara, sigur Demmus Hentze um fyrstu ólavsøkuferðina. Tað var øgiliga spennandi hjá einum 13-ára gomlum dreingi at sleppa á ólavsøku fyri fyrstu ferð. Fólkið fyri tað mesta savnaðist við Sjónleikarhúsið og á Vaglinum fyrstu ólavsøkurnar, hann minnist. Men tað, sum hugtók hann mest, vóru øll ljósini, sum sett vóru upp. Ólavsøkan var hæddarpunktið á árinum. Torvið var komið til høldar, og allan julimánaða varð tosað um ólavsøkuna. Ikki fyrr enn hon var farin aftur um bak, vórðu líggjarnir leitaðir fram. Blíðskapur Ólavsøkurnar tá vóru fyri tað nógva blíðskapur. Menn, sum hálaðu hvønn annan aftur um húsarhorn at bjóða upp í nevið, ella menn, sum antin vóru bjóðaðir inn onkustaðni ella bara fóru inn av sínum eintingum. Eingin varð koyrdur út aftur. – Sandoyingar søgdu altíð, at whiskey var ikki so gott sum tað danska. Tað gjørdi ikki menn í líka góðum lag, minnist Demmus Hentze. Hinvegin varð ikki gingið so høgt upp í kappróðurin, sum tað verður í dag. Tað var mest sum av handahógv. Tá varð gingið ólíka hægri upp í fótbóltin, ið sum oftast stóð millum HB og TB. Har var ofta nógv fólk savnað. Skrúgongan og setanin av løgtinginum var, eins og hon er í dag, men tær nú so kendu løgmansrøðurnar vórðu ikki hildnar fyrr enn í 1975. – Dansurin gekk fyri seg í Sjón- leikar húsinum og í Tórshøll. Tað var fast, at Jóannes bóndi byrjaði í Sjón- leikarhúsinum við at skipa Fuglakvæðið. Eg minnist ikki, um hann kvæð tað á tamb ella ikki, men tað var fastur táttur. Eingilskdansurin fór so fram í Tórshøll, sigur Demmus Hentze. Á kabarett Eitt annað fast tiltak, vóru studenta kaba- rettirnar. Hann kann minnast, at hann sjálvur var við tvey ár, í 1943 og ’44. Ikki var tað tann stóra venjingin, heldur bygdu kabarettirnar á táttirnar, sum Axel Tórgarð – ella oftari pápi hansara, Hans, - yrkti. Stutt fyri ólavsøku byrjaðu fólk at lata upp smáar handlar, har tey seldu ballónir og ymiskt góðgæti, so heldur ikki á tí økinum var ólavsøkan tá so ólík henni, vit kenna í dag. – Fyri børnini var tað nonnurnar. Har var spennandi at sleppa at kasta í tombola’ið ella at royna seg í fiskidammunum. Avgjørt hæddarpunktið á ólavsøkuni fyri børnini, heldur Demmus Hentze. Fyri tey vaksnu var tað Frelsunar her- urin. Hann savnaði tá sum nú hópin av fólki, og var mettur sum eitt slag av undirhaldi og nakað, ið hoyrdi ólavsøkuni til. Fyrstu ólavsøkurnar, hann minnist, var ikki óvanligt við fólkafundum, og á einari av allarfyrstu ferðunum, Demmus minnist, helt Jóannes Patursson røðu út gjøgnum vindeygað á tí, sum nú er løgmansskrivstovan, fyri einum stúgvandi fullum Tinganesi. – Har kom hópurin av avbygdarfólki til Havnar á ólavsøku. Og har vóru menn, sum komu hvørja ólavsøku, og sum tú kendi aftur. Tað var eisini nokk so lætt at kenna bygdamenninar, tí sást tú ein mann – ella kvinnu fyri tann saks skuld – í føroyskum klæðum, so kundi tú verða vísur í, at tað vóru bygdafólk, minnist Demmus Hentze. Hóast Havnin ikki var tann stórbýur tá, sum hann er nú, er ólavsøkan ikki so ógvuliga nógv broytt hesi árini, síðani Demmus Hentze fyrstu ferð upplivdi okkara tjóðarhátíð. Demmus Hentze, landsrættarsakførari: Á ólavsøku við eplum og lunda Føddur: 04.12.1923 í Trøðum á Sandi Foreldur: Jóan Petur Hentze og Sunneva, fødd Clementsen Hjúnafelagi: Helena, fødd Debes Preminerútbúgving: 1938-40 í Havn Løgfrøðisútbúgving: 1945-52 í Keypmannahavn Størv: 1953-75: Sakførari (gjørdist landsrættarsakførari í 1958) hjá Kehler & Lützen Skrivari í Føroya Skipara- og Navigatørfelag 1955-75 Formaður í Landsskattanevndini 1964-75 og 1981-98 Nevndarlimur í SEV 1967-75 Limur í Norðurlandaráðnum 1973-80 Løgtingslimur 1966-74 og 1978-80 Landsstýrismaður í fíggjarmálum 1975-81 Nevndarlimur í Norrøna felagnum 1985-95, formaður 1990-95 Brasilianskur varakonsul frá 1957 Stovnaði egið felag 1981, starvast enn saman við dóttrini Turið Debes Hentze Slóðaði fyri Norðurlandahúsinum og kelduskattinum (samtíðarskattinum, sum vit kenna hann í dag) FAKTA Hóast 83 ára gamal arbeiðir Demmus Hentze framvegis sum sakførari. Hann hevur eisini verið bæði løgtings- og landsstýrismaður Mynd: Sunva Ey. Lassen