Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 - 24. juli 2007 7 tíðindi gongum, krøvum um umbering, lyfti um stórar peningarupphæddir fyri at drepa teir 12 teknararnar og til endan beinleiðis dráps­ hóttanir móti tveimum navn­ givnum teknarum, harav annar var Claus Seidel. Tað vóru tey boðini hann fekk, tann dagin, hann gekk og keypti inn í Netto. Claus og konan vórðu noydd at verða verandi und­ ir jørð í nakrar dagar. Børn teirra eru øll vaksin og eftir at hava tryggjað sær, at tey eisini vóru undir eftirliti av politinum, var ikki nógv annað at gera enn at bíða, til politiið fann mannin, sum hevði hótt við at drepa Claus. Maðurin varð funnin fáar dagar seinni. – Sjálvandi var tað sera óhugnaligt, men eg var ongantíð av álvara bangin fyri mínum lívi. Serliga eftir at eg frætti, at loyniliga politiið hevði havt allar antennur úti frá fyrsta degi, hevði eg fult álit á, at teir høvdu tamarhald á støðuni, sigur Seidel. Hann leggur tó afturat, at han veit, at fleiri av hinum teknararnum vóru uppskak­ aðir og veruliga stúrdu fyri, hvat fór at henda. – Allíkavæl var saman­ haldið millum okkum sera sterkt allatíðina. Eg havi heldur ongantíð hoyrt nakað brigsl frá teimum fyri av fyrstan tíð at hava sagt, at ein blaðteknari neyvan hevði sagt nei til at tekna profetin Muhammed, sigur Seidel. Loyniligir fundir Claus fekk góðan stuðul frá konu síni alla vegin ígjøg­ num, hóast hennara lív í nógvar mátar eisini varð merkt av ógvusligu hending­ unum. – Eg havi stóra virðing fyri mátanum, hon tók alt hetta uppá – men hon hevur eisini hildið meg meir í oyrunum síðani, smílist Claus. Hann leggur afturat, at blaðteknararnir eisini hava nógv at takka formanninum í Dansk Journalistforbund, Mogens Blicher Bjerre­ gaard, fyri. – Hann var ein týðandi stoytdoyvari, tók nógvar av ákoyringunum á seg og vardi okkara støðu við hond og fót, sigur Claus, sum saman við Bjerregaard gjørdi av, at hava nakrar loyniligar fundir bæði við muslimar í Danmark.og muslimskar blaðteknarar úr Miðeystri – Sjálvt um teir ikki tóku undir við tí, vit høvdu gjørt, høvdu teir virðing fyri, at vit ynsktu at verja okkara talu­ og skrivifrælsi. Vit fingu eisini gjørt teimum greitt, at tekningarnar mest vóru rættaðar móti teimum donsku teknararnum, sum so at siga høvdu avhendað sítt talu­ og skrivifrælsi, av ótta fyri avleiðingunum, sigur Seidel. Hann var sum heild sera væl nøgdur við hesar fundir og kendi seg sannførdan um, at slíkar samrøður tvørt­ urum átrúnaðarlig mørk var einasta gongda leiðin burtur úr Muhammed kreppuni. Eldur kemur í Men best sum friður aftur tóktist at valda, frættist, at nakrir imamar úr Danmark høvdu ferðast runt í Mið­ eystri og spjatt lygnir um ótespiligu gerðirnar hjá teimum 12 blaðteknarunum. Millum annað greiddu imamarnir frá, at donsku blaðteknararnir javnan brendu eintøk av Koaranini alment. Hartil vístu teir fram ógvusliga satiriskar tekningar av Muhammed, sum teir vildu vera við, at donsku blaðteknararnir høvdu teknað. Og nú kom eldur av álvara í. Tey flestu minnast ivaleyst myndirnar frá sjón­ varpinum av muslimum, sum í øðini brendu donsk fløgg og settu eld á danskar sendistovur í Miðeystri. Eisini frættist um, at fleiri fólk vóru særd og deyð í ógvusligu mótmælunum. Claus Seidel dugir illa at seta orð á sínar kenslur, tá hann hoyrdi hesi tíðindi og sá myndirnar á sjónvarps­ skíggjanum. – Tað rørdi meg sjálvandi djúpt at síggja hasar mynd­ irnar og frætta um deyðs­ føllini. Kortini hevði eg ilt við at seta nakrar, eftir mín­ um tykki harmleysar tekn­ ingar í samband við hesa altjóða kreppuna, sum tær skuldu eitast at verða orsøkin til, sigur Claus og heldur fram – Tað, sum kanska hjálpti mest hasar dagarnar var, at loyniliga danska politiið royndi at sannføra okkum um, at tað, vit sóðu á sjón­ varpinum í grundini onki hevði við okkum og okkara tekningar at gera. At málið hevði tikið eina vend, sum ikki longur hevði støði í tí, tað byrjaði við. Tað eydn­ aðist teimum at í øllum førum at sannføra meg, og tað var soleiðis, eg yvirlivdi hatta tíðarskeiði, sigur Claus. Angrar onki Spurdur um hann angrar, at hann nakrantíð gekk við til at tekna profetin Muham­ med, ivast Claus Seidel ikki eina løtu – Avgjørt ikki, og eg hevði gjørt tað umaftur, um neyðugt. Okkara fólkaræði er meiningsleyst uttan talu­ og skrivifrælsi, og tað fari eg at stríðast fyri, so leingi, eg livi, sigur Claus. Hann leggur afturat, at meiningin við tekningunum ongantíð var at provokera. Tær vóru ein máti at mar­ kera, at í Danmark er talu­ og skrivifrælsi stutt sagt ikki til diskussión. – Eg havi onki ímóti mus­ limum ella øðrum átrúnað­ arligum bólkum. Men sum innflytari kanst tú ikki vænta, at nýggja landið brádliga skal byrja at laga seg eftir tínum virðum og átrúnaðarligu sannføring­ um. Vesturheimurin hevur stríðst hart fyri sínum fólkaræði og fyri rættinum, at siga sína meining, sum vit øll njóta gott av. Tað minsta, vit kunnu gera, er at vísa tí ta virðing, tað hev­ ur uppiborið, sigur Claus. Sjálvur dylur hann ikki yvir, at av teimum 12 tekn­ ingunum heldur hann hana av Muhammed við eini bumbu í turbanini vera tað bestu. – Tá tú hugsar um, hvussu ofta tað eru muslimar, sum standa aftan fyri bumbuat­ sóknir kring heimin, síggi eg onki forgjørt í eini slíkari tekning, sigur Claus. Hóast allar ræðuleikarnar, heldur Claus, at nógv gott kortini stóðst av Muhammed kreppuni, tá samanum kom. – Fyri fyrstu ferð hava danir av álvara gjørt sær greitt, hvørji okkara grund­ leggjandi virði eru, og nær vit ikki longur vilja lúta. Eg eri rættiliga sannførdur um, at Muhammed kreppan fekk nógvar danir at vakna við kaldan dreym, tá teir varnaðust, at fólkaræði og talu­ og skrivifrælsi ikki er ein sjálvfylgja, men bert yvirlivir við, at hvør ein­ stakur av okkum er sinnaður at verja tað, sigur Claus Seidel. Í sambandi við Muham­ med kreppuna hevur eitt ótal av endurprentingum av víðagitnu tekningunum ver­ ið at sæð í bløðum kring allan heimin. Tá kreppan var avhasað valdu teir 12 blaðteknararnir at lata pengarnar fyri endurprent­ ingarnar í ein grunn til frama fyri fyri talu­ og skrivifrælsi. Millum nógv annað vísti Muhammed kreppan, hvussu ótrúliga sterkt amboð, blaðtekningin kann vera, sigur blaðteknarin Claus Seidel, sum átti eina av víðagitnu Muhammed-tekningunum