týsdagur 24. juli 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 140 - 24. juli 2007
tíðindi
Tað hevur higartil
verið eitt stak vánaligt
fleygaár, verri enn
menn vita um. Men
um vikuskiftið tók
lundin land, og í tveir
dagar var tað sum í
gomlum døgum. Á
summum plássum í
hvussu er
LUNDAFLEYG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur verið sum í
gomlum døgum við lunda
fleygi um vikuskiftið.
Úr Stóru Dímun vita
menn at siga frá óførum
lunda, har fingu teir 900
eftir trimum tímum og tað
man vera so gott sum tað
kann blíva.
Eisini
aðrastaðni
frá
hevur verið fitt av lunda at
landi
fríggjadagin
og
leygardagin. Jørgen Nicla
sen sigur, at tá hann var úti
í Tindhólmi fríggjadagin
var so nógvur lundi at landi,
sum hann ikki hevur sæð í
hólminum í tíggju ár. Hann
fór til húsar eftir stong og
fór síðani sjálvur annar út
aftur í Tindhóllm, har teir
fleygaðu 150 eftir lítlari
løtu.
Eisini úti í Mykinesi var
lundin
at
landi
um
vikuskiftið. Eddie Lauritsen
sigur, at menn fingu væl av
lunda hesar báðar dagarnar.
Hann var ikki sjálvur, men
sigur frá, at fleygið var
gott.
Men tað er týðiligt, at
fuglinum vantar føði. Tað
hevur verið lítið og einki at
sæð til fugl í ár, og menn,
sum hava verið við stongini,
hava fingið einar tjúgu til
tredivu lundar. Men so um
vikuskiftið kom lundin at
landi, og væl var at fáa.
Men í dag er alt burtur
aftur,
sigur
Eddie
Lauritsen.
Tá
teir
vóru
úti
í
Mykineshólmi herfyri, sóu
teir fleiri deyðar pisur Úti í
Lamba, teir kalla, og hetta
vóru pisur, sum stutt síðani
eru komnar úr egginum.
Tað er týðiligt, at lundin
er lagstur nógv for seint í
ár. Pisurnar eru so illa fyri,
tá tær koma úr eggunum, at
teir orka ikki at standa
ímóti, so tær doyggja fyrst
tað brýtur fyri nev, sigur
Eddie Lauritsen.
Stendur illa til
Hann sigur, at støðan í ár er
mest at kalla hin sama sum
hon var bæði í fjør og í
fyrraárið. Heldur ikki tá
kom nøkur pisa undan.
Hinvegin
vísti
Jørgen
Niclasen á, at nógv størsti
parturin av tí, teir fleygaðu
í Tindhólmi um vikuskiftið,
var ungfuglur.
Men hvørki í Tindhólmi
ella í Mykinesi er nakar
sildberi at síggja, og tað er
tí greitt, at lundin onga pisu
hevur.
Tað vísir seg sum at
fuglurin søkir út á hav at
leita sær eftir føði og er so
burtur í upp til eina viku,
og síðani kemur hann at
landi aftur. So tað er klárt,
at føðin er ein trupulleiki,
sigur Eddie Lauritsen.
Men tað stendur ikki bara
illa til við lundanum, skilið
er tað sama við øllum
fuglinum.
Ternan er burtur, ritan
tað sama. Føðin er so lítil,
at másin legst eftir eggunum
hjá hinum fuglinum, sigur
Eddie Lauritsen.
Og tað er sama skil við
lomviganum.
Har er ein rók, sum vit
ganga framvið, tá vit fara út
í hólmin. Har sita vanliga
einir 500 lomvigar, men
hendan dagin vit vóru har
úti, sat ikki ein tann einasti
á rókini. Og tá eingin fuglur
situr á rókini, so er hvørki
egg ella pisa har, sigur
Eddie Lauritsen.
Kortini
er
nakað
av
lomviga at síggja sitandi á
sjónum, men tað er einki
sum bendir á, at hann hevur
pisu.
Oyði fyri lunda
Eisini í Nólsoy er skilið
ringt, tá tað kemur til lunda.
Í fjør komu smáir 1600
lundar heim av Urðini, og
tað var mett sum serstakliga
vánaligt. Men nú fleygatíðin
so smátt fer at halla, eru
ikki meiri enn 112 lundar
fingnir til høldar í Nólsoy í
ár.
Tað er undarligt, at
lundin ikki kom upp á land
í Nólsoy um vikuskiftið, tá
hann gjørdi tað um mest
sum landið alt. Væl var
eingin á fleyg í Nólsoy um
vikuskiftið,
men
onkur
sigldi fram við Urðini
leygardagin, og har var
snøgt sagt eingin fuglur at
síggja, sigur Rene Hansen,
ið plagar var vera ein av
heilt drúgvu fleygamonnu
num í Nólsoy.
Hann sigur víðari, at
onkur hevði sagt honum, at
skot vóru at hoyra eystanfyri
Nólsoynna alt vikuskiftið,
og hevur so verið, at menn
liggja undir urðunum og
skjóta, so kann ikki nógvur
lundi koma upp á land.
Heldur ikki í Nólsoy hava
menn sæð nakað til sildbera,
og Jens Kjeld Jensen hevur
fyrr í summar sagt, at
lundin er komin ov seint til
landið í ár. Og tað er eisini
alt, sum bendir á, at so er.
Lundin uppi á landi viðhvørt
Lundin kom at landi um vikuskiftið, og væl var at fáa hesar báðar dagarnar. Men annars hevur árið higartil hilnast serstakliga illa
Neyðtøkur økjast
Tað gongur neyvan dagur – og í hvussu er ikki vika – at
donsku bløðini ikki vita at siga frá um eina neyðtøku.
Kynsligur ágangur móti kvinnum er tí eftir øllum at
døma í stórum vøkstri. Men tað eru ikki bert neyðtøk
urnar, sum økjast í tali. Eisini íspunnar neyðtøkur vinda
upp á seg. Danska løgreglan fer nú at seta fram ákæru
móti tveimum 16ára gomlum gentum frá Falster, fyri at
hava sagt seg verða neyðtiknar av tveimum 18ára
gomlum dreingjum av Norðursælandi, uttan at hald var í
hesum.
Tað almenna veksur
Í ársfrágreiðingini hjá Ríkisumboðsmanninum fyri 2007
sæst millum annað, hvussu lønarútgjaldingarnar fyri árini
2002 til 2006 eru býttar. Innan fiskarí er støðið enn ikki
komiið upp aftur á tað, í 2002, og sama er galdandi fyri
fiskaaling. Men kortini er ein vøkstur at síggja frá 2995
til 2006. Mest støðugi vøksturin er at síggja í almennu
útreiðslunum. Har hevur vøksturin verið støðugur frá
2002 (1.737 mió.) til 2006 (2.140 mió.). Eisini økini
Fígging og Trygging, og Vinnulívstænastur eru støðugt
vaksnar hesi seinastu fimm árini, sigur Frágreiðingin hjá
Ríkisumboðnum fyri 2007, við Hagstovuni sum keldu.