Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- TRÚGV Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com – Úteftir hevur tað sæð út til, at mín seksualitetur hevur verið mín stóri lívsbardagi. Men inneftir hevur tað verið tann andaliga dimensiónin, sum eg havi verið mest upptikin av. Og í dag havi eg funnið tann andaliga friðin, sum eg í mong ár havi leitað eftir. Ein krossur av hinum líðandi Messiasi hongur á vegginum, og ein lítil innramm­ að mynd við bíbliuversinum “Óttast ikki, trúgv bert”, stendur á stóru bókahillini. Eg taki onkra bókina av hillini, meðan Sonja ger kaffi í køkinum uppi í nýggju húsum hennara í Hoyvík. – Bøkurnar kunnu stórt sæð býtast upp í fýra bólkar. Antin eru tær skaldsøgur ella fakbøkur um politikk, religión og seksualitet, rópar Sonja úr køkinum, áðrenn hon kemur inn við tveimum koppum við svørtum kaffi. Heitt kaffi er ikki júst tað, eg havi mestan hug til henda dagin, tí sólin stavar inn ígjøgnum stovuvindeyga og hitar hugnaligu stovuna við nógvum bókum og stórum málningum. Men Sonja er eitt víðgongt B­menniskja og má hava ein kopp, áðrenn hon fer í holt við dagsins gerning. Og 29 ára gamla fuglafjarðagentan Sonja Jógvansdóttir hevur útint nógvar “dagsins gerningar” millum ár og dag. Sum tíðindakvinna. Sum virkin forsprákari fyri øktum rættindum til samkynd. Og í dag sum samskiftisráð­ gevi í nýggju arbeiðarasamgonguni Samtak, sum er eitt samstarv millum Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðs­ mannafelag og Føroya Fiskimannafelag. Tilsamans telja hesi trý fakfeløg um 9.000 limir. Í heila tikið ein umstríddur og sjónligur borgari seinastu árini, sum nú setist til borðs at svara spurningum mínum. Nakrar skipskeks verða tveittar á borðið, og Sonja byrjar at tosa. Vinstrahallur aktivistur ­ Mítt arbeiði er eitt kall. Eitt arbeiði má eftir mínum tykki snúgva seg um meiri enn at fáa mat á borðið, tí arbeiðið fyllir so nógv í okkara lívi og má tí onkursvegna geva meining. Tann dagin, eg eri vorðin eitt embætisfólk heldur enn ein aktivistur, er tíð til at gevast og fara víðari. So greið er Sonja, tá eg spyrji hana um hennara nýggja starv sum sam­ skiftisráðgevi í Samtak. Sonja er ivaleys. Hetta er eitt kall. Hvørki meiri ella minni. Og tann sannroynd, at Sonja júst skuldi fáa starv sum samskiftisráðgevi hjá føroysku fakfelagsrørsluni, er ikki ein tilvild. – Eg eri uppvaksin í einum sosial­ demokratiskum heimi. Mamma var heimagangandi og babba var arbeiðs­ maður og arbeiddi nógv úti. Eg eri uppald til at vera politiskt tilvitað og havi havt stóra virðing fyri fak­ felagsrørsluni. Eg kann róliga siga, at mítt arbeiði í dag at samskipa boðskapin úteftir hjá fakfeløgunum í Samtak er eitt tilvitað idealistiskt og ideologiskt val, og eg fegnist um at hava fingið møguleikan, greiðir Sonja frá. Sjálv hoyrdi hon til verkafjøldina í hálvt annað ár, tá hon eftir lokið studentsprógv í 1997 arbeiddi sum flakakvinna. Og síðani hevur politiski samhugurin verið við verkamonnum og verkakvinnum. Hon kundi illa ímyndað sær at arbeitt fyri mótpartin Vinnuhúsið. Og apropos mótpartin, so minnist hon serliga eina uppliving sum journalistur á Dimmalætting, sum gav eina ábending um, at føroysku arbeiðarafeløgini trongdu til eina hjálpandi hond. – Eg fór oman í hølini hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag, tí eg vildi hava eina viðmerking um verkfallið, men eg varð rend á dyr, tí tey av eini ella aðrari orsøk ikki høvdu stundir til mín. So fór eg niðan í Vinnuhúsið at vita, um eg kundi fáa eina viðmerking um sama mál. Tá eg kom niðan í Vinnuhúsið, varð alt lagt til síðis, køkur og kaffi kom beinanvegin á borðið, og vit settust at práta. Eg hugsaði við mær sjálvum, at her var munur á, hvussu pressan varð móttikin, minnist Sonja flennandi aftur. Hjartabarnið Samtak Heimafturkomin til Føroya á heysti í 2006 eftir eitt ár á føroysku sendistovuni í Brússel setti Sonja seg í samband við arbeiðarafeløgini. Hon legði síni sjónarmið fram á torg og bjóðaði seg til at stoypa kúlurnar hjá føroysku arbeiðarafeløgunum og annars fylgja við og hava fingurin á pulsinum. Og úrslitið gjørdist Samtak, sum varð lanserað í apríl í ár. – Mítt lív hevur higartil koyrt í inter­ vallum uppá tvey til trý ár. Men eg havi stórar ambitiónir í núverandi arbeiði mínum. Málið við Samtak er m.a. at fáa fleiri feløg við í samstarvið og at fáa djúpari samstarv. Neyðugt er at fáa fleiri feløg við, so vit einaferð fáa eitt veruligt føroyskt LO (høvuðsfelagsskapurin hjá 17 fakfeløgum í Danmark á bæði privata og almenna arbeiðsmarknaðinum, blðm.). Bert á henda hátt kunnu fakfeløgini fáa størri ávirkan á sam­ felagsgongdina og tey viðurskifti, sum viðkoma teirra limum, metir Sonja. Samtak er við øðrum orðum eitt hjartabarn hjá aktivistinum úr Fuglafirði, og hon hugsar stórt. Sonja sigur seg altíð hugsa, at alt ber til. Hon er Sonja fann hin andaliga friðin Sum tannáringur ivaðist hon ikki í, at hon var á veg til helviti. Men í eini anglikanskari kirkju í Edinburgh fekk hon í lestrarárunum eyga á ein annan kristindóm. Og við tíðini fann hon ein andaligan frið og kann í dag hvíla í síni trúgv. Lesið samrøðu við 29 ára gamla fakfelagsaktivistin, Sonju Jógvansdóttir, um kallið til at styrkja føroysku fakfelagsrørsluna, um helvitisprædikantar, primitivan kristindóm og um at hvíla í trúnni – Úteftir hevur tað sæð út til, at mín seksualitetur hevur verið mín stóri lívsbardagi. Men inneftir hevur tað verið tann andaliga dimensiónin, sum eg havi verið mest upptikin av – Tann dagin, eg eri vorðin eitt embætisfólk heldur enn ein aktivistur, er tíð til at gevast og fara víðari – Málið við Samtak er m.a. at fáa fleiri feløg við í samstarvið og at fáa djúpari samstarv. Neyðugt er at fáa fleiri feløg við, so vit einaferð fáa eitt veruligt føroyskt LO ’’