týsdagur 24. juli 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 140 - 24. juli 2007
Í gjárkvøldið var
kvøldseta í auluni í
Kommunuskúlanum
í Havn í sambandi við
at Realskúlaframsýn
ingin 191666 varð
sett av borgarstjóra
num, og fyrrverandi
realskúlanæmingar
hugleiddu um tíðina,
tá tey gingu í skúla
num
Framsýning
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Tað er Jórun Dánjalsdóttir,
sum hevur skipað fyri fram
sýningini, og hon byrjaði
kvøldsetuna viða at siga frá
um hugskotið og takkaði
teimum, sum hava stuðlað
henni í arbeiðinum á ymisk
an hátt.
Síðan
varð
sangurin
”Yndislig føgur” sungin,
meðan
Hanus
Joensen,
skúlastjóri, spældi upp á
gamla orglið, sum ein av
lærarunum í Realskúlanum,
Jógvan við Ánna, m. a. nýtti
til morgunsang.
Eftir tað hugleiddu Heri
Mørkøre og Sólrun Michel
sen, fyrrverandi næmingar
nir í realskúlanum, um
skúlatíðina. Hetta gjørdu
tey á ein sera skemtilan og
hugtakandi hátt, soleiðis at
nógv minnir vóru vakt, og
fyrrverandi
næmingarnir
gleddu seg til at sleppa at
síggja sjálva framsýningina
við teimum umleið 500
myndunum av næmingum
og lærarum í Færøernes
Mellem og Realskole frá
1916 til 1966,
umframt aðrar myndir og
hópin av tekningum sum
næmingarnir høvdu teknað
fyri umleið 50 árum síðan
litríkar og kreativar tekning
ar.
Køldsetan endaði við, at
framsýningin varð sett av
Heðini Mortensen, borgar
stjóra í høvuðsstaðnum.
Fyrrverandi
næmingarnir
fóru tá at hyggja at myndu
num, og har varð nóg mikið
at tosa um og hyggja at rest
ina av kvøldinum.
Framsýningin
heldur
fram heilt til 5. august. Opið
er soleiðis: 24. til 31. juli
frá kl. 15–20, 1. til 4. august
frá kl. 1020, og 5. august
frá kl. 1520.
Næmingar ígjøgnum 50 ár
Nógv fólk vóru til kvøldsetuna í Kommunuskúlahøllini í gjárkvøldið, tá framsýningin við
realskúlamyndum frá 1916 - 1966 lat upp
Jórun Dánjalsdóttir hevur savnað saman myndir og fyrireikað
framsýningina
Talan er um einar 500 myndir av realskúlanæmingum, sum gingu í skúla frá 1916-1966
Heri Mørkøre og Sólrun Michelsen hugleiddu um tíðina í
realskúlanum