Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

. spontan. Og tað er bæði ein styrki og ein veikleiki. Ein styrki, tá hon við áræði kastar seg út í alskyns avbjóðingar og avrikar nógv. Og ein veikleiki, tá stórar ætlanir bresta, og vónbrotið fær valdið. Helvitisprædikantar og trúarinnar friður Tá Sonja var fjúrtan ár, doyði pápabeiggi hennara. Og tá fór hon av álvara at hugsa um lív og deyða, hóast hon sum barn eisini hevði hugsað nógv um tey átrúnaðarligu viðurskiftini. Átrúnaðarligu tilboðini vóru mong, og hon gekk á møti í ymsum samkomum. Og har vóru henni upplivingar fyri, sum hon enn í dag ilskast og harmast um. – Tað vóru so nógvir helvitisprædi­ kantar, og tað gjørdi meg óttafulla. Sum fjúrtan ára gomul var eg als ikki til reiðar at hoyra slíka talu, hóast eg ongantíð taki mær av slíkum í dag. Og úrslitið var, at eg gekk runt og ivaðist ikki eina løtu í, at eg var á veg til helviti, greiðir Sonja frá. Hon drálar eina løtu og leggur so afturat: – At prædika soleiðis til ungdóm er í roynd og veru at neyðtaka ungar og verjuleysar barnasálir! Men Sonja gjørdist eldri og fekk eitt meiri búgvið forhold til átrúnað. Og tá hon eftir lokið studentsprógv og eitt gott ár á flakavirki fór undir hægri lesnað í Edinburgh í Skotlandi í 1998, fann hon sær sítt andaliga heim í eini anglikanskari kirkju mitt í Edinburgh. Og har kom hon í samband við ein kvinnuligan prest, sum var atvoldin til eitt andaligt gjøgnumbrot fyri Sonju. – Eg vildi hava greiðu á nøkrum anda­ ligum viðurskiftum í mínum egna lívi. Eg hevði nógvar spurningar, sum eg mátti viðgera. Eg gekk regluliga hjá hesum prestinum fyri at práta, og eg fekk eyga á ein meiri nuanseraðan kristindóm. Eg sá aðrar síður av kristindóminum, sum var trupul at fáa eyga á í Føroyum. Eg byrjaði at uppliva ein andaligan frið og føli í dag, at eg kann hvíla í míni trúgv. Og tað hevur stóran týdning fyri meg, greiðir Sonja frá. Men hvat var tað so ítøkiliga, sum Sonja fekk eygað á í Skotlandi? Hvussu var hesin andaligi knúturin loystur? – Fyrst og fremst gekk tað upp fyri mær, at tað sgu er í lagi at ivast og fyrihalda seg kritiskt og sjálvstøðugt til teir átrúnaðarligu spurningarnir, slær Sonja fast. Eg spyrji, hvat kristindómurin í roynd og veru er fyri hana. Hvussu hon tulkar hesa forteljingina, sum vit hava so ómetaliga nógvar og ymiskar meiningar um. Sonja biður meg bíða og fer uttar í køkin eftir meiri kaffi. Nú havi eg fingið nóg mikið. Hon hugsar eina løtu og byrjar so aftur at tosa. Hesaferð eitt sindur seinni enn áður. – Fyri meg stendur tað góða orðið eftir. Altso boðskapurin um næstra­ kærleika og boðini um at møta menn­ iskjum, har tey eru, í staðin fyri at diktera og kontrollera hvønn annan. Og hesin kjarnuboðskapur hevur fingið týdning fyri meg, slær Sonja fast. Barnsligur kristindómur Sonja var virkin í stóru anglikansku kirkjuni í Edinburgh, og fleiri hundrað fólk møttu upp til hvørja gudstænastu. Hon fann sína uppgávu og gjørdist deknur í kirkjuni. Og tað, sum henni dámdi best, vóru tey mongu kjaktiltøkini, temavikurnar, fyrilestrarnir o.s.fr. Kirkjan viðgjørdi nógvar aktuellar samfelagsligar spurningar, og sambært Sonju er hetta nakað, sum føroyska kirkjan kundi lært nakað av. – Í Føroyum prædika tey um, hvat hendi í Miðeystri fyri 2000 árum síðani, í staðin fyri at fyrihalda seg til samtíðina og tær avbjóðingar, sum menniskju anno 2007 standa yvirfyri, metir Sonja. Í heila tikið hevur hon lítið til yvirs fyri stórum pørtum av trúarinnar talsmonnum og talskvinnum í Føroyum. – Vit operera allatíð við hesum fjákuta syndahugtakinum í Føroyum. Antin ert tú gudiligur, ella gongur tú í býnum. Ein syrgiliga einfaldur og primitivur kristindómur. Og størsti trupulleikin er, at tað eru tey víðgongdu, sum seta dagsskránna og sleppa nærum einsamøll at definera kristindómin. Grái massin hvørvur, og t.d. haldi eg, at fólkakirkjan og tess talsfólk eru alt ov friðarlig í almenna kjakinum. Tað er stórt spell, metir Sonja. Øll eru vit Ádam Tíðarskeiðið síðani 2001 hevur fyri Sonju verið eitt “sjálvrealiseringsprojekt”, sum hon kallar tað. Og tá hon hyggur aftur, rennur henni í hug orðini hjá franska eksistentialistinum Albert Camus. – Vit eru øll Ádam og mugu liva lívið av nýggjum. Vit kunnu sjálvsagt læra av øðrum, sum undan okkum fóru, men djúpast sæð mugu vit øll út at liva lívið, sum um vit vóru tey fyrstu. Tað er altíð lættast at lata seg stýra av øðrum og lata onnur peika tær á veg, men vit eiga at hava dirvið til at ganga sjálvi. Eisini tá tað er myrkt og einsligt. Um tað er nakað, sum eg havi lært seinnu árini, so er tað at duga at ganga í myrkrinum og tola mótgongd. Og at loyva sær sjálvum ikki at hava tað gott. Tað er eisini ein partur av at vera eitt menniskja, sigur Sonja Jógvansdóttir at enda. – At prædika soleiðis til ungdóm er í roynd og veru at neyðtaka ungar og verjuleysar barnasálir! – Fyrst og fremst gekk tað upp fyri mær, at tað sgu er í lagi at ivast og fyrihalda seg kritiskt og sjálvstøðugt til teir átrúnaðarligu spurningarnir – Vit eru øll Ádam og mugu liva lívið av nýggjum. Vit kunnu sjálvsagt læra av øðrum, sum undan okkum fóru, men djúpast sæð mugu vit øll út at liva lívið, sum um vit vóru tey fyrstu – Vit arbeiða altíð við hesum fjákuta syndahugtakinum í Føroyum. Antin ert tú gudiligur, ella gongur tú í býnum. Ein syrgiliga einfaldur og primitivur kristindómur. Og størsti trupulleikin er, at tað eru tey víðgongdu, sum seta dagsskránna og sleppa nærum einsamøll at definera kristindómin. Grái massin hvørvur, og t.d. haldi eg, at fólkakirkjan og tess talsfólk eru alt ov friðarlig í almenna kjakinum. Tað er stórt spell, sigur 29 ára gamla Sonja Jógvansdóttir, samskiftisráðgevi í nýggju fakfelagssamgonguni Samtak ’’ Mynd: Sunva Ey. Lassen