Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 140 - 24. juli 2007 Hugskotið um at leggja ætlaðu undir­ sjóvartunlarnar í eitt alment partafelag, so vinningurin av Eysturoyartunlinum kann fíggja Sandoyar­ tunnilin, sum Lands­ verk hevur skotið upp, er gott, heldur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum. Men hann vísir á, at Løg­ tingið hevur sam­ tykt, at eitt privat felag sleppur at gera Skálafjarðartunnilin UndirsjóvartUnlar Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo At Sandoyartunnilin sam­ bært Landsverk ikki nýtist at kosta landskassanum og harvið føroyska skattagjald­ aranum eitt oyra, um ætlan­ in verður tengd saman við Skálafjarðar­ ella Eysturoy­ artunlinum, kemur ikki óvart á landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djur­ holm. ­ Eg kenni væl hatta mod­ ellið, og tað var eisini umrøtt í viðmerkingunum til uppskotið hjá okkum um at fyrireika fast samband um Skálafjørðin, sum varð lagt fyri løgtingið í mars í fjør, sigur Bjarni Djurholm. Spurdur hví hetta ikki bleiv til nakað, sigur Bjarni Djurholm, at um hann legði hetta fram, hevði tað ikki verið politisk undirtøka fyri tí. ­ Men eg vildi ikki vera ákærdur fyri at fjala nøkrum upplýsingum, og tí varð hesin møguleiki um eina alternativa fígging um­ røddur, sigur Bjarni Djur­ holm, sum hevði eitt ynski um at fara uppaftur longri, tá tað snýr seg um at leggja fíggingina av undirsjóvar­ tunlunum saman. ­ Stóð tað til mín, tóku við bæði Eysturoyartunnilin, Norðoyatunnilin og Vága­ tunnilin í einum og fíggjaðu bæði Sandoyartunnilin og ein komandi flogvøll inn­ tøkunum frá teimum til­ samans, sigur Bjarni Djur­ holm vísir á, at Sandoyar­ tunnilin valla nakrantíð kemur at geva nakað avlop. Í løtuni eru samráðingar millum Vinnumálaráðið ug p/f Skálafjarðartunnilin um treytirnar fyri, at hetta felagið skal sleppa at gera tunnilin. Aspektið í tí sum lands­ verk vísir á, er nakað vit hava havt alla tíðina. Men, sigur Bjarni Djurholm, tað var ikki politisk undirtøka fyri gera øðrvísi enn tað, sum er gjørt. ­ Eg vil ikki renna undan politisku ábyrgdini, men eg havi gjørt, sum tann polit­ iski viljin vildi. Tað stutta av tí langa er, at um landið gjørdi Eysturoyartunnilin, sum verður mettur at fara at geva stóran vinning, so fingu vit tann vinningin til at brúka til aðrar íløgur, sigur Bjarni Djurholm. Tú tekur altso undir við tilmælinum hjá Landsverk? ­ Ja, tað var upprunaliga mítt tilmæli, ið fekk lutvísa undirtøku í landsstýrinum, men ikki hjá einum løgtings­ meiriluta, sigur Bjarni Djur­ holm. Landsstýrismaðurin í vinnumálum vísir á, at tað framvegis verður samráðst við áhugabólkin aftanfyri skálafjarðarætlanina um treytirnar, og at landið lutvíst skal fáa ágóðan av inntøkunum frá tunnils­ gjaldinum. Djurholm stuðlar Landsverk Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, heldur, at farið átti at verið víðari enn bara at tengja Eysturoyrartunnilin og Sandoyartunnilin í eina og somu ætlan. Um Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eisini komu uppí, so kundi hetta bæði fíggjað Sandoyartunnilin og ein komandi flogvøll. Men hesum er ikki politiskur meiriluti fyri á tingi, sigur hann Savnsmynd Tjóðveldistingmað­ urin í Sandoynni óttast fyri, at um ætlanirnar fyri Skála­ fjarðartunnilin verða broyttar nú, fer hetta at ganga út yvir Sandoyartunnilin UndirsjóvartUnlar Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Tankin er áhugaverdur, men eg ikki, at tað er so ómeta­ liga stór uppgáva hjá landin­ um at fíggja Sandoyartunn­ ilin. Hetta er fyrsta viðmerk­ ingin hjá tjóðveldisting­ manninum í Sandoynni, Páll á Reynavúgvu. Eins og javnaðartingmað­ urin í oynni, Gerhard Logn­ berg, óttast Páll á Reyna­ túgvu fyri, at tað kemur flimmur á skermin og fer at seinka einum komandi Sand­ oyartunli, um Skálafjarðar­ tunnilin verður drigin uppí. Landsverk vísir á í einum uppriti til Vinnumálaráðið, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, at um Skálafjarðar­ tunnilin, ella Eysturoyar­ tunnilin, sum Landsverk nevnir hann, verður lagdur í eitt alment partafelag saman við Sandoyartunlinum, so kann fyrstnevndi fíggja síðst­ nevnda, har inntøkugrund­ arlagið er nógv minni. ­ Eg haldi hetta vera ein spennandi tanka, men vil fyri alt í verðini ikki órógva tað arbeiði, sum er í gongd í sambandi við linjuføring­ ina. Eg eri opin fyri møgu­ leikanum, og haldi tað vera skeivt at taka Skálafjarðar­ tunnilin fram um Sandoyar­ tunnilin, sigur Páll á Reynatúgvu. Hinvegin vísir sandoyar­ tingmaðurin á, at hann heldur tað vera eitt djarvt initiativ av stigtakarunum til Skálafjarðartunnilin, men at modellið brýtur við allar slíkar ætlanir, sum higartil hava bygt á tað sam­ haldsfasta. ­ Ber tað til at finna eina skilabetri loysn, so eri eg fyri at viðgera tann spurn­ ingin av nýggjum. Eg vil bara tryggja mær, at vit fáa Sandoyartunnilin, og at hann ikki verður seinkaður av hesum. Framtíðin hjá Sandoynni stendur og fellur við tunlinum. Bæði pendlar­ ar og øll oyggin byggir sína framtíð á, at tunnilin kemur, sigur Páll á Reynatúgvu. Páll á Reynatúgvu ivast Tingmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum í Sandoynni, Páll á Reynatúgvu, er til reiðar at viðgera Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin av nýggjum, men vil bara tryggja sær, at hetta ikki fer at seinka Sandoyartunlinum Savnsmynd