týsdagur 24. juli 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 140 - 24. juli 2007
13
viðmerkingar
Hugleiðing
Dánial Hoydal
H
óast G! fyrst og fremst er
tónleikur, er tað eisini so
sera nógv annað. Serliga í ár, tí
fleiri nýggir, spennandi
sølubásar, framsýningar,
framførslur, pallar, matsølur og
so framvegis løgdust afturat
stóru upplivingini, sum G! altíð
er.
Men G! er eisini at sóla sær í
bønum, at fáa sand millum
tærnar og turran fisk millum
tenninar. Hugnalig húsagongd,
heitir hotdogs og hásir hálsar.
Stuttligar søgur, sveittandi
svingom og svalandi svimjing.
Temunn á trappusteininum, tjak
í túnunum og trilvan í tjaldinum.
Stuttliga knappabúðin hjá
Biritu á Mýrini og Gunvør
Hofgaard var eitt serliga
frískligt innslag. Allastaðni á G!
sást tú fólk við stuttligum
knappum í oyrunum, sum fingu
bros og viðmerkingar við á
vegnum, har tey komu. Eisini
klædnabúðin hevði eitt natúrligt
pláss á einum festivali sum G!,
har villar t-shirts og klikkaðir
jakkar eru ein partur av
outfittinum hjá mongum.
Grundin var eisini eitt hitt og
eitt absolutt mást til næstu ferð
– stak gott hugskot, G! Stuttligt,
at slíkt eisini ber til í Føroyum.
Somuleiðis deiligt, at
matúrvalið var so gott hesaferð,
tí hóast gøtufólk eru stak blíð at
bjóða inn til ein góðan bita, er
G! í tríggjar dagar, og so leingi
kunnu tey fæstu liva av pylsum
og pitsu. G! er sunt fyri sálina
men kann vera hart fyri kroppin,
og tá má góður matur til at bera
kropsliga templinum, sum er
fyri ágangi av hørðum tónum og
vantandi svøvni. Og pylsur eru
vánaligar tempulsúlur. Jóannes
Nielsen skrivaði einaferð, at
gummistivlarnir eru einastu
tempulsúlur, ið føroyingar eiga.
Eg havi hug at leggja
festivalarnar afturat, tí teir
stuðla veruliga upp undir
nógvum góðum tiltøkum í
Føroyum hesi árini.
Gummistivlunum fingu vit so
ikki brúk fyri hesaferð...
Jú, fysisku karmarnir á G!
vóru í toppi (og tað vóru ikki so
fáar av kvinnunum við...). Men
ein onnur – og størri – fortreyt
fyri at fáa eitt gott G! er tín egna
innstilling. Hugin at hava tað
stuttligt og fáa tað besta
burturúr G!, hann høvdu nógv
við mær. Um ikki øll, tí eg sá
satt at siga ikki eitt einasta
ónøgt andlit á øllum
festivalinum.
Tjaldingarøkini vóru ein verð
fyri seg. Har var ein subkulturur,
sum helst er uttan samanbering í
føroyskari søgu. Ótrúliga
stuttligt, men tað er ikki so
heppið, at fólk sótu har so nógv
heldur enn at fara á konsert. Til
summar framførslur var
ógvuliga tunnligt á sandinum.
Men tað er helst ilt at gera
nakað við hjá fyrireikarunum, tí
at royna onkursvegna at
forpurra møguleikunum hjá
fólki at hava tað stuttligt á
tjaldleguni er avgjørt ikki
ráðiligt. Sum sagt er G! so
øgiliga nógv annað enn
tónleikur, so um fólk vilja sita
uttanfyri eitt tjald heldur enn at
hoyra tónleik, so tey um tað.
Men puha, eitt órudd á
tjaldingarplássinum aftaná.
Likkurnar válkaðu sær í svansi,
sum fólk bara høvdu tveitt frá
sær. Tær høvdu sítt egna
afterparty á G! Minti mest um
eitt ruskpláss í onkrum
fátækrabýlingi í 3. heiminum.
Neyðars gøtufólk, sum skulu
sópa alt upp. Skamm fái
tjaldararnir, sum hóast harða
høvuðpínu og linlig lør áttu at
verið so mikið at sær komin, at
tey tóku upp eftir sær.
Sjálvt um hetta var seinasta
myndina av G!, tá vit koyrdu
heim, er tað tó ikki hon, ið
hevur rist seg í minnið. Tað er
hinvegin harmoniska
heildarmyndin av einum stak
væl eydnaðum fest(l)i(g)vali.
AvG!jørt G!ott G! G!leði
meG! lonG!u til 2008...
Nær verður Sandoy ella
Sandoyarsýsla nokk for-
fylgd av tildømis Lands-
verk.
Hoyrdi í Kringvarpinum
í kvøld at Landsverk hevði
eina ætlan í sjúrtuermuni,
har Eysturoyartunnilin og
Sandoyartunnilin skulu
tengjast saman, síðan skal
Eysturoyartunnilin gerast
og hareftir sandoyartunnil-
in sum liðugt projekt í
2017. Hetta er tilráðing frá
PLS Rambøll sambart
Landsverk.
Ber tað til, at Landsverk-
stjórin og undirstjórar
hansara liggja við sjuldari
dagsskrá fyri at einki skal
henda í Sandoy? Í míni
verð er tað markleysur
frekleiki.
Jú. Hetta eru viðurskifti,
sum fjølmiðlar hava fingið
fram úr tí skumla arkivi-
num, harmuligt og skomm
fyri stovnarnar.
Nei Sandoy kann ikki
bíða til ein Eysturoyar-
tunnil er liðugur, hesi
prosjektini hava einki við
hvørt annað at gera.
Flest allir tingmenn góvu
Eysturoyartunnlinum góða
viðger, og har var eg
sjálvur ein av teimum.
Men hetta trekkið hjá
Landsverki er bara at seta
tingmenn ímóti hvørjum
øðrum.
Eg havi fleiri dømi, har
Landsverk provokerar, til
dømis í Dali at leggja eina
tunnilsføring uttan mál og
mið fyri at provokera í
staðin fyri stytstu leið, sum
kostar einar 50 mió minni.
Ella Skúvoy, peningur er
játtaður at byrja prosjekt,
men einki hendir.
Hetta kann eg vísa á sum
grovan ágang fyri eitt veikt
øki sum Sandoyar sýslu.
Nei latið okkum frá
samgonguflokkunum svara
positivt innan 11. august
og síðani beinanveg í
tingið, og mín og vón
Sandoyar, at hetta verður
samtykt.
Tunnilin til Sandoy er lív
ella deyð fyri oynna!
Sjálvur haldi eg, at vit
eru so nógv provokerað av
Landsverki, at eg hevði
einki havt ímóti, at
Oyvindur Brimnes fekk 5
minuttir og har við sekkin,
sum tikið verður til.
Men Sosialurin skrivar
eisini, at Landsverk heldur
at hesir báðir tunnlar
kunna teingjast saman og
byrja samstundis!
Hetta ivist eg stórliga í,
men meiningin er bara ein
og einki annað enn at forða
prosjektinum til Sandoynna
og seta fólk upp ímóti
hvørjum øðrum og har við
ósemja millum tingfólk,
úrslitið verður hareftir.
Oyvindur Brimnes eigur at fáa sekkin, einki minni
Gø, góðgæti og gøtusóping
løgtingsmaður,
Skopun
Gerhard
LoGnberG
Mynd: Jan Müller