Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 – Vónandi verður tað eins gott og seinast TÓNLEIKUR Petur Háberg petur@sosialurin.fo Forsangarin í Johnny Deluxe, Noam Halby, gleðir seg til at spæla í Føroyum aftur: – Vit høvdu ein sera góðan túr í Føroyum í fjør, tá ið vit spældu á Summarfestivalinum. Sjálvt um vit spældu so seint um náttina, so vóru áhoyrararnir sera við upp á tað. Tað høvdu vit ikki væntað. Orsakað av vánaligum floglíkindum lendi danski bólkurin ikki fyrr enn klokkan trý um náttina og vóru ikki palli fyrr enn klokkan fýra. – Vit vóna, at túrurin hesaferð verður eins góður og seinast. Kanska burtursæð frá longu bíðitíðini uppi í luftini, sigur ein skemtandi Noam. Johnny Deluxe smíða í løtuni løg til komandi útgávuna, ið vónandi kemur út fyrst í komandi ári. KONSERTIN Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Ólavsøkukonsertin var í nógv ár størsta tónleikatiltakið á árinum. Konsertin, ið Føroya Undirhaldstónleikarafelag hevur skipað fyri síðan miðskeiðis í 80’unum, hevur ferðast kring allan býin, av Skansanum, til Læraraskúlavøllin, úti við Strond, har hon tað eina árið koppaði av vindi og varð flutt niðan í Gundadalshøllina. Árið eftir var hon aftur flutt, hesaferð út á bingjuøkið á Eystaru bryggju, síðan var Skálatrøð konsertøkið, áðrenn konsertin flutti fyribils seinastu ferð niðan í Kommunu- skúlagarðin, har hon í lívd fyri vindi og mitt í býnum vaks seg størri enn nakrantíð áður. Konsertin var sum altíð byrjanin til ólavsøkuna fyri yngru ólavsøkugestirnar, men við toppinum av føroyskum tónleiki á skránni, gjørdist hon eisini ársins tónleikauppliving. Umframt unga kjarnuáskoðaran komu eisini onnur ættarlið á konsertina, og fleiri ár vóru millum 3-4.000 vitjandi. Besta føroyska Ein av grundhugsjónunum var øll árini at bjóða tað besta innan føroyskan tónleik, men onkur útlendskur bólkur hevur luttikið, so sum donsku Mother Of Mary í 1995, hetta var tó ikki sum høvuðsnavn, men tí at bólkurin av onkrari orsøk var í Føroyum frammanundan. Men fyri nøkrum árum síðan fór G!Festivalurin og síðan Summarfestivalurin at bjóða av um heitið Føroya størsta tónleikatiltak. Konsertin við føroyskum bólkum á Asfalti í Kommunuskúlagarðinum var ikki longur líka lokkandi fyri málbólkin, ið nærum allur hevði hoyrt flest allar bólkarnir í Gøtu vikuna fyri ella skuldi hoyra teir vikuna eftir í Klaksvík. Tí royndi nevndin í Føroya Undirhaldstón leikarafelag at endurnýggja konseptið við at fáa stór útlendsk høvuðsnøvn. Tim Christensen var fyrsta navnið. Danski gittarleikarin við tí fitta smílinum og vøkru røddini savnaði heilt fitt av fólki, ið tíverri bert var á konsertini, meðan Tim Christensen spældi. Konsertin, ið árini frammanundan var endað framman fyri fullum kommunuskúlagarði klokkan fýra um morgunin endaði við, at Eager2Please spældi framman fyri 40 áskoðarum. Harumframt var skráin gliðin somikið nógv, at bólkurin als ikki slapp at spæla alla sína skrá. Stutt sagt eitt antiklimaks. Kjarnuáskoðarin hvarv Stóri trupulleikin tyktist at vera, at kjarnuáskoðarin, unga fólkið, ikki møtti upp. Danska høvuðsnavnið hevði kroyst prísin upp, og hóast Tim Christensen savnaði rættiliga fitt av áskoðarum, so vóru hesi bert har fyri at hoyra hann, og hinir bólkarnir spældu fyri alt ov fáum áskoðarum. Í fjør var so gjørd ein roynd, ið fór allan vegin og legði seg fyrst og fremst eftir eldru áskoðarunum við íslendsku Mezzoforte, ið tó ikki vóru nøkur serlig áskoðaramagnet, heldur ikki hesaferð kom unga fólkið á konsertina, og bólkarnir ið endaðu konsertina spældu fyri nøkrum fáum hundrað áskoðarum. Nýtt samstarv Í enn eini roynd at bjarga konsertini er Føroya Undirhaldsfelag í ár farið í samstarv við Byin.fo og Mark Joensen um at skipa fyri konsertini. Hesir royndu fyriskiparar gera eina roynd at endurskapa konsertina, sum byrjan til ólavsøkuna fyri unga fólkið. Skráin telur nakrar av bestu føroysku bólkunum, og danska høvuðsnavnið Johnny Deluxe. Johnny Deluxe hevur líka síðan luttøkuna á Planet Awards í fjør verið sera væl umtóktur millum ungar føroyingar. Lætti og stuttligi danski popprokkurin og stóra sjarman hjá sangaranum hevur hittað millum føroyingar. Bólkurin var nokk besta upplivingin á Summarfestivalinum í fjør. Umframt Johnny Deluxe er konsertin pinnpakkað við bestu føroysku nøvnunum: Eyðun og Terji, Páll Finnur Páll, Sic, Crawling Blue og Side Effect. Eisini verður reyparin mikli, Jack Petersen, á konsertini, har hann fer at undirhalda við sínum frásøgnum. Konsertin er sum vant 27. juli, og í ár er hetta fríggjakvøld. Konsert rísur aftur Føroya Undirhaldstónleikarafelag hevur til endamáls at savna pening inn á bók, soleiðis at felagið kann gerast eitt fakfelag fyri føroyskar tónleikarar, og konsertin hevur øll árini verið størsta fíggjarliga aktivið hjá felagnum. Føroya Undirhaldstónleikarafelag hevur eisini verið við í fyriskipanini av øðrum tiltøkum, so sum Futti á Ferð, Tungmálmi´93, og saman við Kyndli fleiri Nýggjárskonsertum, eisini hevur felagið seinnu árini verið ein av fyriskiparunum av Prix Føroyar kappingini og seinni Atlantic Music Event. FAKTA Í ár roynir Ólavsøkukonsertin at endurvinna støðuna sum byrjan til ólavsøkuna fyri ungu ólavsøkugestirnar. Við eini teirri bestu skránni í nógv ár tykist tað ikki ósannlíkt, at hetta fer at eydnast Sambært bæði Sosialinum og Dimmu bjargaði fram- førslan hjá Johnny Deluxe Summarfestivalinum í fjør, í ár skal bólkurin bjarga Ólavsøkukonsertini Mynd: Báður Lydersen