Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 140 - 24. juli 2007 nøvn – Lágargarður er bygdur upp í tínari tíð, takk fyri tín veldiga innsats. Tað eru nógv, eldri, av­ varandi og onnur, harímillum eg sum landsstýrismaður á økinum, sum eru takksom fyri tey nógvu ár av tínum lívi, tú hevur halg­ að til at røkja hesa tænastu, segði Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður, tá hann takkaði Marjun Smith fyri trúgva tænastu Móttøka Orð og myndir: Jan Müller Fríggjadagin var vaktarskifti á Lágargarði í Havn. Stór og hugnalig móttøka var, tá Marjun Smith legði frá sær eftir 20 ára trúgva tænastu, og Meta av Fløtum tók við sum nýggjur leiðari. Nógv folk vórðu savnað til løtuna, heer m.a. umboð fyri al­ mennar myndugleikar. Fleiri góð orð vórðu søgd, eitt nú helt Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaðurin, sum varar av eldrarøktini røðu. Hann nýtti høvið til at siga teimum báðum eina hjartans tøkk. Metu fyri at taka hesa stóru ábyrgdarfullu uppgáv­ una uppá seg at verða leiðari á Lágargarði, og Marjuni fyri at hava røkt hesa uppgávu sum eina trúgva og sam­ vitskufulla tænastu øll hesi árini. Og hann helt fram: ­ Tey fáu árini eg havi sit­ ið sum landsstýrismaður á hesum økjunum, havi eg lært, at Marjun hevur røkt sítt starv við einum brenn­ andi engagementi og eini sterkari empati við evnum at liva seg inn í, skilja og hava djúpa kenslu fyri tørv­ inum hjá sínum medmenn­ iskjum, í hesum førum bæði starvsfólkum, teim gomlu, sum hava havt tørv á hennara tænastu og ikki minst teim avvarandi. Marjun hevur eisini alment hevjað røddina, tá tað hevur staðið á. Og sjálv­ ur havi eg eisini merkt snert­ in, tá Marjun hevur kent seg noyddan at sveiggja koyrilin. Nú er tað so at samstundis sum Marjun hevur røkt hesa tænastu í 20 ár, so er tað eisini 20 ára jubileum hjá Lágargarði, og tí fara míni orð eisini at snúgva seg um Lágargarð. Men tað man eisini vera tí at øll hesi 20 árini hava Marjun og Lágargarður verið so tvinn­ að saman, at tað illa ber til at skilja tykkum at. Ljós fyri stavn Man kundi spurt, hvat er so hent í tínari tíð frá myndug­ leikanna síðu? Ógviliga lítið kunnu vit vera skjót at siga. Men tó, hesi allar seinastu árini er tó endiliga gongd komin á fyri at gera nakað við hesa stóru neyð­ una sum er serliga her í Suðurstreymi fyri røktar­ heims­ og eldrabúplássum yvirhøvur. So ljós er fyri stavn, men tað verður so tín eftirfylgjari Meta, sum fær gleðina av tí í sínum komandi arbeiði. Skoða vit aftureftir, so hevur gongdin á røktarheims­ økinum verið í nøkrum tørnum. Tað byrjaði við Ellis­ heiminum í Havn í 1935. So kom Røktardeildin á Lands­ sjúkarahúsinum 24 ár seinni, í 1959. So hendi onki aftur í 13 ár, fyrr enn vit fingu nøkur stór røktarheim í 70´unum og 80´unum, Á Sýnini, sum tað nú eitur, vest­ uri í Vágum, Røktarheimini sum vóru bygd í tilknýti til Suðriar og Klaksvíkar Sjúkra­ hús, og tá var tað eisini at vit fingu tey bæði stóru røktar­ heimini, Lágargarður í 84 og Esturoyar Ellis og røktar­ heim í 1986. Og so hendi onki aftur fyrr enn røktarheimið kom á Sandi í 1998. So var aftur støðgur í, heilt til tey nýggju heimini, serliga sambýlini, komu frá 2004 og higartil. Av øllum røktarheimunum var Lágargarður uttan samanbering tað mest slóð­ brótandi og nýskapandi – bæði arkitektoniskt og viðv. fysiskum umstøðum og við øllum teim nógvu nýggju funktiónunum, sum eisini vendu sær til gomul fólk utt­ anfyri heimið. Lágargarður hevur verið flagsskipið á røktarheimsøkinum, heilt upp til okkara dagar. Og tá tosi eg eisini um tað góða dagliga innihaldið í heiminum, sum starvs­ fólkini við Marjuni á odda hava staðið fyri. Nú havi tit báðar sagt frá tykkara hugsanum á hesum økinum í drúgvum samrøð­ um við bløðini. Og báðar nevna tit hetta sum størsta trupulleikan av øllum, at noyðast at siga nei tá tørv­ urin og neyðin troðkar á, tí mangulin uppá pláss er so ovurstórur. Nú er so ljós fyri stavn hesum viðvíkjandi. Ein stór útbygging er farin fram hesi síðsti árini, har vit hava tikið 133 nýggj pláss í nýtslu síðani 2004. Men bert 26 av hesum eru komin í suður­ streymi, við Vallalíð og Tjarn­ argarði. Nú eru so aftur nógv­ ar nýggjar verkætlanir ígongd, og her er tað gleði­ liga, at hesaferð fer tann størri parturin at koma her í Suðurstreymi, sum neyðin er størst. Fyrst kemur útbygg­ ingin av Tjarnagarði við 24 plássum í heyst og samstund­ is 9 sambýlispláss í Mattalág. Eftir hetta verður farið ígongd við næstu verkætlan­ ina sum er undir Boðanes­ hamri, við 24 røktarheims­ plássum og 24 vardum íbúð­ um. Úti um landi koma so aðrar verkætlanir, sum verða framdar tey næstu 2 árini, í Vági, í Vestmanna, í Vágum, á Viðareiði og úti í Svínoy. Tá eru vit komin ogviliga langt við at dekka tann stóra tørvin sum er á eldra­ økinum. Avbjóðingar fyri framman Hetta er kjarnutrupulleikin vit hava í dag. Men umframt at loysa hesu fremstu upp­ gávuna, sum er at bróta ta ondu ringrásina, ið stendst av ov fáum eldrabúplássum, sum skapar so stórar trupul­ Vaktarskifti á Meta á Fløtum, nýggi leiðarin á Lágargarði og Marjun Smith, fráfarandi leiðarin saman við Hans Paula Strøm, landsstýrismanni