Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÓLAVSØKAN 2007 Finnur Johansen Í 1907 vóru ikki nógv høli, heldur ikki í Havn, til stórar verðsligar samkomur. Í Avholdinum varð dansað, og har vóru eisini framsýningar og tílíkt. Í Klubbanum vóru veitslur umframt sjónleikur, sum eisini var í Tinghúsinum. Móttøkan fyri kongi man hava verið í Tinghúsinum, og haðani var gjørd ein brúgv tvørtur um Havnará, yvir á Niels Finsensgøtu, og á Skúlalagnum varð reist eitt stórt tjald, har veitslan varð hildin fyri 200 monnum, tí tað vóru bara menn, ið sluppu við til døgurða, og teir skuldu sjálvir gjalda fyri hann. Ungar gentur skuldu ganga fyri borðum, og tær skuldu vera tignarliga ílatnar. Skotið varð upp, at tær skuldu vera í føroyskum klæðum, men eingin visti, hvussu ein føroyskur kvinnubúni sá út. Farið varð at leita eftir búnum, og funnið varð fram til nakað, ið hildið var hóskandi. Hetta gjørdist so støðið undir føroyska kvinnubúnanum. At tað hava verið kvinnur, ið hava funnið fram til klæðini, man lítil ivi vera um, men hvørjar tær vóru, skriva bløðini ikki. Vit vita, at um aldamótið 1900 vóru kvinnur í Havn, sum skipaðu fyri ymiskum virksemi, eitt nú fyri fyrstu vatnveitingini, og tað liggur nær at hugsa sær, at nakrar av hesum somu fyritakssomu kvinnunum eiga sín part í kvinnubúnanum. Mannfólkabúnin Føroyski mannfólkabúnin man ikki vera so ógvuliga nógv broyttur í mong ár, annað enn, at summir menn hava brúkt ymiskt littar hosur og vestar. Ikki var tað gamalt at brúka slips, hóast onkur brúkti sloyfu ella turriklæði. Ávís hús, bygdir ella oyggjar, høvdu ofta sínar egnu litir á hosubondunum. Tær litføgru og mynstrutu troyggjurnar, og ikki minst tey nógvu blonku spennini, ið eru nýggjari, munnu ivaleyst vera útlendskt inspireraði. Kvinnubúnin Spurningurin er um kvinnubúnin, sum vit kenna hann nú, sigur nakað um gamlan føroyskan skreytbúna, familiubúna, grannabúna, bygdabúna ella oyggja- búna. Hesi kolørtu klæði er meiri ein einstaklingabúni, við einum hópi av litum og samansetingum og ivasamari traditionellum grundarlagi, har hvør roynir at yvirganga hvønn annan. Møttulin Møttulin, í tí líki hann nú hevur fingið, er upp aftur nýggjari, hann er frá seinna- partinum í tríatárunum, um ikki seinni. Mia Trónd, ið varð fødd í 1914, segði, at heima hjá teimum í Gundadali, har hon vaks upp, tá var bara eitt hús í Gundadali, áttu øll føroysk klæði. Pápi hennara, Trónd Hansen, brúkti føroysk Búnin 100 ár Árið í ár, 2007, verður av kønum fólki roknað sum árið, tá føroyski kvinnubúnin hevur 100 ár á baki. Tá danski kongurin í 1907 vitjaði Føroyar, varð til stóru veitsluna, sum hildin varð í Havn, gjørdur ein búni til konufólkini, ið gingu fyri borðum. Hesin búnin varð tað, ið seinastu 100 árini hevur ment seg til tann føroyska kvinnubúnan, sum vit kenna hann nú Móttøkan fyri kongi, tá hann vitjaði í 1907, var í Tinghúsinum, og haðani varð gjørd ein brúgv tvørtur um Havnará, yvir á Niels Finsensgøtu, og á Skúlalagnum varð reist eitt stórt tjald, har veitslan varð hildin. Ungar gentur í føroyskum klæðum gingu fyri borðum. Funnið varð fram til klæði, ið hildin vóru hóskandi, og tey gjørdust so støðið undir føroyska kvinnubúnanum. (Fornminnissavnið eigur myndina) Mynd frá 1916 ella fyri tað av ungari gentu í rotuskóm og føroyskum klæðum, sum tey ivaleyst hava sæð út eftir 1907. Eftir skreytinum, sum kundi verið stakkastás, at døma, kundi gentan verið úr valahúsi sum hjá Bókbindaranum. Myndin er tikin uttan fyri Quillinsgarð, har Bókbindarin búði til um 1916, tá tey fluttu niðan í gamla Realskúlan, nú H. N. Jacobsens Bókahandil. (Fornminnissavnið eigur myndina) Børn á niðastu brúgv um Havnará ivaleyst helt tíðliga í tjúgundu øld, kanska stutt eftir 1900. Klæðini, børnini eru í, eru vanlig klæði tá í tíðini, og siðurin við føroyska kvinnubúnanum, ið tók seg upp við kongavitjanina í 1907, og sum er at síggja nú á døgum, hevur sjónliga fingið íblástur frá gomlu klæðunum. Børnini eru bæði í tuflum, annars vóru dreingirnir ofta í húðaskóm. (Fornminnissavnið eigur myndina)