Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnusíðurnar Nr. 140 - 24. juli 2007 Avgerðin hjá íslendska fiskimála­ ráðharranum at skerja toskakvotuna 30 prosent fær avleiðingar nógva­ staðni Fiskivinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo Flestu íslendingar høvdu væntað, at stjórnin fór at skerja toskakvotuna næsta fiskiár, eftir at fiskifrøðing­ arnir høvdu mælt til sera stóran niðurskurð, men kort­ ini kom tað óvart á fleiri, at stjórnin valdi at fylgja til­ mælinum frá fiskifrøðingu­ num. Tað ber í sær, at næsta fiskiár, sum er frá 1. sep­ tember í ár til 30. august næsta ár, verða umleið 60.000 tons minni fiskað av toski undir Íslandi enn í verandi fiskiári. Ein so stór­ ur niðurskurður fær sjálv­ andi avleiðingar, ikki bara fyri vinnuna, men eisini fyri tey lokalu samfeløgini, sum heilt ella partvíst dúva upp á fiskivinnuna. Millum økini, sum verða meint rakt av kvotuskerjing­ ini, er økið við Eyjafjørðin, sum millum annað umfatar Akureyri, og eystari partur av Norðurlandinum. Í síðstu viku umrøddi býráðið á Akureyri støðuna, og í ein­ ari samtykt frá fundinum heitti býráðið á stjórnina um at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu útvega økinum og vinnuni á staðnum inn­ tøkur ístaðin fyri tær, um nú hvørva. Sambært Morgunblað­ num missir økið við Eyja­ fjørðin umleið 8.000 tons av toski næsta fiskiár, og verður eystari partur av Norðurlandinum taldur við, missir hesin parturin av landinum munandi meiri enn so. Hagtølini vísa, at 74 prosent av tí, sum skip í økinum fiska, verður landað í heimstaðnum, og at í fjør komu umleið 35.000 tons av toski upp á land á Eyja­ firði og eystara parti av Norðurlandinum. Eisini sunnanfyri Eisini í Grindavík á Suður­ landinum fær kvotuskerjing­ in stóra ávirkan, og støðan bleiv umrødd á býráðsfundi í síðstu viku. Í skrivi til stjórnina sigur býráðið seg vóna, at talan er um ein tíðaravmarkaðan niður­ skurð, og at stjórnin er sinn­ að at endurrinda lokalsam­ felagnum tað, sum tað miss­ ir. Í Þorlákshöfn hevur vinn­ an roknað seg fram til, at har fer kvotuskerjingin at kosta umleið 100 arbeiðs­ pláss, um einki annað kem­ ur ístaðin fyri. Vestmannaoyggjarnar er kortini tað plássið á Suður­ landinum, sum verður harð­ ast rakt av skerjingini, og mett verður, at missurin har fer at liggja um 550 mió. krónur í okkara pengum. Sjálv toskakvotan hjá skipu­ num í Oyggjunum minkar úr 12.000 í 8.600 tons, men verða skerjingar í hýsu­ og upsafiskiskapinum tiknar við, missa skipini í Vest­ mannaoyggjunum 5.500 tons næsta fiskiár. Ein uggi er tað, at sildaskipini fáa heldur størri kvotu. Stjórnin í Reykjavík hevur longu lovað at seta fleiri almenn arbeiði í verk í ár og tey næstu árini fyri at avmarka tær fíggjarligu avleiðingarnar av kvotu­ skerjingini. Millum annað er ætlanin at fremja fleiri stórar verkætlanir á sam­ ferðsluøkinum, eitt nú nýggjar vegir. Mugu fáa endurgjald fyri skerda kvotu Vestmannaoyggjarnar verða meint raktar av kvotuskerjingini Sum eitt slag av endurgjaldi fáa skip í Oyggjunum størri sildakvotu