Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 klæði til dagligt, men hini brúktu føroysk klæði sum stásklæði, við serstøk høvi. Tá var ofta langt ímillum tey føroysku klæðini hjá konufólki, og tí kom tað ofta fyri, at fólk komu at lána føroysk klæði. Tað sleyt, sum vera man klæðini, og tað vóru tær, ið áttu tvinni klæði, ella partar av búnanum, eini til sín sjálvs og eini at lána út. Lat okkum koma aftur til frásøgnina hjá Miu Trónd. Í okkara veðurlagi var tað kalt hjá konufólki at ganga úti í føroyskum klæðum við berum ørmum. Tí var tað ikki óvanligt fyrr at síggja kvinnur í vanligum frakka, hóast tær vóru í føroyskum klæðum. Hon vendi sær til Sigmund Petersen, skraddara, um at finna eitt plagg, ið hóskaði til klæðini. Av gomlum myndum varð so funnið fram til tað, ið varð til møttulin, sum verður brúktur nú. Hvat Mia annars segði um henda fyrsta møttulin, um hann hevði hettu, og um fóðrið var reytt ella blátt, minnist eg ikki. Kongavitjanin 1907 Kongavitjanir verða ofta roknaðar at vera stívar, keðiligar, og onkur vil halda ikki sørt láturligar, og henda í 1907 man neyvan hava verið nakað undantak í so máta. Líkt er til, at størstu hendingarnar vóru tær, ið hendu uttan fyri almennu skránna. Eitt nú fór skipafylgið inn á Vágsfjørð, fólkaríkasta fjørðin í Suðuroy, har sóknarfútin vísti kongaligu gestunum størstu bygdina í oynni, umframt hvalastøðina í Lopra, og í Klaksvík loypti Símun í Vági øsing í, tá hann flaggaði við Tjaldursflagginum. Nú hevur flagggøla verið á Rhodos, og tá onkur bagateliserar hendingina, sigur tað hvussu nógv okkara samleiki fyllur í teirra hugaheimi. Ivasamt er eisini, um nakað hald er í, at danir eiga minsta partin í hendingini, men sjáldan rýkur av ongum eldi. Myndir av kvinnubúnanum Hóast eg havi leitað eftir gomlum myndum av kvinnum í føroyskum klæðum, er bara eydnast at finna onkrar einstakar myndir, ið eru frá 1916 ella eitt sindur eldri enn tað. Síggja vit burtur frá heildarmyndini av ungu gentuni í føroyskum klæðum frá 1916 og hyggja at smálutunum, er kvinnubúnin heilt øðrvísi nú. Turriklæðið og fyriklæðið eru útlendsk, sum var vanligt, og er at síggja enn. Skreytið er ivaleyst stakkastás. Í staðin fyri mallur og stima úr metalli, var stimin viðhvørt flættað band. Troyggjan er einlitt, ikki mynstrut, sum hon er nú. Óvist er eisini, um skjúrtini hava verið úr tí húgvutilfari, nú verður brúkt. Mamma mín, ið var fødd í 1904, visti at siga um eina eldri konu, sum gramdi seg um, at tey brúktu alt tað deiliga tilfarið til skjúrt, og øll tey húgvustykkini, ið høvdu fingist úr tí. Veitsluklæði Um føroysku klæðini eru kolørt ella ein vavstur av litum og samansetingum, sum onga traditión hava, so kunnu vit ikki siga annað enn, at tað er festligt at síggja fólk í føroyskum klæðum, ikki minst á ólavsøku. Børn, ið spæla á steinunum eystan fyri sandin innast á Eystaruvág um 1900. Klæðini, børnini eru í, eru vanlig tá á døgum og langt upp í tjúgundu øld. Nógva staðni, ikki minst á bygd, vóru hesi klæðini, serstakliga hjá eldri konufólki vanlig til langt upp í seinnu helvt av tjúgundi øld. Dreingirnir vóru í knæbuksum og morreyðari troyggju, koti ella jakka, morreyðum hosum og húðarskóm, og teir vóru í føroyskari húgvu. Leggið merki til húgvuna hjá dreinginum, hvussu hann hevur sett hana á høvdið, og skapið hon hevur, tí hóast allar húgvur í grundini vóru líka, so gav hvør maður húgvuni sít egna skap. Tað spíska millitera, onkur hevur rópt tað óbegávaða, dámið, nógvar húgvur hava nú á døgum, er nakað braðnýtt, og hevur lítið við upprunahúgvuna at gera. Meðan dreingirnir sum oftast gingu í húðarskóm, gingu genturnar í tuflum. (Fornminnissavnið eigur myndina) Børn á Kongabrúnni tíðliga í tjúgundu øld, kanska um 1900 ella har á leið. Klæðini hjá dreingjunum, síggja vit, eru morreyðar hosur, stuttar buksur og troyggja, sum var heilt vanligt, so seint sum alla fyrru helvt av tjúgundu øld, í húðarskóm við tveingjum og ofta føroyska húgvu. Genturnar eru í klæðum, sum tær vaksnu, skjúrti og fyriklæði, yvirpartur, sum er troyggja ella blusa og turriklæði um herðarnar og ofta eitt um høvdið. Hetta vóru vanlig klæði hjá konufólki og hjá teimum eldru alla fyrru helvt av tjúgundu øld og seinni við. Hesi klæði hava ivaleyst verið fyrimyndin til kvinnubúnan, sum varð til, tá kongur vitjaði í 1907, og sum hetta seinasta mannaminni er farið at minna um pyntaðar sleivir. (Fornminnissavnið eigur myndina) Samkoma á Vágseiði tíðliga í tjúgundu øld, umleið 1905 til 1915. Nógv fólk er komið saman, ivaleyst væl fleiri enn hundrað, og har er minst helvtin konufólk. Nakrir menn eru í føroyskari húgvu, og einir tveir eru í føroyskum klæðum, men har er ikki eitt einasta konufólk, sum er í nøkrum, ið ber á brá av føroyskum klæðum. (Fornminnissavnið eigur myndina)