Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 140 - 24. juli 2007 tíðindi Teir fimm, sum fríggjadagin kl. 17.47 stóðu ovast á Búgvanum – 188 metrar hø­gi drangin uttanfyri Ambadal norðan fyri Gjógv – vóru feðgarnir Herman Eysturoy og Absalon Eystur­ oy. Systkinabarn Absalon, sum er Rasmus Eysturoy og vinmenn teirra Heini Hátún og Fróði Samuelsen. Í 2005 fóru teir undir at arbeiða seg upp á Búgvan, og í fjø­r var um reppið tað eydnaðist teimum at koma upp. Í ár gjø­rdu teir triðju royndina, og tredje gang gjø­rdist eisini teirra lykkens gang, tí tá eydnaðist umsíðir at vinna allan vegin upp. Við blaðið í gjár segði Absa­ lon Eysturoy, at tað var ein veldig kensla, tá teir umsíðir stóðu ovast á Búgvanum, har fólk ikki hevur verið síð­ ani 1927 – altso 80 ár. Vit prenta her eina mynd av teimum fimm garpunum uppi á Búgvanum, sum ikki kom við í blaðið í gjár, men sum tit nú fáa hø­vi at sígg­ ja. -rólant Hetta eru garparnir Fremst frá vinstru er tað Fróði Samuelsen og við hansara lið Heini Hátún. Aftanfyri hann hava vit Rasmus Eysturoy og við síðuna av honum Herman Eysturoy, og longst til vinstru sonur hansara Absalon Eysturoy Sosialurin skrivaði í gjár um teir fimm garparnar á Búgvanum, og nú prenta vit so eina mynd av teimum, so vit síggja Henda myndin er frá í fjør, tá teir fimm fyri aðru ferð royndu at klatra niðan á Búgvan Fimm fegnir mans í bátinum eftir at vera komnir niður av Búgvanum Á veg niðan á 188 metur høga drangin