Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 VINNA Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Hann kom sum eitt stjørnuskot inn í ta føroysku vinnuverðina fyri góðum trimum árum síðani. Men tá hevði hann longu roynt eitt sindur av hvørjum. – Eg eri ein positivur persónur, sigur Christian Nagata, og tú merkir beinanvegin eina auru av orku, íblástri og nærlagni, tá hann stígur inn í rúmið. Tað er ikki ilt at skilja, at maðurin leiðir eina fyritøku við 100 fólkum. Christian Nagata er annar av stjóru num á tí stóra KT- og sam skiftis- samtakinum Nema, og herfyri gjørdist hann nýggjur nevndarformaður hjá Føroya Shell. Sum smádrongur og hálvvaksin í Klaksvík egndi hann og royndi at rógva út. Men hóast Christian ikki hevur búð í heimstaðnum síðan 1986, tá hann gjørdist studentur við Gøtugjógv, undirstrikar hann framvegis, at hann er klaksvíkingur við stórum K. Tað hoyrist eisini týðiliga á málinum. Eftir at hava búð í Havn, lokið hægri útbúgving og arbeitt innan altjóða bankaheimin, avgjørdu hann og konan, Elin, í 1998 at royna nakað nýtt. Við tveimum børnum fluttu tey við bara átta flytikassum yvir um hav og búsettu seg í Los Angeles, har Christian eigur familju. Í L.A. fekk hann ábyrgdina av at byggja upp urfyritøkuna Chase-Durer, sum familjan átti, og eftir bert fáum árum var hetta urmerkið selt í fleiri enn 300 handlum í USA og víða um í heiminum. Søgan selur – Tað snýr seg um marknaðarføring, marknaðarføring og aftur marknaðar- føring, sigur Christian, tá hann byrjar at greiða frá yrkisleiðini. Tað er týdningarmikið við sokallaðari story telling. Vøran skal hava eina søgu. T.d. keypti Christian einaferð eitt petti av einum B-52-bumbuflogfari frá sjálvum Pentagon. B-52 er einasta flogfar hjá amerikanska flogvápninum, sum kann hava øll sløg av bumbum umborð. Líka frá handgranatum til brintbumbur. Christian syrgdi síðan fyri at smelta stýrihúsið til myntir, sum vórðu festar á baksíðuna á urunum og seriu- nummurerað. Urini blivu við hesum heilt serstøk, av tí at ein partur av einum B-52 fylgdi við, og hetta dámdi fólki væl. Hetta var tó ikki tað einasta, ið Christian gjørdi fyri at marknaðarføra Chase-Durer. Við einum brosi fortelur hann, at tey gjørdu nógv burturúr í USA, at urini hoyrdu heima í Genève. Í Europa varð hinvegin sagt, at heimstaðurin var Beverly Hills. Hetta gjørdi ikki áhugan minni. Umframt at lýsa í bløðum sum Time, Newsweek og Vogue bjóðaði Christian sær eisini til at gera serlig ur til tær ymisku deildirnar í amerikanska herinum við tí treyt, at onnur eisini kundu keypa tey. Eitt nú fingu flogskipararnir á F-16 fløgførunum, ið allan sólarringin ansa eftir Washington D.C., sítt serliga ursnið, meðan aðrar eindir fingu sítt snið. – Tað eru altso túsundtals ameri- kanskir hermenn í Afganistan og Irak, sum ganga við hesum urunum, staðfestir Christian, og minnist aftur á, at sultanurin av Oman plagdi at bíleggja 20 serlig ur um árið við gulli og gimsteinum fyri eina ørandi upphædd. Urini hjá Christiani vóru tó kapp ingar- før í prísi, hóast tey vóru talmerkt og í høgari góðsku. T.d. var glasið úr safir, sum bara ein diamantur kann skøva. Á heimsins tindum Sum eitt annað dømi um marknaðar- føringina nevnir Christian, at hann í 2004 varð sponsorur hjá einum fjallaklintrara, sum setti sær fyri at klintra á sjey tey hægstu fjøllini í øllum heimspørtunum – The Seven Summits. Um skøvningin hevði hann sjálvandi ur frá Chase-Durer, og hetta var eisini við til at skapa hugtøk, vit við fremmandum orðum kalla image, brand og story telling. Urini høvdu jú við hesum verið á støðum sum Kilimanjaro og Mount Everest í Himalaya, og sovorðið er vælegnað til marknaðarføring og story telling. Harafturat brúktu t.d. Dennis Quaid, Steven Seagal - og ikki minst John Travolta í filminum »The Punisher« - ur frá Christiani. Hoyvík heldur enn L.A. Christian búði í USA í 8 ár og hevði hug at verða búgvandi har. Hann skemtar tó við, at tá konan er úr Hoyvík, so er ikki lætt at verða búgvandi í L.A. Tey avgjørdu tí at flyta aftur til Før- oya. Í fyrstu syftu varð hon í Føroyum eina tíð, meðan Christian var eftir við børnum, men ferðaðist javnan heim. – Eg royndi í fyrstuni at lata sum um, at vit ongantíð fluttu heimaftur, men Elin vildi aftur til Føroya, flennur hann. Christian hevur tó ongantíð gloymt hitan, luktin og dynamikkin í L.A. – Men tað er deiligt at vera aftur í Føroyum. Her er trygt, og nú eiga børnini framtíðina, sigur hann, sum ikki dylur fyri, at tað týdningarmesta í hansara lívi eru tey 4 børnini og konan, tí uttan tey hevði tað ikki borið til. Christian er nevniliga familjumaður og fer tíðliga upp við børnunum. Hann sigur, at hann svevur einar fimm tímar um samdøgrið. Tá hann búði í L.A., og konan arbeiddi í Føroyum, fór hann dagliga upp klokkan seks við børnunum á kafé at eta morgunmat, áðrenn tey vórðu koyrd í skúla. Christian greiðir frá, at hóast hann júst er vorðin annar av stjórunum á eini stórum samtaki við seks samanløgdum fyritøkum, hevur hann enn onga skrivstovu, men brúkar fartelduna, fartelefonina og bilin. Telefonin er tó sløkt millum klokkan 18 og 22, tí tá vil hann vera saman við familjuni. Val og vinnulív Nemastjórin leggur nevniliga dent á, at lívið inniber nøkur val. Og tá tað snýr seg um vinnulív, er tað týdningarmikið at leggja langtíðarætlanir heldur enn at vera impulsivur. Tá hann gjørdist stjóri á Com-Data var eitt tað fyrsta, hann gjørdi, at spyrja starvsfólkið, hví tey arbeiddu har. Onkur svaraði, at tað var tí, at arbeiðsplássið lá í Klaksvík. Christian sigur seg tó vilja, at fólk skulu arbeiða hjá Nema, tí tað er spennandi, og tí fólk føla, at tey sjálv fáa nakað burturúr tí, og ikki tí at tað liggur á einum ávísum staði. Christian Nagata, 39 ár Annar av stjórunum í Nema Nevndarformaður í Føroya Shell og Guðrun og Guðrun Nevndarlimur í Simprentis Útbúgvin HA-dat – Teldu- og búskaparfrøði (DØK) Cand. merc. aud. – Roknskap og grannskoðan Giftur Elin S.W. Poulsen, útvarpskvinnu 4 børn í aldrinum 1, 7, 9 og 16 ár Búsitandi í Hoyvík FAKTA - Tað snýr seg um marknaðarføring, marknaðarføring og aftur marknaðarføring, sigur Christian Nagata, stjóri í Nema. Sum leiðari vil hann ráða fólki til at royna veingirnar uttanlands, áðrenn tey venda heim aftur til Føroya. Hann tosar út frá egnum royndum. Í átta ár var hann við til at byggja eina altjóða urfyritøku upp í L.A. har hann m.a. var við til at selja ur til sultanin av Oman og keypti eitt B-52-bumbuflogfar til marknaðarføringina, sum m.a. fór fram í bløðum sum Vogue, Newsweek og Time Keypti bumbu flogfar til marknaðar føroying Mynd: Sunva Ey. Lassen