týsdagur 24. juli 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 140 - 24. juli 2007
21
Fyrra hálvár hjá
Suðuroyar Sparikassa
í ár royndist væl.
Áðrenn skatt er
úrslitið 3.235.000
krónur og roknað
verður við, at
ársúrslitið í ár verður
tað besta nakrantíð
PENINGARSTOVNUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hálvársúrslitið hjá Suður
oyar Sparikassa hesaferð er
bert 124.000 kr frá tí besta
ársúrslitinum nakrantíð. Í
fjør var gav fyrr hálvár
1.236.000 kr.
Sparikassin hevði fram
gongd í nettorentuinntøk
unum við 1.345.000 kr
samanborið við fyrra hálvár
2006. Vøksturin svarar til
21%. Vøksturin stavar fyrst
og fremst av, at renturnar
hava verið hækkandi, og
trýstið á 1. prioritetsrentuni
er minni nú enn í fyrsta
hálvárið 2006.
Nettorentu og kostnaðar
inntøkurnar hjá sparikassa
num fyrra hálvár 2007 vóru
9.506.000 kr. Hetta er
1.194.000 kr betri enn fyrra
hálvár
2006.
Vøksturin
uppá 14% stavar í høvuðs
heitinum frá tí økta rentu
marginalinum.
Vinningurin av virðis
brøvum fyrra hálvár 2007
gav 567.000 kr. í yvirskoti
og er hetta 742.000 kr hægri
enn sama tíðarskeið í 2006.
Útreiðslurnar til starvs
fólkið, umsiting v.m. eru
lækkaðar við 7%, hetta
kemur í høvuðsheitinum av,
at útreiðslurnar hjá spari
kasssanum
fyrra
hálvár
2006
vóru
tengdar
av
stakútreiðslum av umskipan
til partafelag. Lækkingin í
útreiðslunum
er
uppá
539.000 kr. frá 8.020.000
kr. til 7.481.000 kr.
Væntað verður, at útreiðs
lurnar verða hækkandi í
seinnu helvt av 2007, tí tað
verða fleiri starvsfólk í spari
kassanum seinna hálvár.
Sparikassin hevur flutt
aftur 987.000 kr. upp á
skuldarar samanborið við
afturflytingar
upp
á
1.297.000 kr. fyrra hálvár
2006. Afturføringarnar eru
ikki væntandi í sama mun í
seinna hálvár 2007.
Sparikassin hevur eisini
økt avskrivningarnar upp á
fastar ognir, maskinur og
innbúgv frá 212.000 kr
fyrra
hálvár
2006
til
343.000 kr. fyrra hálvár
2007. Hetta kemur av
øktum
íløgum
fyri
at
nútímansgera sparikassan.
Fíggjarstøða sparikassans
javnvigar við 435 mió. kr.
ultimo juni 2007 ímóti 389
mió. kr. ultimo juni 2006.
Hetta er ein vøkstur uppá
12%. Sama tíðarskeið eru
innlánini vaksin við 10%,
úr 334 mió. kr. til 367 mió.
kr og útlánini eru vaksin
við 11%, úr 340 mió. kr. til
376 mió. kr.
Eginpeningur sparikassa
ns er nú 44.711.000 kr.
Solvensur sparikassans ulti
mo juni 2006 var 15,6% í
mun til 15,3% sama tíðar
skeið í 2007. Tað er væl
oman fyri lógarinnar krav,
ið er 8%. Eginognin hevir
forrenta seg við 7,5%.
Fyrra hálvár hevur verið
ávirkað av øktum rentu
inntøkum, kursvinningi og
stórum afturføringum.
Suðuroyar
Sparikassin
væntar at ársúrslitið fyri
2007 verður tað besta
nakrantíð.
www.shell.fo
Føroya Shell P/F | Vestara Bryggja 8 | Postboks 188
FO-110 Tórshavn | Tel 34 74 00 | Fax 34 74 90 | shell@shell.fo
Í sambandi við at Heðin Samuelsen hevur starvast hjá P/F
Føroya Shell í 20 ár, verður almenn móttøka hósdagin 26. juli
2007 á høvuðsskrivstovuni hjá Shell á Viðarnesi frá kl. 15-17.
Hetta verður samstundis seinasti arbeiðsdagur hjá Heðini, tí
tá fer hann eisini frá vegna aldur.
Øll eru vælkomin
Móttøka
Góðar tríggjar
miliónir krónur
í yvirskoti
Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa kann fegnast
um sera góða hálvársúrslitið – og nærum er eins gott og besta
heilársúrslitið hjá sparikassanum