týsdagur 24. juli 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Christian undirstrikar, at tað týdningar
mesta tilfeingið í Nema er starvsfólkið,
og tí heldur hann tað eisini vera
umráðandi, at fólk vinna sær royndir
uttanlands.
– Eg vil heldur ráða fólki at fara
uttanlands at fara til t.d. London – enn
at koma at arbeiða á Reproz beint eftir
lokna útbúgving, sigur Christian, og
sipar til hvussu týdningarmikið tað er við
royndum frá fyritøkum uttanlands.
Føroyar broyttar
– Eg haldi, at vit eru heppin at liva í
eini tíð, har opinleikin ræður. Nú er tað
»loyvt« at tjena pengar, sigur Christian,
sum heldur at føroyska samfelagið er
nógv broytt, síðani hann fór hiðani niður
at lesa seinast í áttatiárunum.
– Eg haldi, tað er globaliseringin,
er Christian skjótur at svara, tá hann
verður spurdur um orsøkina. Hann
minnir á, at vit kanska høvdu hug at
smílast at íslendingum, tá tað ljóðaði, at
tað byrjaði at ganga illa hjá teimum, og
at vit eisini høvdu hug at flenna, tá danir
eisini fóru at siga hetta um íslendingar.
Men hetta hevur enn ikki víst seg
at vera rætt, og Christian heldur, at
íslendingar í dag hava prógvað, at sjálvt
um man er ein lítil tjóð, so ber til at seta
sær stór og altjóða mál.
Hann metir ikki, at støðan í dag í
Føroyum, kann metast við áttatiárini.
– Tey, sum halda tað, hava ikki skilt
føroyska búskapin, sigur Christian og
minnir á, at vit nú hava fleiri bein at
standa á. Ikki tí, onkur endar við at fara
á heysin, metir hann, men tað verður
ikki alt samfelagið.
Christian metir KTvinnuna sum
eina serstaka vinnu, av tí at hon er
sera fjøltáttað og verður brúkt í øðrum
vinnum umframt at vera ein vinna í sær
sjálvum.
– Tey ungu skilja betur KT, enn vit
gomlu, sigur Christian, sum enn er í
30’unum.
– Tað er kanska tað einasta, tú kanst
sita í Føroyum og framleiða, ið kann
brúkast aðrastaðni, uttan at tú noyðist
at gjalda flutningsútreiðslur, og harvið
ert tú ikki fyri mismuni, tá ið tú kappast
við hini á marknaðinum.
Fólk og førleikamenning
Christian viðgongur, at møguleikin
at vinna pening er størri í L.A. enn í
Føroyum. Men tað er stuttligari her,
sigur hann, og sipar til tað at byggja
eina fyritøku upp. Hann vil vera við, at
sjálvandi er tað gott at kunna forsyrgja
síni familju og sleppa at ferðast
viðhvørt, men annars eru pengar ikki
nakað endamál í sær sjálvum.
Í KTvinnuni er sum nevnt hørð
kapping um fólkið, og Christian hevur
sett sær fyri at fáa tað besta fólkið at
arbeiða hjá sær.
– Hjá okkum er ólógligt at siga, at
okkurt er gott nokk tað skal verða
perfekt.
– Ella sum tey siga á Reproz: Tað skal
skora at arbeiða á Reproz, og tað krevur,
at vit altíð eru best, sigur stjórin og
brestur út úr at flenna. Hann er knappur
í vendingini, og tað er skjótt millum ta
gestikulerandi veipanina og tað stillføra
smílið.
– Tey skulu elska at vera har. Tað
snýr seg ikki bara um pengar. Sjálvandi
skulu tey hava góða løn og góðar
umstøður, men eisini førleikamenning,
sigur ein heldur álvarsamari Christian,
ið ikki heldur, at føroyskar fyritøkur sum
heild gera nóg mikið við at menna síni
starvsfólk. T.d. heldur hann, at fyritøkur
eiga at gjalda fyri skeið og útbúgving
hjá starvsfólkunum.
Tú skalt fara við tínum starvsfólki,
sum tú vilt, tey skulu fara við tær. Vit
skulu menna tey og vera við til at satsa
alla tíðina og aftur fyri fært tú tey bestu
fólkini.
Christian heldur, at í einum heitum
búskapi, har ringt er at fáa fólk, og
har tað altíð er ov nógv at gera, er tað
umráðandi, at ansa eftir, at fólkini ikki
brenna út, tí tey skulu jú halda í 2040 ár
afturat, heldur enn bara 3 ár.
– Klára vit ikki at halda upp á ein
persón, er tað mítt problem, staðfestir
stjórin.
Christian leggur dent á, at í eini
fyritøku er týdningarmikið við eini
langtíðarætlan heldur enn impulsivum
avgerðum. Tað er alneyðugt við eini
strategi, visjón og misjón, fyri at ein
kann røkka sínum málum.
Í hesum sambandi hevur Nema
eisini orðað nøkur virði, sum fyritøkan
skal arbeiða eftir. Virðini eru opinleiki,
førleiki, áræði og passión, tvs. vit skulu
lurta eftir okkara kundum, verða opin
fyri input og samstørv og altíð menna
okkara vitan, so okkara kundar altíð fáa
ta bestu ráðgevingina, sum Christian
tekur til.
Tað seinasta virðið, hann nevnir, er
passión, og hetta ber ikki til at læra. Tí
er neyðugt, at fólkini trívast, og nakrar
ferðir um árið verða arbeiðsplássini í
Klaksvík, Havn og Saltangará stongd, og
bussar fara eftir starvsfólkunum, sum
síðani hittast til starvsfólkadagar.
Stirvin skúli
Tað eru tó ávísir grundleggjandi munir
á USA og Føroyum, hóast Christian sum
nevnt metir tað vera »loyvt« at tjena
pengar í Føroyum í dag.
– Jantelógin er ikki til har yviri
– tíbetur.
– Í Føroyum sigur man t.d., at hann
er babbasa drongur, um onkur fer upp
í eitt familjufirma. Í USA sigur man, at
tað er fantastiskt, at onkur arbeiðir hjá
sínum foreldrum og harvið er við til at
víðari menna tað, sum foreldrini hava
bygt upp.
Í hansara hugaheimi er ein ameri
kanisering positiv, hóast hann avgjørdur
sigur, at tað hevur sínar fyrimunir at
búgva í Føroyum.
Tá fotografurin spyr, um tað ikki er
okkurt, ið kann gera hann í ringum lag,
svarar hann nei.
Men eftir einari løtu, tá hann hevur
hugsað seg um, má hann tó nevna eitt.
– Tað er so ikki veðrið. Men fólkaskúl
in kann fá meg í ringt lag, sigur hann.
– Man sigur altíð, at tað eru børnini,
sum tað er galið við, ikki lærarunum,
sigur Christian, ið heldur, at føroyska
fólkaskúlaskipanin ofta er stirvin, og
at tað er heldur trupult hjá næmingum
at fáa nøktandi avbjóðingar, av tí at øll
skulu fylgjast.
Verðin er stór
Sum nevnt er marknaðarføring ella
branding eitt av lyklaorðunum hjá tí
unga vinnulívsmanninum við teimum
drúgvu royndunum. Í L.A. keypti hann
eitt lýsingarvirki, sum burturav arbeiddi
fyri urfirmaið hjá sær. Marknaðarføring
ella branding er eisini ein av orsøkunum
til, at Christian saman Rolf Herup Olsen
og íløgufelagnum Løkir hevur arbeitt við
at lagt tær seks fyritøkurnar saman, sum
í dag eru í samtakinum Nema. Hann trýr
nevniliga upp á, at innovatiónin verður
best, tá ið KThøvd og kreativ høvd verða
sett saman, sum hann málber seg.
Enn er tó ikki heilt greitt, nær Nema
ætlar sær út um landoddarnar. Tó nevnir
Christian, at Nema longu hevur sett á
stovn dótturfelag í Íslandi.
– Vit skulu fyrst gera fyritøkuna klára,
sigur hann, og sipar til, at vit kunnu vit
vænta at síggja enn fleiri fyritøkur undir
Nemasamtakinum.
Hann himprast heldur ikki við at
siga, at hóast føroyskar fyritøkur eru
kappingarneytar á heimamarknaðinum,
so kunnu tær vera væl og hjálpa hvørj
ari aðrari, tá ið tær fyrireika seg til
marknaðin uttan fyri Føroyar.
– Verðin er so stór, at vit møtast
ongantíð har úti.
– Man sigur altíð, at tað eru børnini,
sum tað er galið við, ikki lærarunum
– Tú skalt fara við tínum starvsfólki,
sum tú vilt, tey skulu fara við tær
– Í Føroyum sigur
man t.d., at hann er
babbasa drongur, um
onkur fer upp í eitt
familjufirma, sigur
Christian Nagata
’’
’’