týsdagur 24. juli 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 140 - 24. juli 2007
tíðindi
Áttanda árið á rað
skipaði Bátafelagið
fyri »Dans på brygg
an«. Kartni Olsen,
formaður í felagnum
metir, at millum
eitttúsund og tólv
hundrað fólk vóru til
tiltakið, umframt eitt
stórt tal av bátum
HUGNAKVØLD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tekningar: Claus Seidel
Tórshavnar Bátafelag hevur
í februar mánaði komandi
ár tíggju ára hátíðarhald, og
fyri áttandu ferð skipaði
felagið farna vikuskiftið
fyri »Dans på bryggan«-til-
takinum.
Hetta er eitt lutfalsliga
nýtt tiltak um okkara leiðir,
og er meiri enn vanligt
tengt at veðrinum, tí so at
siga alt gongur fyri seg
uttandura. Og í so máta
vóru fyrireikararnir serstak-
liga hepnir, tí veðrið var
sum kunnugt av tí allarbes-
ta.
- Tað hepnaðist stak væl.
Tað var nógv fólk, og vit
gjørdu okkum ómak við at
leggja bátarnar inn og út
soleiðis, at fólk sluppu und-
an at klóra tvørtur um fleiri
bátar. Eisini høvdu flestu
bátarnir hesi trygdarnetini,
og tað er ein stór hjálp, sig-
ur Kartni Olsen, sum er for-
maður í Tórshavnar Bátafe-
lag, sum skipar fyri tiltakin-
um.
Hann leggur dent á, at tað
er av stórum týdningi, at
bátafólkið hugsar um trygd-
ina, tí tað er í mongu førum
heilar familjur, sum koma
til tiltøk av slíkum slag,
kanska ikki just til dans på
bryggen, men avgjørt til
Ólavsøkuna.
- Hetta er ein hugnaløta
fyri bæði havnafólk og
avbygdafólk. Tað vísa eisini
mongu bátarnir, ið koma til
dansin. Vit royna eisini at
hugna um við at selja búff-
ar, og vit hava bara hoyrt,
hvussu vælsmakkandi teir
eru. Tað hevur øll árini ver-
ið Rasmus Magnussen, sum
hevur kokkast fyri okkum,
sigur Kartni Olsen.
Skal dansast, so má eisini
tónleikur vera, og seinastu
tvey árini hevur tað verið
LM-band, ið hevur staðið
fyri honum. Hvussu verður
næsta ár er eingin støða tik-
in til enn.
- Veðrið var so avbera
gott, og fólkið nógv í tali,
millum túsund og tólvhundr-
að. Vit hava verið noyddir
at seta upp ein WC-vogn, tí
okkara egnu WC strekkja
ikki til so nógv fólk. Men
vit gera annars alt fyri at
økið er reint og ruddiligt
beinanvegin, tiltakið er av.
So klokkan sjey sunnumorg-
unin var klárt hjá sópibilin-
um at koma framat, og tá
høvdu vit ruddað ikki bara
okkara egna øki, men eisini
rundanum tað, sigur Kartni
Olsen.
Virkið felag
Felagið hevur sum nevnt
skjótt tíggju ár á baki, og
hesa tíðina hevur tað verið
Veðrið var