týsdagur 24. juli 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 140 - 24. juli 2007
27
tíðindi
Tey seks, sum vóru
dømd til deyða í Libya
fyri at hava smittað
fleiri hundrað børn
við HIV, komu heim
til Bulgaria í morgun.
Afturfyri fáa tey
smittaðu børnini og
foreldur teirra hjálp
Tað vóru seks ovurfegin
fólk, sum komu út úr
flogfarinum í altjóða flog
havnini í Sofija í morgun,
og tað vóru nøkur ovurfegin
avvarðandi, sum tóku ímóti
teimum.
Orð eru óneyðug. Eg
gleði meg bara til at taka
um hana, segði Ivaylu
Nikolchovskij,
sum
var
komin út á flogvøllin at
taka ímóti mammu síni,
sjúkrasystrini
Snezlanu
Dimitrova.
Saman við fýra starvs
feløgum og einum lækna
hevur hon sitið í fongsli í
Libya síðani 1999, tá tey
vórðu dømd fyri at hava
givið
meiri
enn
420
libyskum
børnum
HIV
smittað blóð. 56 av børnu
num eru síðani deyð av
sjúkuni.
Í rættinum í Tripoli vórðu
tey seks dømd til deyða,
men í síðstu viku gjørdi ein
hægri dómstólur av at broyta
dómin til lívlangt fongsul.
Tað gjørdi, at tey seks kundu
sendast til Bulgaria, tí
sambært einum sáttmála frá
1981 kunndu tey bæði
londini senda hvør øðrum
ríkisborgarar,
sum
hava
fingið fongsulsrevsing.
Tá tey seks komu til
Bulgaria í morgun, komu
tey við flogfarinum hjá
franska forsetanum. Tað
komst av, at franska forseta
frúan,
Cecilia
Sarkozy,
hevði verið í Libya saman
við
uttanríkiskommiseri
num hjá ES, Benitu Ferrero
Waldner, har tær høvdu
tingast við libysku myndug
leikarnar um at senda tey
dømdu til Bulgaria.
Sambært avtaluni, sum
Libya og Bulgaria hava
gjørt um tey seks, binda
Bulgaria og ES seg til at
bøta um korini hjá teimum
HIVsmittaðu
børnunum.
Millum annað skal libyska
sjúkrahúsverkið fáa betri
útgerð til at viðgera HIV
sjúklingar, og ein grunnur
skal rinda avvarðandi hjá
teimum smittaðu børnunum
endurgjald.
Ísraelski forsetin,
Shimon Peres, sigur,
at allur heimurin
eigur at standa
saman og at noyða
Iran at sleppa sínum
kjarnorkuætlanum
Iran ger sær dælt av, at
heimurin stendur spjaddur,
sigur Shimon Peres við
franska blaðið Le Figaro.
Hann vísir á, at Vestur
heimurin hevur leingi roynt
at fáa altjóða samfelagið til
at taka lógvatak fyri at
steðga iransku kjarnorku
ætlanunum,
men
uttan
úrslit, tí summi lond eru
ímóti.
So leingi vit eru ósamd,
er Iran sterkt, sigur ísraelski
forsetin og minnir á, at
altjóða trýst kann bera
frukt. Lond sum Ukraina,
Libya,
Suðurafrika
og
Norðurkorea hava slept sín
um kjarnorkuætlanum eftir
altjóða trýsti, sigur hann.
Hildið verður fyri vist, at
Ísrael hevur kjarnorkuvápn,
hóast landið ongantíð hevur
viðgingið, at tað er so.
Serfrøðingar halda kortini,
at Ísrael hevur umleið 200
kjarnorkuløðingar.
Stutt Sagt
Somalar
flýggja
Ta seinastu vikuna eru
umleið 10.000 fólk flýdd
úr somaliska høvuðsstað
num Mogadishu, sigur
flóttafólkadeildin hjá ST,
sum leggur afturat, at
millum tey flýggjandi eru
mong, sum fyri stuttum
komu aftur til býin . Men
tað er so ótrygt at vera í
býnum, at tey hava valt at
fara
avstaðaftur.
ST
heldur, at umleið 400.000
fólk eru flýdd undan
bardøgum og ófriði í
Mogadishu. Í vár komu
fleiri túsund heimaftur, tí
tað var vorðið eitt sindur
friðarligari, men nú gong
ur tað aftur tann skeiva
vegin, sigur ST.
Ikki til
Bretlands
Russisku myndugleikarnir
hava nú endaliga havnað
bretska kravinum um at
fáa
fyrrverandi
KGB
mannin Andrej Lugovoj
útflýggjaðan til Bretlands.
Bretska ákæruvaldið vil
vera við, at tað var
Lugovoj, sum gav fyrr
verandi agentinum Alex
ander Litvinenko eitur, tá
nteir báðir hittust í London
í november í fjør. Russisku
myndugleikarnir siga, at
bretsku prógvini eru ikki
nóg góð, og tí verður
Lugovoj ikki latin bretum.
Eitt annað er, at russisk
lóg forðar myndugleiku
num at útflýggja russiskar
borgarar til rættarsókn í
øðrum londum.
AIDS
vinnur
Sambært Anthoni Faci,
sum er AIDSráðgevi hjá
George W. Bush, er heim
urin í ferð við at tapa bar
dagan ímóti AIDS. Hann
sigur við amerikanskar
fjølmiðlar, at hvørja ferð
ein AIDSsjúklingur kem
ur í viðgerð, verða seks
onnur smittað. Harafturat
vísir tað seg, at bara ein
fjórðingur
av
teimum
smittaðu
fáa
viðgerð,
sigur Anthoni Faci.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Franska flogfarið er farið á flog og er á veg
til Bulgaria við teimum seks umborð
(franska forsetaskrivstovan í morgun)
útlond
Latin leys aftur fyri hjálp
Átta ár sótu tey í libyskum fongsli, og fyri stuttum fingu tey deyðadóm staðfestan. Í morgun sluppu tey úr fongslinum
Mugu standa saman ímóti Iran
- Heimurin má standa saman ímóti Iran, sigur Shimon Peres