týsdagur 24. juli 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
- Eg havi ikki tal á, hvussu
nógv føroysk klæði eg havi
gjørt, sigur 75 ára gamla
Jutta Hansen, sum hevur
avgjørdar meiningar um, nær
føroyski búnin situr væl og
ikki
FØROYSK KLÆÐIR
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
– Eg elski handarbeiði. Tað er so stutt
ligt og hugnaligt at sleppa at gera vøkur
ting. Mær dámar at vera í gongd, sigur
Jutta Hansen, meðan hon skeinkir te,
og 78 ára gamli maður hennara, Finnur
Hansen, ruddar eitt sindur upp.
Jutta og Finnur Hansen húsast í
hugnaligum húsum, sum hava ein lit,
sum vísir, at her er ikki talan um keðilig
fólk. Jutta hevur seymað, broderað
og bundið til føroysk klæði, líka síðani
døturnar komu og bóðu hana seyma
teimum føroyskan búna.
Manninum seymaði hon ein før
oyskan búna, tá hann fylti 75, og hon
hevur eisini seymað til nógv av ommu
børnunum.
– Vit eiga 14 ommubørn, og tað hevur
alt meira ella minni gingið gjøgnum
hondina hjá mær, sigur Jutta flennandi.
Føroyski búnin er ofta knýttur at
søgum og siðum. Fastar reglur eru,
hvussu alt skal síggja út, og allir partar
av búnanum hava teirra serstaka heiti.
Men nógv velja eisini at bróta eitt
sindur frá og velja øðrvísi litir og annað.
Jutta hevur onki ímóti, at fólk velja
okkurt øðrvísi. Øll ommubørnini hava
havt síni serligu ynski, men hugflogið
skal vera útint við skili.
– Eg sá eina kvinnu við reyðum hári,
reyðum turriklæði og reyðum fyriklæði.
Tað var ikki serliga pent. Tað má vera
stílur í. Og serliga menn mugu duga at
lata seg betur í.
Sonur Juttu, Sofus Hansen, hevur
ongantíð ynskt sær búna. Men einaferð
ynskti hann sær vest.
– Hann er so fittur í hondunum og
veit, hvat hann vil, so hann teknaði
vestin sjálvur, og so seymaði eg hann.
Hann brúkti hann saman við vanligum
klæðum. Tað hevði eg ongantíð sæð fyrr.
Men knappliga varð tað hægsti móti,
og so tímdi Sofus ikki at brúka hann
meir. Tað var onki stuttligt, tá øll onnur
eisini gjørdi tað, sigur Jutta við einum
skeivum smíli.
– Tað, sum upprunaliga setti ferð á
seymingina, var ein kona, sum kom og
spurdi, um eg kundi hjálpa henni við
at seyma ein vest. Eg hevði bara gjørt
kvinnubúnar og visti onki um vestar.
Eg lænti eitt mynstur, men helt tað ikki
vera nóg gott. Eg og dóttirin gjørdu so
eitt betri mynstur, vesturin sat perfekt,
og síðani vant tað bara upp á seg við at
seyma fyri fólk.
Troyggjumynstrið, sum Jutta brúkar, er
úr Nólsoy, og tað hevur serligar dygdir,
sigur hon. Silkikanturin er ikki seymaður
fastur aftanfyri, tí har slitnar hann so
illa. Í staðin er ein troklitráður seymaður
runt kragan, sum fær hann at sita betur.
Jutta fortelur um eina konu, sum kom
við sjógv á baki aftur við einari slíkari
troyggju.
– Hon var rásandi og segði, at
troyggjan var ikki liðugt seymað. So bað
eg hana lata sonin í troyggjuna. Hon sat
perfekt, og alt var, sum tað skuldi.
Góð ráð til ólavsøkuna
– Eg havi ongantíð tímað at gingið í
býnum á ólavsøku. Øll kenna Finn og
ynskja at práta við hann, og so standi eg
bara har og gløði, sigur Jutta.
Finnur Hansen, sum gjørdist fólkaogn
við kenda sanginum, Undurfulla Land,
hevur annars føðingardag á ólavsøku,
og Juttu dámar væl at hava gestir og at
stákast, men í ár væntar hon ikki, at tey
fara at gera so nógv burtur úr.
Hóast hon ikki sjálv fer á ólavsøku,
hevur seymikonan í Hoyvík nøkur góð
ráð til tey, sum eiga føroyskan búna ella
ætla at fáa sær ein.
– Nøkur mannfólkaklæði hava so
keðiligt snið, at bæði ermar og herðar
eru full av rukkum. Føroysk klæði skulu
ikki hava puffermar, og vesturin má
ikki vera ov stuttur. Hjá kvinnunum
skal erman vera so long, at hon kemur
næstan niður til albogan, og turriklæðið
skal leggjast so, at erman kemur undan,
og mallurnar á troyggjuni skulu sita
tættari um miðjuna enn um bringuna,
sigur blíða seymikonan at enda.
Tað skal vera stílur í
Jutta Hansen seymaði manni sínum, Finni Hansen, føroysk klæðir, tá hann fylti 75 ár
Mynd: Sunva Ey. Lassen