týsdagur 24. juli 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 140 - 24. juli 2007 ]
Ble
til AB
Sterki miðvallarin
hevur leingi vilja
úr VB/Sumba,
og nú skal hann
spæla á Argjum,
har hann skal
avloysa Vagn
Mohr Mortensen
á sentrala miðvølli
num. VB/Sumba
hevur tó eisini sín
avloysara kláran
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seint
í
gjárkvøldið
kundi leiðslan í VB/
Sumba vátta, at Evrard
Ble restina av kappingar
árinum fer at spæla fót
bólt á Argjum.
Við
hesum
hevur
VB/Sumba slept ein av
sínum týdningarmestu
spælarum til liðið, sum
saman við suðuroying
unum roynir at vinna
seg upp um niðurflyt
ingarstrikuna, og tað í
sjálvum sær er merkis
vert.
Hinvegin er tað neyv
an nøkur loyna, at Ble
seinastu tíðina hevur
roynt at sleppa úr felag
num. Longu í fjør ljóð
aði, at B36 royndi at
fáa spælaran í sín hóp,
men tann handilin varð
tó av ongum.
Og at VB/Sumba hev
ur verið uttanlands og
leitað sær styrk bendir
eisini á, at leiðslan í
longri tíð hevur verið
greið um, at tað skila
besta helst var at loyva
einum ónøgdum spæl
ara til annað felag.
Heilt á berum standa
teir tó ikki á Eiðinum.
Felagið hevur í vár ver
ið í sambandi við serb
iska Marko Moravcic,
og í gjárkvøldið kom
so fráboðan um, at
hesin verður partur av
hópinum tað, sum eftir
er av kappingarárinum.
Tað verður Henning
Joensen eisini. Evnaríki
vágbingurin hevur sein
asta árið roynt seg í
B36 og í B68, men nú
verður tað so aftur í
VB/Sumba, at hann
skal spæla.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Vit fingu fyrst og fremst eitt gott tilboð frá NSÍ,
og hesum hugdu vit at
Steinfinnur Mittelsen, P/F Havnar Fótbóltur
Seinasta dagin, sum
flytingarvindeygað
var opið, hendu hópin
av spælaraskiftum
kring alt landið. Ikki
minst vakti tað ans,
at Christian Høgni
Jacobsen nú aftur skal
spæla við NSÍ eftir
hálvt kappingarár í
HB
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Flytingarvindeygað hjá før
oysku
fótbóltsfeløgunum
læt aftur á midnátt í gjár
kvøldið. Væntast kundi, at
nøkur spælaraskifti skuldu
avgreiðast í seinastu løtu,
men at aktiviteturin gjørdist
somikið stórur, høvdu tey
fægstu helst roknað við.
Álopskarusel hjá
teimum stóru
Størsti handilin í so máta
var helst, tá NSÍ og HB
komu ásamt um, at Christian
Høgni Jacobsen komandi
hálva árið er partur av hópi
num hjá NSÍ. Við hesum
fær NSÍ spælaran aftur,
sum tvær ferðir hevur skot
ið seg til gylta skógvin,
men sum í HB als ikki
megnaði at vísa máltevið,
sum hann at kalla hvørt ár
hevur sýnt í NSÍ.
Í veruleikanum var talan
um eina karusell, sum fór
ígongd, tá Andrew av Fløt
um kom aftur til HB at
spæla. Undan hesum ljóð
aði, at B36 eisini hevði lig
ið framvið eftir undirskrift
hansara, men tá tann roynd
in miseydnaðist, noyddist
felagið at leita aðrar vegir.
Samstundis ljóðaði, at runa
víkingar vildu sleppa sær
av við Anderson, sum hóast
mál síni ikki hevur trivist
so væl í Runavík, og tað
gjørdi B36 sær dælt av.
Leigusáttmáli
Hóast trupulleikar, so hevði
NSÍ neyvan slept toppskjútt
anum, um ikki onnur loysn
var í eygsjón. Tað er eingin
loyna, at felagið hevur ar
beitt hart við at finna nýggj
an áleypara, og venjingin
hjá felagnum var ikki meira
enn byrjað mánakvøldið,
áðrenn junglutrummurnar
fóru
ígongd.
Hetta
tí
Christian Høgni Jacobsen
var millum teirra, sum vóru
at síggja á vøllinum.
Vit fingu fyrst og fremst
eitt gott tilboð frá NSÍ, og
hesum hugdu vit at. Fíggjar
liga er tað jú altíð ein spurn
ingur, hvussu nógvar spælar
ar tú kanst hava í hópinum,
og ítróttarliga skuldu vit
eisini gera av, hvørt tað var
ráðiligt at lata spælaran
skifta í annað felag. Og í so
máta ávirkaði tað sjálvandi
avgerðina, at vit nú eisini
hava Andrew í hópinum,
sigur Steinfinnur Mittel
stein, stjóri í P/F Havnar
Fótbóltur.
Eg skal á ongan hátt geva
Christian Høgna skuldina
fyri okkara úrslit í ár. Men
tað er ein sannroynd, at
hann – eins og restin av hóp
inum – ikki hevur livað upp
til tað, sum vit høvdu vónað
í ár. Og tí var talan kanska
um skilagóða loysn, nú
hann aftur fer at royna seg í
NSÍ. Hinvegin er sáttmálin
við spælaran eisini galdandi
fyri 2008, so vit hava fram
vegis fult álit á, at hetta er
ein spælari, sum kann
styrkja um hópin, sigur
HBstjórin.
Og eisini í NSÍ eru tey
fegin um, at tað hevur eydn
ast at fáa fyrrverandi topp
skjúttan aftur í hópin.
Vit vita, hvørjar dygdir
Christian Høgni hevur sum
áleypari, og ivast í onga
løtu í, at talan er um ein
veldugan styrk, nú vit
fingið hann heimaftur, stað
festir
NSÍformaðurin,
Dánjal Petur Højgaard á
heimasíðu felagsins.
Ikki færri enn 13
heiðursmerki gjørdist
talan um, tá føroyska
fimleikalandsliðið
kappaðist á fimleika
oyggjaleikum á Isle of
Man í farnu viku
Fimleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast bert tvey av vunnu
heiðursmerkjunum vóru úr
gulli, so bóru úrslitini sítt
sjónliga prógv um, at før
oyskur fimleikur væl og
virðiliga er á rættari kós.
Ikki minst, tá hugsað verður
um, at vanliga sterkastu før
oysku kortini, Helgi W.
Olsen og Marit Magnussen,
ikki vóru partur av føroyska
liðnum hesaferð.
Men maður kemur í mans
stað (M/K) verður sagt, og
soleiðis var eisini hesaferð.
Gutti Harryson og Silja Høj
gaard vunnu sær hvør sítt
gullmerki, og hartil gjørdist
talan um ikki færri enn
ellivu onnur heiðursmerki
hjá føroyska liðnum. Eit
avrik, sum eisini varð virðis
mett sera høgt av fimleika
sambandinum, sum skipaði
fyri móttøku, tá fimleikarar
nir komu aftur til Føroya
sunnumorgunin.
Gylti skógvurin
vendir heim
Føroysku heiðursmerkini
Gull
Gutti Harryson
Ringar
Silja Højgaard
Lop
Silvur
Manslandsliðið
Liðkapping
Rósing Dam
Gólv
Øssur D. Eiriksfoss
Lop
Rósing Dam
Gólv
Gutti Harryson
Ringar
Høgni R. Øster
Reck
Elinborg T. Durhuus
Bronsa
Kvinnulandsliðið
Liðkapping
Fróði Mortensen
Lop
Øssur D. Eiriksfoss
Lop
Elinborg T. Durhuus
Lop
Flott avrik á Man
Hóast Formkula-málini í HB-troyggjuni einans gjørdust trý á hesum sinni, so er lítil ivi um, at
NSÍ í Christian Høgna Jacobsen hevur fingið ein tann vandamesta spælaran í føroyskum fótbólti
aftur á liðið
savnsmynd