týsdagur 24. juli 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Ein øðrvísi
lega
Eitt av spennandi tiltøkunum á
ólavsøku er legan DNA. Eingin
lega hevur verið sum hendan, siga
fyriskipararnir Regin við Skipá og
Trygvi Dam
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
DNA - stytting fyri Divine Nature from Above
- er ein lega, sum samkomurnar Filadelfia,
Evangeliihúsið og Oasan skipa fyri. Talan er um
eina ungdómslegu, har endamálið sambært
fyrireikarunum er at skapa eina nýggja
ungdómsmentan:
- Endamálið er at menna gudslívið millum
tey ungu. Tá meina vit við, at vit ynskja at
skapa eina nýggja fatan av Gudi millum tey
ungu í dag, siga fyriskipararnir.
- Og hetta verður ikki gjørt bara eftir einari
legu. Tað er nakað, sum tekur tíð. Men DNA er
ein liður í hesi menning.
- Fyri nógv er kristindómur bara rammur og
forboð. Hetta er ikki rætt, tí tað er so nógv
meiri enn tað. Tað er fult av lívið, og tað er
hetta, sum vit ynskja boða og fáa fram á
ólavsøku.
Legan verður hildin á Læraraskúlanum og
er frá 27.-29. juli. Um dagin verður undirvíst
í evnum sum evangelisering og persónliga
kristna lívið, meðan evangelisering í
havnargøtum er á skránni um kvøldið. Býráðið
hevur givið leguni loyvi til at nýta Grasagarð og
ymisk onnur støð í býnum til sang, drama og
annað.
- Tey, sum koma á leguna og vænta, at tað
bara verður hugni og tvætl verða skuffað. Tí
tað verða nakrir avbjóðandi dagar, har man
verður avbjóðaður og strektur eitt sindur, sigur
Regin.
- Eg haldi, at moralski standardurin í dag
er fallandi. Fríggjakvøld plaga vit at vera úti
við Jesus-suppu, og har síggi eg oftani, at
fólk liva eitt tómt lív. Og har vilja vit bjóða eitt
alternativ.
At ganga runt og geva fólki ringa samvitsku
er ikki endamálið við evangeliseringini:
- Vit ynskja als ikki at peika eftir fólki og
trýsta ting upp í høvdið á teimum. Vit vilja vera
eitt positivt íkast til ólavsøkuna, sigur Regin at
enda.
Miðlahúsið hevur gjørt nógv burturúr ólavsøkuni, síðani tað opnaði
fyri tveimum árum síðani. Hetta árið verður einki øðrvísi
Livandi tónleikur
í Miðlahúsinum
á ólavsøku
Eid Spelemannslag (NO):
Norski spælimannsbólkurin Eid
Spelemannslag vitjar Miðlahúsið við
tónleiki, sum fevnir so víða, at ein bæði
kann hoyra siðbundnar norskar fólkatónar
og vælsvingandi tango í somu framførslu.
Bólkurin kemur úr Norra, og telur 9 limir.
Sum berandi ljóðføri hevur bólkurin
øll árini havt ”hardingfele”: ein norsk
fiól, sum er nógv brúkt innan norskan
fólkatónleik.
Leygardag kl. 18 & sunnudag kl. 14
Elin Heinesen:
Í nærmastu framtíð gevur
Elin út nýggja fløgu, ið ber
heiti Yndisløg – ein ferð
aftur í farnar tíðir. Talan er
um gamlar evergreens, sum
Elin, saman við øðrum, hevur
umsett til føroyskt. What
a Wonderful World, Rose
Garden, og Besa Me eru
millum kendu sangirnar, ið eru
á fløguni og samstundis eisini
á skránni, tá ið Elin spælir
í Miðlahúsinum. Meðan
hon sjálv spælir gittara, fer
Kim Hansen at taka sær av
klaverfylgispælinum.
Leygardag, kl. 20
Sigrið Rasmussen:
Talan verður um eina inniliga
og hugnaliga løtu, tá ið
Sigrið gestar Miðlahúsið
sunnukvøldið. Hon fer
at tulka kend gospel- og
poppløg, og eisini framføra
nýggj løg, sum hon sjálv
hevur smíðað.
Sunnudag, kl.22.15-23.00
Spælimenninir:
Tey, ið mynda Spælimenninir eru: Daniel Nielsen
á violin, Sharon Weiss á blokkfloytu, Kristian
Blak á klaver og Andreas Restorff á bassinum.
Nøkur løg verða teirra egnu, meðan traditionell
norðurlendskt løg eisini verða at hoyra, tá ið tey
fara spæla í nýumvælda Miðlagarðinum.
Fríggjadag, kl. 17 Miðlagarðinum
Høgni Reistrup:
Høgni hevur í hesum mánaði givið
út sína fyrstu fløgu Hugafar á
ferð, og tí verður tað serstakliga
spennandi, at hoyra hann borðreiða
við feskumløgum av fløguni. Við
fullum orkestri, ið m.a. telur blásarar
og strúkarar, fer Høgni at fylla
Miðlahúsið við vøkrum tónum og
leitandi yrkingum.
Sunnudagur kl. 16