týsdagur 24. juli 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 140 - 24. juli 2007 ]
Lundberg
til GÍ
Vandamikli
áleyparin, sum í
fjør skeyt 12 mál
í 14 Formula-
dystum fyri KÍ í
hálvt kappingarár,
skal nú spæla við
GÍ
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast tað at enda stóð
greitt, at samstarvið
millum Christian Lund
berg og Tony Paris ikki
riggaði serliga væl, so
stóð eisini greitt, at við
dananunm hevði KÍ í
fjør kanska vandamesta
spælaran í føroyskum
fótbólti.
Við 12 málum í 14
dystum var hann ein
støðug
hóttan
móti
øllum Formulaverju
num. Ikki minst GÍ, har
Geza Turi fýra ferðir í
tveimum dystum mátti
ásanna, at Lundberg
dugdi síni ting.
Og ivaleyst eru teir
báðir dystirnir millum
mest tungtvigandi or
søkirnar til, at GÍ nú
hevur knýtt Lundberg
at felagnum. Gøtumenn
hava leingi leitað sær
eftir styrki til álopið,
men higar til hevur
hetta verið mest sum
úrslitaleyst.
Hendrik
Rubeksen er tó komin
afturat, men enn er
hann kanska ikki ein
spælari, ið kann roknast
sum berandi kraft á
liðnum.
Tað kann Lundberg
hinvegin. Royndarvenj
ing ella líknandi skuldi
ikki verið aktuel hjá
einum spælara, sum í
so stóran mun hevur
prógvað sítt virði, og so
er spurningurin bara,
um hann er maðurin,
sum kann skjóta gøtu
menn upp móti evrop
isku sessunum.
Tað er ikki bara á
venjarafrontinum,
at skiftingin hevur
verið stór í AB. Talan
er nærum um kollvelt
lið, sum fer út at
stríðast í seinnu hálvu
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá Sigfríður Clementsen
varð settur í venjarasessin
ístaðin fyri frákoyrda Odd
bjørn Joensen, vóru boðini
úr ABleiðsluni, at nakrar
broytingar helst eisini fóru
at verða í spælarahópinum.
Og talan er ikki um
smávegis broytingar heldur.
Venjarauppsøgnin
skapti
somikið stóra ónøgd hjá
hjálparvenjaranum hjá Odd
birni, Súna Fríða Barbá, at
hesin alt fyri eitt vildi
sleppa burtur úr felagnum.
Og nú er so eisini liðskiparin
hjá fyrrverandi venjaranum,
Jákup Martin Joensen, farin
sama veg.
Hartil eru Hendrik og
Tummas Hans Rubeksen
eisini farnir úr felagnum.
Og tað er í hesum sambandi
eisini vert at bíta merki í, at
Tummas Hans í síni tíð
skifti úr B36 til AB, meðan
Sigfríður var venjari hjá
árstalsfelagnum.
Beint áðrenn flytingar
vindeygað læt aftur, stóð
eisini greitt, at Vagnur
Mohr Mortensen aftur fer
til HB. Hetta skal tó helst
síggjast í ljósinum av, at
Vagnur og fyrrverandi HB
venjarin, Krzsyztof Popcz
ynski, ikki komu serliga
væl um sátt, og at Vagnur tí
nú metir seg hava betri
møguleikar í HB, enn hann
hevði
undan
venjara
skiftinum.
Hinvegin eru spælarar
eisini komnir til AB. Allan
Mørkøre og Evrard Ble eru
báðir spælarar, sum hava
evni at lyfta stríðsandan á
liðnum, og ivaleyst hevur
venjarin heilt stórt álit á
júst
hesum
báðum.
Á
bakkplássinum hevur AB
havt trupulleikar í ár, men
við at fáa Pætur Jørgensen
á hetta hevur felagið í øllum
førum eitt gott kort afturat,
tá
tann
kabalin
skal
leggjast.
Nýtt AB skal stríðast
Dysturin móti VB/Sumba gjørdist tann seinasti, har Oddbjørn Joensen var venjari hjá AB. Hóast
lagið á Súna Fríða Barbá her er gott, var hetta eisini byrjanin til endan av hansara tíðarskeiði í
felagnum
savnsmynd
Nógv bendir
á, at føroyski
landsliðsspælarin
nú verður roknaður
millum teir fyrstu
ellivu í AaB, sum í
annaðkvøld setir
sjøtil á nýggja
kappingarárið
ÚtISEtAr
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í annaðkvøld fer AaB undir
nýggja
kappingarárið
í
superliguni, tá FCK kemur
á vitjan.
Í Aalborg siga teir seg
hava gott mót. Í fjør vunnu
teir tvær ferðir á FCK í
Parkini í Keypmannahavn,
og AaB vann fýra av
teimum seinastu heima
dystunum í vár.
Leygardagin var AaB í
Belgia og spældi í Intertoto
ímóti Gent. 11 varð mett at
vera avbera gott úrslit ímóti
fjórði besta liðnum í Belgia.
Svenski AaB venjarin, Erik
Hamrén, segði seg vera væl
nøgdan við avrikið, eisini
út frá fyritreytunum, sum
vóru, at AaB í ein hálvan
tíma var undirmannað.
Stór útskifting
Síðsta
kappingarár
var
føroyski leikluturin í AaB
eyðkendur
av
nógvum
skaðum. Jón Rói Jacobsen
megnaði at koma fyri seg
aftur eftir krossbandsskaða
nummar tvey, men hann var
plágaður av øðrum skaðum,
og Súni Olsen var eisini
fleiri ferðir uttanfyri orsaka
av skaðum.
Tá ið AaB í Belgia síðsta
leygardag legði síðstu hond
á fyrireikingarnar, var Jón
Rói Jacobsen á vøllinum
alla tíðina. Súni Olsen varð
skiftur inn, tá ið tað restaðu
tólv minuttir.
Í summarsteðginum hev
ur AaB selt ein av miðvallar
profilunum, Rasmus Würtz,
til
júst
FCK.
Ein
av
spurningunum, sum tað í
fótbóltsuimhvørvinum
í
Aalborg hevur verið tosað
nógv um, er, hvør nú skal
eiga verjukenda miðvallar
plássið. Tríggir spælarar
kappast um plássið. Súni
Olsen er ein av teimum,
men leygardagin var ein
annar enn hann millum teir
fyrstu ellivu, og tað er
sannlíkt, at Súni eisini í
annaðkvøld
verður
á
beinkinum.
Hetta vil tó ikki siga, at
Súni
ikki
fer
at
fáa
dystarvenjing. Hann verður
mettur at vera ógvuliga
fjøltáttaður spælari. Fyrr í
summar var sáttmálaskeiðið
hjá honum longt, og um
hann ikki fer at megna at
vinna sær fast pláss á
miðvøllinum, so eru møgu
leikar fyri, at hann fer at
verða brúktur á bakkinum.
Jón Rói stóran leiklut
Í
donsku
fjølmiðlunum
verður roknað við, at Jón
Rói Jacobsen í annaðkvøld
verður annar av miðverj
unum. Erik Hamrén segði
eftir dystin í Belgia, at hann
var væl nøgdur við avrikið
– eisini í verjuni.
Umframt at vera stinnur
og álitisfullur í miðverjuni,
so hevur Jón Rói máltev.
Tað vísti hann eisini í
Belgia. Tá ið støðan var 1
1, og AaB var undirmannað,
var um reppið, at Jón Rói
við
høvdinum
skoraði
sigursmálið. Men bólturin
brast í tvørtræið.
Um Jón Rói í annaðkvøld
verður millum teir fyrstu
ellivu hjá AaB, so kunnu vit
ikki siga annað, enn at 24
ára gamli havnarmaðurin
við stríði og miðvísum
arbeiði hevur megnað at
vunnið seg aftur á tað
støðið, sum hann var á,
áðrenn hann sleit kross
bandið í Brøndby og seinni
í Aalborg.
Uppgerðin
á
Aalborg
stadion verður klokkan 17
mikudagin, og møguleiki
verður at fylgja við á
TV3+.
Jón Rói aftur á hægsta støði
Útskifting í EB/Streymi
Hjá felagsliðnum í Sundalagnum er ein miðvallari komin til
felagið, meðan annar miðvallarleikari hevur leitað sær í annað
felag í landinum. Leikarin, sum er komin til felagið, er ikki
ókendur í EB/Streymi. Talan er um Jákup Martin Joensen, sum
kemur frá AB. Jákup Martin er eiðismaður og hevur í fleiri ár
spælt við besta liðnum hjá EB/Streymi. EB/Streymur missir tó
eisini ein leikara. Knút Vesturtún, sum hevur verið illa darvaður
av skaðum í ár, hevur valt at leika restina av kappingarárinum
við ÍF í næstbestu deildini.
Janus aftur í HB
Tað hendu fleiri broytingar í HB, beint áðrenn
flytingarvindeygað læt aftur í gjárkvøldið. Umframt
Christian Høgna Jacobsen, so fóru eisini Pætur Jørgensen
(AB) og Bárður Mittelstein og Svend F. Jacobsen (báðir
TB) úr felagnum. Allir fýra við leigusáttmála. Hinvegin
koma tveir spælarar nú aftur til felagið. Vagnur Mohr
Mortensen skiftir aftur til HB, eftir at hann hevur spælt
nakrar dystir við AB, og Janus M. Joensen kemur nú aftur.
Liðskiparin, sum í fjør lyfti FMsteypið, hevur verið
burturstaddur í ár, men í heyst verður hann so aftur at
síggja í barndómsfelagnum.