leygardagur 7. apríl 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult17 cyan17 magenta17 svart17
Sosialurin Nr. 69 - 7. apríl 2001
17
gult16 cyan16 magenta16 svart16
16
Sosialurin Nr. 69 - 7. apríl 2001
TÓNLEIKAUMRØ‹A
Dagfinn Olsen
Til Prix Føroyar tiltaki› í
ár hava vit nakrar fer›ir
hoyrt um fyribrigdi›
»Vágasound«, henda ser-
staka ljómin. Undangong-
umenninir í hesum, mundu
helst vera manningin í
Tinganest, sum í áttatiáru-
num vóru sera virknir. Teir
eiga óiva› enn sessin, sum
fremsti bólkur, i› Vág-
oyggin fostra›i. Seinni
komu a›rir vágabólkar, T.
d. Bims, Sørvings og Hips
um Haps, haldi eg teir
kalla›ust. Eisini har gekk
Tinganest aftur.
Jóan Jakku Guttesen var
rey›i trá›urin í nøkrum av
bólkunum, eins og ein av
høvu›smotorunum í
Tinganest. Ma›urin er
fyrst og fremst kendur sum
tónleikari, tó at hann eisini
hevur roynt seg sum høv-
und og eigur onkra stutt-
søguna, i› er komin út í
bók.
Nú roynir Jóan Jakku
Guttesen seg á egnum
beinum, vi› solofløgu,
nevnd Jakkin.
At umrø›a hesa fløgu er
torført. Og ta› hevur einki
vi› gó›skuna at gera, tí
hetta er ein fløga, i› leggur
so mangar a›rar aftan fyri
seg.
Jóan Jakku er farin í
samstarv vi› gó›ar tón-
leikarar. Terji Rasmussen
hevur tiki› upp og produs-
era›, eins og hann leikar á
fløguni. Hinir tónleikarar-
nir eru Tróndur Bogason
Hansen, Leivur Thomsen,
Rógvi á Rógvu og Sign-
hild Jacobsen. Annika B.
Mortensen hevur gjørt
húsan, i› Niels A. Galán
greiddi til prentingar.
Hjálparmenn vóru Rógvi á
Rógvu, Jón McBirnie og
Róin Siggertsson. Tutl
gevur út.
Jóan Jakku, ein av
monnunum, i› óiva› er
upprunin til »Vágasound-
i›«, hevur her megna› at
dansa lættur á tá, minst eitt
fet ví›ari. Á fløguni Jakk-
in er tí›in vi› Tinganest
farin, fíla› burtur. Men
ey›kendi Jóan Jakku er tó
tann, hann altí› hevur ver-
i›. Hevur megna› at skim-
ast, fara ví›ari og tó hevur
hann ikki mist seg sjálvan
burtur.
Tey, i› vænta sær ein
dans upp á tá, ella eina
vágagellu, kunnu tó stíga í
stórum til fán‡tis.
Jakkin er ein heild. Ein
fløga, har ein bert hómar
farnar tí›ir, framd brøgd.
Fari› ver›ur ví›ari og
komi› ver›ur í stórum fet-
um um bøgar›arnar. Jóan
Jakku hevur longu bora›
Vágatunnilin. Vi› honum
kom soundi›, hitt kenda,
men óiva› er nú eisini hol
sett á, so n‡ggir vindar
sleppa framat.
Vágagellan, ella hin,
sum sang í Havnargøtum,
eiga ikki innivist longur,
men tónleikagla› eiga at
fegnast um Jakkan. Ein
fløga, vi› bæ›i kvæ›a-
kendum løgum, íblástri frá
Pink Floyd og kanska Dire
Straits, hvør veit? Ein
fløga vi› gó›um, gerandis-
ligum og rámandi, vi›-
hvørt djúpum, tekstum.
Umrø›ari kann bert
fegnast, um enn ein má
taka ein gamlan sang hjá
Tinganest til eftirtektar; í
óvissu. Jóan Jakku er og
ljó›ar sum Jóan Jakku.
Anna› hev›i eisini veri›
løgi›.
Men hann hevur skift
Jakka. Eingin ivi um ta›.
Veit ikki, um n‡ggja fløg-
an fær nakran sang í eina
komandi grøna sangbók.
Men hvør sigur, at ta›
borgar f‡ri gó›sku í sjálv-
um sær? Eitt er tó víst. Her
er samleikin var›veittur,
men menning er farin
fram, hattin av fyri Jakka-
num. Skuldi eg givi› eitt
tinganest (i› sum kunngt
merkir gáva, ofta vi›
heimkomu), so hev›i Jakk-
in hjá Jóan Jakku óiva ›
veri› í uppskoti›.
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: eirikur@sosialurin.fo
Bla›stjórn: Eirikur Lindenskov
EG MEINI TA ‹
Ta› er mánamorgun um
tíggjutí›ina, og eg fari at
vitja gasskamari›. Vit hava
sjálvandi ein roykipolitikk í
st‡rinum, har eg arbei›i, og
onkur skemtilig sál hevur
fest eitt uppslag á ta› rúm-
i›, i› annars nevnt ver›ur
roykirúmi›, "Gasskamar —
entry at own risk!" ljó›ar
ávaringin úr einum tekna›-
um royktámi›.
Her sita vit so - tey fáu
ófrelstu í húsinum — og
súgva okkara vindlar, okk-
ara dagligu dosis av niko-
tini fyri at koma ígjøgnum
dagin. Ein skuldi trú›, at
hetta var eitt serligt rúm —
kanska ljóst og luftigt vi›
serligari útlufting. Men so
ei›asørt, í grundini n‡tist
bara helvtin av okkum at
roykja, restin kan bara anda
inn.
Ikki tí, sjálvur vil eg
helst leggja av at roykja.
Ta› er neyvan naka› gagn-
ligt, d‡rt er ta› eisini, men
ringast av øllum, roykjandi
fólk hava alt meira fingi›
eina paria-líknandi stø›u í
samfelagnum. Ein skuldi
næstan trú›, at øll sjúka
helt uppat, bara tubbakki›
hvarv.
Men ringt er at leggja av,
ringari enn ein skuldi trú›.
Ein lorta last.
Hvar er í grundini mun-
urin millum last og sjúku?
Sótu vit solei›is vi› einum
dropa og javna›u ein mán-
amorgun, høvdu vit veri›
flutt á Velbasta› vi› fullum
útrykningi, me›an læknar,
sjúkrasystrar og anna› gott
fólk hev›i sta›i› klárt at
taka ímóti okkum. Og vit
høvdu fingi› alla møguliga
hjálp til at veri› slúsa› út í
samfelagi› aftur.
Men nikotintrælir? Ga'-
vekk, sum su›ringurin
seg›i, tykur kunja bara
halda uppat! Er ongin vilja-
styrki í tykum?
Sjónvarpsreklamurnar á
TV3 siga seg kunna hjálpa
okkum. Tyggigummi›,
kunstigar sigarrettir og
heftiplástur. Ta› er loysnin,
ver›ur sagt, »for jeg
SKAL faktisk ikke ryge«,
sigur hin n‡frelsti í reklam-
uni.
Sjálvur tendri eg hvørki
uppá heftiplástur ella plast-
ikk í munninum. Men
tyggigummi kanska.
Lukkuliga óvitandi um
handilslig prinsipp fari eg á
apoteki› at keypa mær nik-
otintyggigummi. Eg havi
lært meg ramsuna uttanat:
»30 stykkir, 2 milligram,
uttan smakk, takk«. »Ger
so væl, ta› ver›ur 61 krón-
ur«, sigur tann fryntliga
gentan aftan fyri diskin.
61 krónur? Ta› ver›ur
meira enn 2 krónur fyri
hvørt tyggigummi›. Og ta›
kann ikki ver›a nikotinúr-
drátturin, tí 4 milligram
kosta líti› meira. Og sjálvt
tyggigummi› er neyvan
betur enn Stimorol ella
Wrigley's. Kundi kanska
keypt 4 milligram og
skori› hvørt tyggigummi›
sundur í helvt? Hvat man
vinningurin solei›is í pros-
entum vera av hesum tygg-
igummi? Eg fati knappliga
eina djúpri meining vi›
l‡singunum og her›fer›ini
hjá apotekunum um at
halda uppat at roykja og
havi ein illgruna um, at teir
ísta›in ætla at gera meg til
nikotintyggigummitræl.
Teir 10 minuttirnar eru
farnir. Eri kvikur, tá eg
smoyggi mær útum, ti ong-
in roykur má koma út á
gongina. Passiv royking er
minst líka farlig, siga teir
klóku. Í grundini eru eg og
tey, eg vaks upp saman vi›,
medisinsk vidundir, tí bara
fá áttu at veri› eftir á lívi
vi› øllum stórroykjarum, i›
vóru í okkara uppvøkstri.
Sjálvt úr skúlastovuni
minnist eg enn henda frísk-
liga pípuroykin hjá bæ›i
lærara og presti.
Óansæ› hvussu nógv
fyrilit vit roykjarar taka til
okkara me›menniskju, so
ver›ur lastin alt meira —
ja, belastandi. Tí ver›ur
mítt uppskot – og ta› er í
fullum álvara – at tubbak
ver›ur forbo›i›. So kann
focus setast á a›rir bólkar,
salamifjepparar ella tvøst-
og-spik-átarar, tey
morgunsúru ella kanska
nasapilkarar.
»You're still gonna die«,
sigur Shel Silverstein onku-
sta›ni. Livst, so spyrst —
nei forrestin, ta› kann eg
heldur ikki rokna vi›.
Hattin av fyri
Jakkanum
Roykipolitikkur
Nøkur ár eru nú sí›ani, at vágabólkurin Tinganest setti var›ar í
føroyskum tónleiki. Men ein av oddamonnunum úr bólkinum
roynir seg nú á egnum beinum, stígur í stórum á tá, og kemur væl
frá tí, uttan at missa fótafesti ›
Petur Rouch, útvarps-
vertur í »Rót og rútmu«
BARNA- OG UNGDÓMS GRAND PRIX: Vi› sanginum »Du er min kærlighed« fer bólkurin »Zabian Zoul« at royna at
vinna danska barna- og ungdóms grandprixi›, sum ver›ur sent beinlei›is í DR1 í kvøld. Tónleikin hevur havnarma›urin
Ey›finnur Jensen lagt til rættis
TÓNLEIKUR
Eirikur Lindenskov
Í kvøld kl 19:15 danska tí›
sendir danska sjónvarps-
rásin, DR1 barna- og ung-
dóms Melodi Grand Prix.
Hetta er a›ru fer›, at
skipa› ver›ur fyri slíkari
kapping, sum nú ver›ur
nevnd MGP 2001.
Í ár ver›ur serliga nógv
gjørt burturúr – bæ›i tí, at
tiltaki› eydna›ist so væl í
fjør, og tí at altjó›a Melodi
Grand Prix kappingin
ver›ur í Danmark í ár.
Vertirnir í kappingini
hesafer› eru Camilla Otto-
sen frá »Børne1eren« á
Danmarks Radio og René
Dif úr Aqua.
At talan er um vi›ur-
kenda kapping kunnu
nøvnini á gestunum ver›a
borganin fyri, tí millum
nøvnini eru Mel B úr
Spice Girls, A One,
dreingjaband úr Noreg,
S.O.A.P. systrarnar, O-
Town, sum eru kendir úr
sjónvarpssendirø›ini
»Drengebandet« og Rollo
& King, sum vunnu
danska Grand Prix fyrr í
ár.
Í kappingini í fjør vóru
fimm finalistar. Í ár ver›a
teir tíggju. Tá var eisini
skipa› fyri kappingini hós-
dag klokkan 15. At kapp-
ingin nú ver›ur send bein-
lei›is í bestu sendití› leyg-
arkvøld skuldi borga› fyri,
at Danmark Radio hevur
stórar vónir til kappingina.
Skulu hita
upp í Parkini
Allir bólkarnir, sum eru
vi› í finaluni í kvøld,
ver›a vi› á eini fløgu, sum
ver›ur givin út vi› finalu-
løgunum. Vinnarin av
kappingini fær eisini ein
plátusáttmála vi› Virgin
Music, sum er heimsins
størsta plátufelag. Harum-
framt skal vinnandi bólk-
urin eisini hita upp til árs-
ins sjónvarpshending í
Danmark, tá sjónleikarin
og undirhaldarin Søren Pil-
mark og Natasja Crone,
journalistur og studiovertur
fara at bjó›a øllum Evropa
til vælkomnum til Melodi
Grand Prix 2001, sum
ver›ur í Parkini í Keyp-
mannahavn fyri 35.000 á-
hoyrarum tann 12. mai.
Orsøkin til, at havnar-
ma›urin, Ey›finn Jensen,
er blanda›ur upp í danska
barnagrandprixi› er, at
hann einafer› hevur gjørt
tónleik fyri gentuna í bólk-
inum, »Zabian Zoul«, sum
eitur Charlotte.
– Eg eri vinma›ur lærara
hennara, Søren, sum eg
eisini havi arbeitt saman
vi›, sigur Ey›finn Jensen.
– Ta› var ígjøgnum hann
og eitt skúlaprojekt, at eg
hitti hana fyrstu fer›.
Vald út millum yvir
1.000 onnur
Ey›finn Jensen sigur, at tá
i› Charlotte og Ercan so
ætla›u at fara vi› til Melo-
di Grand Prix, settu tey seg
í samband seg.
– Tey høvdu saman vi›
Sørini skriva› ein tekst og
gjørt ein melodistubba,
sum eg so arrangera›i og
tók upp í studio okkara.
Og úrsliti› var gott, tí
sangurin rakti tey hjørtu,
hann skuldi raka.
– Vertir, produsarar og
stjórar á DR og Virgin
vóru øll samd um, at sang-
urin »Du er min kærlig-
hed« skuldi vi›. Tey
søgdu, at ta› var sera trup-
ult at velja millum teir
langt oman fyri 1.000
sangirnar, sum inn vór›u
komnir, grei›ir Ey›finn
Jensen frá.
Eftir at Zabian Zoul kom
vi› í finaluna, hava Ey›-
finn og Søren fylgt og
hjálpt teimum allan vegin
ví›ari.
- Tey flestu av hinum
bólkunum hava havt onkr-
an av foreldrunum vi› sum
hjálparar. Vit kenna ábyrgd
fyri teimum, og tá tey bæ›i
bó›u okkum koma vi› út
til DR til tann fyrsta fund-
in, so kundu vit ikki siga
nei.
Ey›finn Jensen grei›ir
frá, at tey hittu vertirnar,
sum í stórum greiddu
teimum frá, hvussu kapp-
ingin fer fram. Aftan á
vóru tey á fundi vi› ein
stjóra og ein produsara á
Universal Music, sum
greiddu teimum frá teirra
leikluti, fløguni og
høvu›svinninginum.
– Teir greiddu okkum
eisini frá reglunum, sum
m. a. siga, at allir sangirnir
skuldu takast upp av
n‡ggjum. Ta› er tí, at
gó›skan ikki var tann sama
á øllum upptøkunum, sum
vóru komnar inn, og fyri at
øll skulu hava sama út-
gangsstø›i, sigur hann.
Føroyskur
búnadesignari
– Upptøkurnar vór›i gjørd-
ar saman vi› einum produ-
sara hjá Universal, Christi-
an Borregaard, og vit eru
sera væl nøgd vi› úrsliti›,
sigur Ey›finn Jensen.
Hann sigur eisini, at tey
hava hitt stylistar, hava
veri› til ta› tey kalla foto
session og havt vitjan av
fleiri tídindafólkum, v.m.
Umframt hetta hevur DR
veri› og tiki› myndir til
ein filmstubba, sum verdur
s‡ndur á skíggjanum beint
á›renn tey skulu framføra
sangin.
Sangurin hjá Zabian Zo-
ul er ein sera romantiskur
sangur, og tí skulu klæ›ini
eisini hóska til, og til at
hjálpa sær vi› hesum hava
tey fingi› Benadiktu Kruse
úr Havn. Hon hevur bæ›i
designa› og seyma› teim-
um klæ›ini til sjálva final-
una. Benadikta er design-
ari, og fleiri av hennara
verkum hava veri› at sæ› á
teimum donsku sjónvarps-
skíggjunum í seinastuni.
Hon hevur gjørt klæ›i til
James Olsen, sum spælir
saman vi› Eran DD.
Ey›finn metir, at møgu-
leikarnir hjá Zabian Zoul
at vinna kappingina eru á
gó›ari lei›.
At sigur at sleppa vi ›
– Vit hava bert hoyrt brot
úr hinum sangunum enn,
men vit vita, at teir eru all-
ir sera ymiskir, og at okk-
ara er tann stillasti av teim-
um. Vit kunnu ikki gera
anna› enn at venja og ann-
ars at fyrireika okkum so
væl tilber. Ta› ver›ur so
upp til síggjarnar og dóm-
ararnar at geva stigini í
finaluni, men vit kenna ta›
sum um, at vit longu hava
vunni› ein sigur vi› at
sleppa vi› til finaluna,
sigur Ey›finn Jensen.
Hann dylur kortini ikki
fyri, at tey sjálvandi vilja
vinna.
– Vit eru longu farin í
gongd vi› at gera fleiri
sangir, so vit í øllum
førum hava eitt útspæl
klárt aftan á finaluna, um
so vit vinna ella ikki, sigur
hann.
Hann heldur, at tey í øll-
um førum hava fingi›
nakrar gó›ar upplivingar
og ikki so líti› av innliti í,
hvussu stóra fyrireiking
eitt slíkt tiltak krevur.
Hvussu leikur fer frætta
vit um aftan á finaluna í
kvøld…
Duettin, Ercan og Charlotte, sum í kvøld fara at luttaka í barna- og ungdóms Grand Prix í DR 1 saman vi› Ey›finni Jensen,
lærara, úr Havn, sum hevur loagt tónleikin til rættis
TÓNLEIKUR
Eirikur Lindenskov
Hóast Ercan og Charlotte frá
Amager bera fram hugtakandi
kærleikssangin, sum um tey
ongantí› hava gjørt anna›, so
hittu tey ikki hvørt anna›, fyrr
enn beint fyri jól.
Bæ›i vóru tey so at siga júst
byrja› í sundbyøster Skole, Er-
can í 8. flokki og Charlotte í 9.,
og tey kendu ikki hvørt anna›.
men tey høvdu sama lærara í
tónleiki, og hann fekk tey at
syngja saman.
Uppruni teirra er rættuliga
ymiskur, men felags fyri tey er,
at tey altí› hava sungi›. Ercan
fór longu at syngja, tá hann
gekk í tri›ja flokki. Tá var hann
til upptøkuroynd á tí musik-
alska skúlanum, Sankt Annæ
Skole. Hann kom gjøgnum nál-
areyga›, Ein avger›, tey sí›an
hava angra›.
Charlotte hevur eisini altí›
sungi›, og pápi hennara spælir
eisini í einum bólki. Hetta hev-
ur smitta› Charlotte, i› sum
12-13 ára gomul var vi› í
einum bólki.
Tá Ercan sá, at »MPG 2001 -
Grand Prix fyri tey ungu«,
søkti eftir luttakarum, fór hann
at skriva ein sang, sum hann
upprunaliga hev›i ætla› at
sungi› einsamallur. Men tá
hann so var farin at syngja
saman vi› Charlotte, gekk ta›
so væl til jólakonsertina á
skúlanum, at tey vóru samd um
at skriva ein sang saman. Og tá
Ercan kom vi› einum
tónleikastubba, skriva›u tey
sangin lidnan upp á ein
seinnapart - beint fyri dead-
line…
Vi› hjálp frá vinmanni sang-
lærara teirra, Ey›finni Jensen,
hava tey so skapt sangin »Du er
min kærlighed«, og í kvøld fáa
vit so at síggja, hvussu leikur
fer.
Zabian Zoul: »Du er min kærlighed«
– Okkara sangur er tann stillasti
Camilla Ottesen fra Børne1eren og René Dif úr Aqua ver›a
vertir vi› barna- og ungdóms grandprixi› í DR í kvøld