týsdagur 24. juli 2007síða 54
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
54
31 ára gamla Nina Brockie býr saman
við manninum, Jens Marna Hansen,
norðuri í Sundum í Kollafirði. Nina
er útbúgvin lærarinna og arbeiðir á
Argja skúla. Í frítíðini spælir hon m.a.
sum hevari hjá besta liðnum hjá KÍF í
flogbólti, og so hevur henni dámt sera
væl ross heilt frá barnsbeini.
Sum 13 ára gomul byrjaði hon at
arbeiða við rossum hjá Berg hestum,
og líka síðani hevur hon undirvíst
nógv innan ríðing. Nina er eisini,
sum ein av fyrstu føroyingunum
yvirhøvur, undir útbúgving hjá Dansk
Islandshesteforening sum ríðilærari.
Vit hava tikið eitt prát við Ninu um
hennara áhuga og tilknýti til ross.
Tráaði eftir at ríða
Nina vaks upp hjá ommuni og abbanum í
Havn, og alt tað hon kann minnast, hava
ross verið í familjuni. Mammubeiggin,
Robbie Brockie, hevði kappríðingarross,
men tað var ikki so ofta, at Nina slapp
at royna hesi, tí Robbie helt hana helst
vera nakað unga.
– Eg slapp onkran hendinga túrin
við rossunum, men tað var ikki ofta.
Hetta, at mær dámdi so væl ross, men
ikki slapp at ríða, gjørdi eisini, at eg
tráaði eftir at sleppa at ríða, sigur Nina
Brockie.
Hon sigur seg annars minnast væl
fyrsta rættiliga túrin, sum hon var á
rossabaki.
– Ja, tað minnist eg væl. Tað var á
einum av rossunum hjá Hans Paula
Poulsen. Sjálvt um eg var lítil, so lovaði
hann mær altíð at ríða á sínum rossum,
og hetta dámdi mær ómetaliga væl,
minnist Nina.
Byrjaði hjá Berg hestum
Sum Nina vaks, gjørdist áhugin fyri
rossum ikki minni. Fekk hon møguleika
at fara á rossabak ella bara hava okkurt
við ross at gera, so tók hon gleðiliga
av, og tá hon var 13 ára gomul, fekk
hon sína fyrstu ryssu frá einum manni í
grannalagnum.
Onkur man helst hava lagt merki til
stóra áhugan hjá Ninu fyri rossum, tí
ein dagin ringdi Leif Berg til hana og
spurdi, um hon ikki hevði áhuga at koma
at arbeiða hjá Berg hestum, og Nina var
skjót at taka av.
– Nú fekk eg møguleika at arbeiða við
rossum, og tað var jú hetta, mær dámdi.
Harafturat treivst ryssan hjá mær ikki so
væl einsamøll, og tí lá væl fyri at taka
hana við til Berg hestar, har hon í nógv
ár bleiv nýtt til túrar við rørslutarnaðum
og fólki við øðrum brekum.
Síðani henda dag hevur Nina hjálpt til
hjá Berg hestum. Hon var m.a. við til at
byrja ríðiskúlan, har undirtøkan var nógv
størri, enn tey høvdu væntað. Síðani tá
hevur ríðiskúlin verið eitt afturvendandi
tiltak, og til komandi ríðiskúla, sum
byrjar í september, standa fleiri fólk
longu nú á bíðilista.
Leiðin gekk til Íslands
Nina hevur tó ikki alla tíðina verið knýtt
at arbeiðinum hjá Berg hestum. Hon
hevði leingi havt ein dreym um at fara
til Íslands at arbeiða við rossum, og
einaferð eydnaðist hetta hjá henni.
– Eg søkti í fleiri umførum at sleppa at
arbeiða við rossum í Íslandi, men tað var
ikki lætt at fáa arbeiði, kanska serliga
tí at eg var genta. Eg valdi tí at fara á
FHS, men tá eg var byrjað í skúlanum,
fekk eg brádliga játtandi svar frá einum
úr Íslandi, sigur Nina Brockie, sum ikki
ordiliga visti, hvat hon nú skuldi gera.
Hon gjørdi tó av at gera skúlan lidnan,
og so royndi hon aftur at biðja um
arbeiði eftir lokna skúlagongd, og ikki
gekk long tíð, til hon enn einaferð fekk
játtandi svar úr Íslandi.
So gekk leiðin til Íslands, har hon
tilsamans hevur verið í tvey ár í ymisk
um støðum. M.a. hevur hon verið á
einum ítróttarskúla við serligum atliti til
ross.
Brennur fyri hesum
Sum vit skilja á Ninu, so er arbeiði við
rossum nakað, sum hon veruliga brennur
fyri. Hon hevur havt tilknýti til ross alt
sítt lív, og tað er als ikki nakað, sum hon
ætlar at gevast við.
– Nei, mær dámar hetta ótrúliga væl,
og tí ætli eg mær als ikki at gevast. Eg
ætli mær at arbeiða víðari við rossum,
so leingi eg kann.
Nina er eisini sum ein av fyrstu
føroyingunum nakrantíð undir
útbúgving sum ríðilærari hjá dansk
islandshesteforening. Um alt gongur
eftir ætlan, so verður hon liðug við hesa
útbúgving síðst í august mánaði.
Hon sigur at enda, at útbúgvingin
sum ríðilærari tó neyvan verður tann
seinasta.
– Mær dámar so væl at arbeiða við
hestum, og tí havi eg ætlanir um at
útbúgva meg víðari innan hetta einaferð
seinni, sigur Nina at enda við einum
smíli.
Um stutta tíð kann Nina Brockie kalla
seg ríðilærara
Ross eru ein partur av lívinum
Nina Brockie hevur altíð dámt
væl ross og at undirvísa við
rossum, og um knappar tveir
mánaðir verður hon ein av
fyrstu føroyingunum, sum hava
tikið útbúgving sum ríðilærari
RÍÐING
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Mynd: Sunva Ey. Lassen