týsdagur 24. juli 2007síða 55
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
55
RÍÐING
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tveir hundar komu at taka ímóti okkum,
tá vit fóru niðan á Oyggjarvegin at vitja
hjá Berg hestum. Tað eru Leif Berg
og Jacklin Durhuus, sum hava bæði
teir báðar hundarnar og teir mongu
hestarnar, og tað er deiliga hugnaligt at
koma inn á gólvið í bygninginum, sum
tey hava uppi í Marknagili tætt við Hotel
Føroyar.
Leif Berg er maðurin, sum byrjaði
við Berg hestum, og síðani tey fluttu
niðan í Marknagil í 2001, hevur Jacklin
Durhuus, sum livir saman við Leif, eisini
arbeitt hjá Berg hestum. Har hava tey
fleiri hestar gangandi, umframt at tey
hava ein bana inni í húsinum, sum er
góður at nýta, um veðrið uttan fyri ikki
er til vildar.
Tey bæði, Leif og Jacklin, vóru
bæði blíð og týð, tá vit vitjaðu tey fyri
stuttum, og tey søgdu okkum gleðiliga
frá teimum møguleikum, sum Berg
hestar hava at bjóða.
Ymiskir túrar
Møguleikarnir eru mangir, tá tú fert
ein túr á rossabaki, og Leif og Jacklin
siga eisini, at tey hava fleiri ymiskar
møguleikar at bjóða fólki.
– Vit hava allar teir vanligu túrarnar
at bjóða her í økinum. Vit gera túrar
út í Havnardal, sum vara í á leið tveir
tímar, og onkrar aðrar stuttar túrar her í
økinum. Vit kunnu eisini gera longri túrar
m.a. til Kirkjubøar ella út á Glyvursnes,
sum vara tað mesta av einum degi. Tað
týdningarmestu fyri gestirnar, sum ætla
sær onkran av hesum túrunum, er, at tey
tora upp á eitt ross, tí tora tey, so kunnu
tey taka allar túrarnar, siga tey bæði.
Afturat hesum túrum hava Berg
hestar eisini møguleika at skipa fyri
vikuskiftistúrum, men sum skilst á Leif
og Jacklin, so vera hesir mest nýttir av
fólki við royndum á rossabaki.
Arbeiða við rørslutarnaðum
Berg hestar skipa eisini fyri ríðiskúla
í gjøgnum tað mesta av árinum, og
áhugin er rættiliga stórur siga tey. Í
løtuni er ríðiskúlin í summarfrí, men í
september byrjar undirvísingin aftur,
og áhugin er avbera stórur. Longu nú
standa fleiri á bíðilista.
Tað eru serliga børn, sum dáma
ríðiskúlan so væl, men vaksin hava tó
eisini møguleika at tekna seg.
Leif og Jacklin siga annars, at ein
stórur partur av teirra arbeiði fer til
rørslutarnað og fólk við ymiskum
brekum.
– Ja, vit arbeiði nógv við rørslu
tarnaðum og fólki við øðrum brekum.
Hvønn dag aftan á døgurða hava vit
tey á vitjan her uppi í Marknagili, og so
royna vit at hjálpa teimum, meðan tey
ríða ein túr. Hetta er nakað, sum hjálpir
teimum sera væl, tí á rossabaki nýta
tey so nógvar vøddar, so hetta er góð
venjing, siga Leif og Jacklin sum við ein
munn.
Broytingar eru annars í væntu hjá
Berg hestum, tí í løtuni er ein nýggjur
bygningur í gerð uppi í Marknagili.
Hesin bygningurin skal m.a. nýtast til
ferðavinnuni.
– Vit eru í ferð við at gera ein nýggjan
bygning á niðaru síðu, og hesin kann
m.a. vera góður at nýta í ferðavinnuni.
Ferðafólk kunnu m.a. koma her at fáa
ból og bita, og um tey hava hug, so
kunnu tey eisini seta hetta saman við
ein túr á rossabaki, siga Leif og Jacklin.
– Nýggi bygningurin er rættiliga
stórur. Har eru bæði stórur køkur og stór
stova á niðaru hædd, og á ovaru hædd
vera nøkur rúm, har fólk so kunnu sova.
Hesin bygningurin kann tó nýtast til
mangt annað enn bara ferðavinnuna. Nú
kunnu vit m.a. skipa fyri ríðlegum fyri
børn, um áhugin er nóg stórur til tess,
siga tey bæði at enda spent á málinum.
Betri pláss til ross
Berg hestar eru í ferð við at gera ein nýggjan bygning uppi í
Marknagili. Hesin kann m.a. nýtast av ferðafólki, sum koma
til landið, men við nýggja bygninginum er eisini møguleiki
at skipa fyri ríðilegum og tílíkum fyri børn
Hvønn dag eftir døgurða arbeiða Leif Berg og Jacklin Durhuus hjá Berg hestum við rørslutarnaðum og fólki við øðrum brekum. Hetta verður serliga gjørt fyri at styrkja
um vøddarnar hjá teimum
Mynd: Álvur Haraldsen