Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-24, síða 67
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2007síða 67

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

67 Fyri knøppum 17 árum síðani innspældu Húskallar seg sjálvar inn á ta ævigu tónabreytina. Nú spøkja teir aftur TÓNLEIKUR Nichie Rich post@sosialurin.fo Teir løgdu árarnar inn sama summar, sum bandið kom út. Men nú eru rovini grivin upp aftur, og sostatt er tað alment, at Húskallar fáa sína uppreisn við upprunamanning á august. Íalt 19 fullkomuliga ymiskir tónleikarar, sum í 1991 løgdu tónar og leik til ein kultklassikara í føroyskum kassettubandahøpi – rætt og slætt kallað »Húskallar«. Rúgvan trínir á pall við upprunaligu oddamonnunum Jákupi Alberg Eliasen og Kaj Johannesen við stýrisvølin. Tveir leirvíkingar, sum eru so ófatiliga ymiskir, at teir hittust andlits til andlits hvør sínumegin sjónarringin við grillvognin í Leirvík fyri langtsamiligsíðani. Heldur enn at lirka seg undan lagnunnar tunga arvi, tóku hesir báðir hálvgrannarnir úr Leirvík avleiðingina, fóru í studio saman við kreminum av føroyskum tónleikarum og spældu inn kassusettubandið »Húskallar«. Hetta var soleiðis umleið eitt ár áðrenn stóru bankakreppuna, ið førdi við sær, at 5000 føroyingar flýddu av landinum og harvið negldu seinasta seymin í 80’ara kistuna. At húskallar vóru atvoldin til krepp­ una, hava teir ongantíð av álvara afturvíst. Men tað er púra greitt, at nú bankarnir aftur eru flúgvandi og hava noterað seg sjálvar á børsinum – ja, so koma húskallarnir lúrandi úr aftur toftunum sum ketta upp úr høvdatrog. – Eg hvørki kann ella vil vísa aftur, at tað er ein samanhangur har, sigur Kaj í stuttari viðmerking. Jákup Alberg er enn minni prátingar­ samur, tá tygara útsendi spyr um saman­ hang millum niðurgongd og uppgongd í bankaheiminum og útgang og inngang hjá Húskallum. – Á sit og halt gákin saman á tær, er hansara svar. Men hóast hesa gølukendu bakgrund hjá Føroya Løgnasta Orkestri, so kemst ikki uttanum, at Húskallar megnaðu at borðeiða við einum herligum blandi av bygdapoppi og alheims poesi, ballað inn í lekra »Knarvakotið« hjá »Hinum sama Hans Ansgari«. Júst »Knarvakotið« og »Hans Ansgar« bóru boð um, at her var eitt søguligt samanrenn millum reyvasíðan tjulladihey popp og super snilda fusjóns ekvilibrismu, sum hvørki áður ella síðani hava sæð sín líka her á landi. Tá sum nú, riggaðu summi av løgunum best aftur við einum akvavitsnapsi og heitari sitrónsodavatn seint leygarnátt, meðan aðrir sangir eru heilt úti í hárfínu reyðvínsmarginalunum hjá tónlistaligum feinschmeckarum. Nú teir aftur fara á pall, verður rúmd fyri øllum – bæði tí víða og síða – og húskallarnir koma væl mannaðir. Rætt skal eisini vera rætt. Her møta eisini kallar upp, sum absolutt onga ábyrgd hava av, at Húskallar góvu band út, og landið fór á heysin. Sostatt verður ein yngri gosur við, sum um tað mundið bert var ein lítil piltur, sum spældi við horn, men sum í dag blæsur alt og øll um koll. Ólavur Olsen við sínum framúr vakra tóna á alskyns hornum trínur á pallin saman við Hans Peturi í Brekkunum, framvegis sera fimur á saxunum og nú eisini fyristingarleiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Hann brúkar nærum alla sína frítið til tónleikin. Hesir báðir koma við sínum nasadjarva og væl ljómandi blástri undan kavi saman við gomlu kallunum, Leivi Thomsen, Hjalta Joensen og Eyðuni Mohr Hansen á kassa og­ ravmagnsstreingjaljóðførum. Hesir tríggir gittarsnillingarnir teljast millum teir fremstu her heima og smæðast ikki burtur í okkara grannalondum heldur. Magnus Johannessen og Finnur Hansen hava ljómborðini um hendi. Hesir báðir hava, á hvør sín hegnisliga hátt sett síni eyðkendu spor í føroysku tónlistini nógvu mongu árini. Báðir hava teir, á hvør sín hátt, smíðað og lagt løg til rættis fyri so mangan ráðleysan tónasmið. Lagaligir sum altíð endurtaka teir seg nærum ikki; av og á berandi ljóðmyndina í síni fullu heild og ofta spennandi leitandi nýggjar leiðir, altíð árvaknir í sínum spæli. Rógvi á Rógvu og Jón Mc Birnie taka sær av »botninum« – ávikavist ásláttur og bassgittara. Hesir báðir spældu manga høllina skítfulla av kátum føroyingum, tá Frændur vóru í velmaktini. Teir hava altíð svingað væl saman og funnu sítt egna »stev«. Í rútmiskum tónleiki hevur botnurin ­ bass og trummur ­ sera nógv at týða, hvussu leikur fer. Nógvir navnframir tónlistamenn siga um botnin, at bassspælarin noyðist at »gifta« seg við trummaran. Hetta andaliga ekta­ skapið smittar av sær og fær hinar tónleikararnar at geva seg enn meir. Stutt sagt fær hinar í bólkinum at spæla enn betur. Rosinan í pylsuendanum, ella rættari: rosinurnar í indrunum eru sum sagt tveir serskøltar. Annar, Jákup Alberg Eliasen, eigur bróðurpartin av løgunum, sum blivu innspæld í 1990­91. Hann starvast sum prentari á størstu prentsmiðjuni í landinum, men í síni frítíð kann hann finna upp á at lagsmíða tær herligastu perlur. Hann eigur upp í fleiri útgávur undir lási. Vónandi fara vit at hoyra okkurt úr hansara hondum í nærmastu framtíð. Hin rosinan, Kaj Johannesen, minnast tey flestu frá Terjasa Moira ella Kim´sa Taxi. Tveir bólkar, sum eru farnir undir grønu torvu, hóast flestu limirnir úr hesum bólkunum báðum enn eru sera virknir. Kaj hevur eisini smíðað løg og latið móðurmálið í ham tónans og hevur annars virkað í ørgrynnu av øðrum tónleikasamanhangum seinastu skjótt 30 árini. Eitt musikalskt flogvit, ið spælir trummur, bass og guitar eftir vild. Alberg og Kaj fara at syngja skemtiligu løgini hjá Húskallum á Summarfestivalinum. – Bankafólk eru »oysnia vælkomin«, siga báðir leirvíkingarnir, sum við ein munn. Húskallar spøkja aftur Mynd: Sunva Ey. Lassen Leirvíkingarnir Jákup Alberg Eliasen og Kaj Johannesen sum duoin Húskallar