týsdagur 24. juli 2007síða 68
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
68
Kreppa ella ei, so hevur
spenningurin í øllum førum
ikki verið serliga stórur í
kappróðrinum í ár. Somu bátar
hava vunnið ferð aftan á ferð,
og longu undan vestanstevnuni
vóru føroyameistararnir í seks
av bátaflokkunum at kalla
funnir. Tí er kanska at vóna, at
okkurt óvæntað úrslit kemur
á ólavsøku, so rógvarar fáa
trúnna á, at tað ber til at steðga
teimum sterkastu
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Eingin ivi er um, at okkara kæra tjóðar
ítrótt hevur verið í einum aldudali hetta
kappingarárið. Bátsmanningarnar
hava bert verið millum 38 og 43 í tali
til hvørja stevnu, og hetta er næstan
helvtini færri, enn vit høvdu í fjør.
Mest sum í hvørjum króki í landinum
hava kappróðraráhugað tosað um
kreppu, og sjálvt um fleiri eisini hava
roynt at tosa oman yvir eina kreppu, so
er tað eitt faktum, at føroyski kapp
róðurin hevur sæð betri dagar enn júst
nú.
Hvør orsøkin er, er ilt at meta um, tí
tær kunnu vera so mangar. Onkur hevur
sett spurnartekin við ta øgiliga venj
ingina, sum íðkararnir leggja í ítróttina,
meðan onnur hava havt hug at leggja
skyldina á inniróðurin, sum so brádliga
tók yvir hjørtuni hjá meginpartin av
teimum føroysku rógvarunum. Men
er tað veruliga so, at nógv venjing og
inniróður, sum í roynd og veru er ein
síðugrein til kappróður, hava skyldina av
keðiligu gongdini? Eg skal ikki koma við
eini niðurstøðu her, men fari í staðin at
hugleiða eitt sindur um kappróður.
Ring ár hava verið fyrr
Lat tað verða sagt beinanvegin, at
kappróður fyrr hevur sæð ring ár, har
undirtøkan hevur verið sera lítil. Hetta
er ikki fyrstu ferð, at slíkt er komið fyri,
og hava vit tí alla grund til at vóna, at
áhugin millum føroyingar aftur verður
størri komandi ár.
Tað vísir seg ofta, at tá eitt soltið
ár er farið aftur um bak, hvat viðvíkur
talið av bátsmanningum, so veksur
áhugin brádliga aftur, og hetta vóna
vit fer at vera galdandi til komandi ár,
soleiðis at vit aftur kunnu tátta í 70
bátsmanningum til hvørja stevnu.
Eg skal ikki siga við vissu, at talið
fer at vaksa so nógv til komandi
kappingarár, men eg ivist ikki í, at talið
fer at vaksa, tí fleiri av róðrarfeløgunum
kring landið gera eitt gott arbeiði.
Eingin spenningur
Tað er ikki bert á sjógvi, at áhugin er lítil
fyri kappróðri í ár. Talið av áskoðarum
hevur heldur ikki verið serliga stórt á
bygdastevnunum kring landið, og hetta
má metast at vera rættiliga keðiligt.
Ein av størstu grundunum er helst lítli
spenningurin, sum er í róðrunum. Longu
undan vestanstevnuni vóru seks av
teimum sjey kappingunum so gott sum
avgjørdar, og í flestu róðrunum er at
kalla eingin spenningur um útfallið.
Tí er tað mín vón, at feløgini kring
landið fara at gera eitt megnar arbeiði
til komandi kappingarár, soleiðis at vit
aftur kunnu fáa spenning í kappingarnar
hjá flestu bátaflokkunum. Fáa vit
henda spenningin í aftur róðrarnar, so
er eingin ivi um, at áskoðaratalið fer
at vaksa, samstundis sum tað verður
meir hugaligt hjá rógvarunum at fara í
bátarnar.
Nú stendur okkara tjóðardagur so fyri
framman, og tað er á ólavsøku, at síðsti
kappróður á árinum er á skránni.
Eingin ivi er um, at í flestu róðrunum
eru nakrir stórir favorittar undan ólav
søkuni, men hetta er tó eisini stevnan,
sum øll ætla sær at vinna, og tí er
eingin ivi um, at alt kann henda.
Tað er sjálvandi keðiligt fyri fremstu
bátarnar í FMkappingini, sum kanska
hava vunnið allar hinar stevnurnar, um
teir ikki eisini vinna á ólavsøku eisini,
men tað er nú einaferð soleiðis, at allar
bátsmanningar geva alt tað, ið eftir er,
á ólavsøku. Og tað er altíð stuttligt, um
okkurt óvæntað hendir, serliga um tað
hendir á ólavsøku.
Eg vænti eisini, at tað kundi verið gott
fyri føroyska kapprógving, um okkurt
óvæntað hendir á ólavsøku. Hetta kundi
víst rógvarum kring landið, at tað ber
til at vinna á teimum mest sigursvandu
manningunum, og at teir ella tær tí fara
aftur í bátarnar til komandi kappingarár.
Við róðrarkvøðu og ynski um ein
góðan ólavsøkuróður!
Ov lítil spenningur
Størsti spenningurin undan ólavsøkuni man vera, hvør bátur vinnur Útvarpssteypið. Eftir fyrstu seks FM-stevnurnar eru tríggir bátar, sum hava fult stigatal. Teirra
millum Eysturoyingur
Mynd: Álvur Haraldsen