mikudagur 25. juli 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
TÍÐINDI
Nr. 141 - 25. juli 2007
Mogens Tilsted
Christensen var ikki á
G! Festivalinum men
sigur, at tað fyriganga
ting á Roskilde
festivalinum, sum
ikki fyriganga á G!.
Hvat hann meinar
við, ynskir hann ikki
at siga meiri um
G! FESTIVALURIN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað hevur vakt ans, at prest-
ur in
í
Norðstreymoyar
presta gjaldi, Mogens Til-
sted Christensen, í præd iku
sínari sunnudagin hálovaði
G! Festivalinum. Guðstæn-
ast an varð útvarpað og
nøkur av somu sjónarmiðum
stóðu sum lesarabræv í bløð-
unum í gjár.
Tað stutta av tí langa er,
at tað, sambært Mogens Til-
sted Christensen, ikki verð-
ur horast og drukkið á sama
máta á G! sum á Roskilde.
Hetta sigur hann, hóast
hann ikki sjálvur hevur ver-
ið á G! Festivalinum.
Í dag hava vit fingið prest-
in í Norðstreymoyar presta-
gjaldi at grundgeva fyri tí,
sum hann førdi fram á præd-
ikustólinum sunnudagin og
í lesarabrævinum í gjár.
– Tað er ein heilt annar
stílur, og tað eru tónlista-
fólk ini man kemur at lurta
eftir á G!. Mentaliteturin er
eisini heilt øðrvísi, har tað á
Roskilde alt gongur upp í
drukk og ólevna, sum man
als ikki sær á G! Festi val in-
um, slær Mogens Tilsted
Christensen
fast.
Hann
sigur avgjørdur, at tað abso-
lutt ikki verður drukkið og
horast á sama hátt á G! sum
á Roskilde Festivalinum.
Mogens Tilsted Christen-
sen sigur seg vera impon er-
aðan av, at tað hvørt ár hepn-
ast at halda festivalin uttan
teir stóru trupulleikarnar
sum annars eru á øðrum
stór um festivalum – ella í
hvussu so er á Roskilde
Festi valinum, sum prestur
tekur til.
Slepst ikki undan
naknum fólkum
Eftir hvønn einasta Roskilde
Festival vísir sjónvarpi og
bløðini í Danmark myndir
frá døgunum, festivalurin
hevur verið. Fleiri myndir
av naknum fullum fólki eru
at síggja, men í so máta er
G! Festivalurin einki und an-
tak. Tí bæði í ár og í fjør
runnu naknir menn runt á
tjald plássinum, umframt at
onkur nakin kvinna eisini
er sædd viðhvørt.
Hetta vitna myndir og
video brot á alnetinum um.
Til hetta svarar prestur, at
tað á slíkum festivalum sum
G! ikki slepst undan, at
tílíkt kemur fyri.
– Tað er eitt frítt land vit
liva í. Tað fara altíð at vera
nøkur fá, sum gera ting, ið
vit ikki brýggja okkum um,
sigur Mogens Tilsted Christ-
ensen.
Vil ikki tosa um alt
Í fjør gjørdu fjølmiðlarnir
rættiliga nógv burturúr tjald-
plássinum, har tað eftir øll-
um at døma vóru rúsevnir at
finna. Hetta gera vil prest in
í Norðstreymoy varugan
við, og hann svarar so leiðis:
– Jú, men á Roskilde fyri-
ganga onnur ting, sum ikki
fyriganga á G! Festi valin-
um.
Hvat eru tað fyri ting?
– Tað er tað, sum eg helst
ikki vil tosa um, tí veitst tú
hvat, tað kanst tú lesa um í
bløðunum. Men Roskilde
festivalurin er á onkran hátt
meiri ein pornofestivalur
enn konsert, staðfestir Mog-
ens Tilsted Christensen,
legg ur so aftrat:
– Sjálvandi verður ein
verðs ligur festivalur merktur
av, at nøkur fáa eitt sindur at
drekka og eitt sind ur av
ólevnaði er. Tað slepst ikki
undan.
Var ikki á G!
Mogens Tilsted sigur víðari,
at tað ikki er sami menta-
litetur á G! sum aðrastaðni,
og so hevur hann eisini
gjørt nakrar sjáldsamar
eyg leið ingar av føroy-
ingum.
– Føroyingar nógv betri
til hetta, og føroyingar
duga eisini nógv betur at
hoyra, hvat góður tón-
leikur er, sigur Mogens
Tilsted
Christ en sen,
sum heldur at Før oy ar
eru eitt tónleikasamfelag
og ikki bara eitt fiski-
vinnusamfelag.
Men hevur tú sjálvur
ver ið á G! í ár?
– Nei, men eg kenni
fólk sum hava verið.
Eg havi ikki havt tíð
sjálvur, men eg havi
so lisið bløðini og
heima síður, vísir Mogens
Tilsted Christensen á, sum
eisini hevur heft seg við
tað, løgreglan segði um og
eftir festivalin í Gøtu um
vikuskiftið.
Absolutt ikki drukkið og
horast á sama hátt
Watson ikki til Íslands
Paul Watson og Sea Shepherd hava slept ætlanini um at fara
til Íslands í summar. Hetta sigur Útvarpið í morgun. Orsøkin
sigst vera, at Sea Shepherd hevur sent skipið Farley Mowat,
sum annars skuldi til Íslands, til Galapagosoyggjarnar í
staðin fyri. Í Íslandi skuldi Paul Watson og Sea Shephard
annars steðga hvalaveiðu, men nú fara teir heldur at gera eitt
átak við Galapagosoyggjarnar. Har hava tey frætt um eina
ætlan um at søkkja hundrað tons av jarndusti einar 250
fjórðingar vestan fyri oyggjarnar. Og tá skipið Farley Mowat
var á leiðini frammanundan, gjørdu teir bara av at vera
verandi.
Trygdarmiðstøð fyri 40 mió.
Sambært Norðlýsinum fer Bjørn Kalso, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum, í tingsetanini eftir ólavsøku at leggja uppskot fram
um verkslagslóg um bygging av Trygdarmiðstøð við Borðoyarvík í
Klaksvík. Bjørn Kalsø sigur við Norðlýsið, at talan er um ein 1700
fermetrar stóran bygning við undirvísingarhølum, venjingarhyli,
umsitingarhølum og kantinu. Klaksvíkar Kommuna er til reiðar at lata
øki til byggingina, og eftir ætlanini skal nýggja trygdarmiðstøðin
byggjast á økinum beint uttanfyri bátahylin við Borðoyarvík. Økið er
so gott sum liðugt planerað.
Myndin er frá sunnudegnum á ársins G! Festivali, har onkur er í ferð við at pakka niður, meðan onkur annar gongur nakin runt og melur
Mynd: Rólant Waag Dam
mar
oy-
tri
ar
at
n-
ns
n,
r
g
Lesarabrævið hjá
Mogen Tilsted
Christensen