mikudagur 25. juli 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 141 - 25. juli 2007
Beckham skapti
hyggjaramet
Fótbóltur er vanliga ikki tað, sum amerikumenn ganga
mest uppí, men tað vakti kortini ans, tá David Beckham
um vikuskiftið spældi sínar fyrstu minuttir fyri LA
Galaxy. 1,5 miliónir sjónvarpshyggjarar fylgdu nevnliga
við, tá Beckham spældi seinastu 12 minuttirnar av
dystinum, og hetta er met fyri ein fótbóltsdyst í USA.
Fyrrverndi metið var 11 ára gamalt, tá 1,1 milliónir
hyggjarar fylgdu við dysti millum DC United og San Jose
Clash.
Kaupthing bara veksur
Íslendski Kaupthing Bank kundi í dag almannakunngera
ein hálvársroknskap, sum sýnir eitt yvirskot á 4,2
milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur upp á 44% í mun
til fyrra hálvár í fjør. – Allar tær størru eindirnar hjá
bankanum hava givið eitt gott ískoyti til úrslitið. Ikki
minst vigaði tað tungt, at talan var um sera stóran vøkstur
í ómaksgjøldum, provisiónum og nettorentuinntøkum,
sigur Hreidar Már Sigurðsson, forstjóri í Kaupthing, við
Ritzau.
Politisku flokkarnir
fara upp undir koman
di løgtingsval meira
enn nakrantíð áður
at reka valstríð við
nýggjum samskiftis
miðlum á alnetinum.
Møguleikin at røkka
ungum veljarum er
serstakliga góður,
og nýggju samskif
tismiðlarnir frígera
flokkar og valevni frá
avmarkingunum í
kringvarpslógini og
journalistisku rediger
ingini í vanligu fjøl
miðlunum
VALSTRÍÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
YouTube, MySpace og aðr
ar heimasíður við livandi
myndum og ljóði verða týð
andi partur av vígvøllinum,
har komandi løgtingsval
skal vinnast. Tað er niður
støðan hjá samskiftisfyri
tøkuni hjá Kára Durhuus og
Per Højgaard, IssueCon
sult.
Tvey tey seinastu løg
tingsvalini hava verið merkt
av, at flokkar og valevni
hava rikið valstríð á egnum
heimasíðum. Tað verður
eisini støðan við næsta val,
men vit fara at síggja og
hoyra nógv meiri til politik
arar og sjónarmið teirra í
livandi myndum og ljóði á
alnetinum í valstríðnum,
sum so smátt er byrjað og
skal haldast seinasta lagi
19. januar 2008, siga teir
báðir samskiftisráðgevarar
nir.
Elta útlandið
IssueConsult roknar við, at
føroysk valevni fara at gan
ga í fótasporunum hjá
útlendskum politikarum og
valevnum, sum leingi hava
rikið síni valstríð og politis
ku branding við video og
ljóðklippum – sonevndum
webcast og podcast – á
alnetinum.
Í USA hevur leingi verið
vanligt, at politikarar net
varpa síni sjónarmið út til
veljararnar, og so seint sum
í fyrrakvøldið varpaði CNN
ljós á júst hesa gongdina,
har teir eitt nú vístu á Oba
ma og Clinton sum dømi.
Eisini europeiskir politikar
ar eru komnir rættiliga væl
á leið hesum viðvíkjandi.
Fesk dømi eru fráfarni
bretski
forsætisráðharrin,
Tony Blair, sum á fronskum
máli á YouTube í mai ynskti
nýggja franska forsetanum,
Nicolas Sarkozy, tillukku
við valsigri sínum. Bill Clin
ton, fyrrverandi amerikanski
forsetin, hevur sín persónli
ga weblog, har hann í hes
um
døgum
kensluborið
greiðir frá ferð síni í Afrika
og bardaganum móti AIDS
og fátækradømi har.
Í Danmark er Sosialistisk
Folkeparti helst tann flokk
urin, sum er komin longst
við at brúka nýggju sam
skiftismøguleikarnar poli
tiskt, og floksformaðurin,
Villy Søvndal, er longu eitt
kent andlit á YouTube.
Smá føroysk fet
Í Føroyum hava politisku
flokkarnir tikið fyrstu smáu
fetini við livandi politiskum
boðskapum. Fólkaflokkurin
er helst komin longst við at
netvarpa sínar politikarar
og teirra sjónarmið, og Sam
bandsflokkurin hevur eisini
nomið við webcasttøknina
á heimasíðu sínari, tó í av
markaðan mun.
Hinvegin hevur flokkurin
hjá løgmanni, Javnaðar
flokkurin, lítið og einki
gjørt á hesum øki.
Samanlagt eru flokkarnir
í Føroyum tó langt aftanfyri
útlendsku flokkarnar á hes
um øki, men tað er bert ein
spurningur um tíð, til heim
ligu
flokkarnir
veruliga
taka nýggju miðlatøknina
til sín og gera hana til part
av politisku brandingini.
Økt frælsi
Politiska brúkið av netvarp
inum ber í sær, at flokkarnir
sleppa undan avmarkingun
um í kringvarpslógini og
teirri journalistisku redeger
ingini á føroysku fjølmiðlu
num.
Grein 8 stk. 5 í kring
varpslógini bannar lýsing
um fyri politiskum áskoða
num, og tað merkir, at flokk
ar og valevni ikki kunnu
keypa sær tíð í lýsingar
blokkunum hjá Útvarpinum
og Sjónvarpinum. Tað er
ein orsøk til, at føroysku
bløðini hava jóladagar í val
stríðum.
Við netvarpi á alnetinum
er hinvegin frítt slag. Har
kunnu flokkar og valevni
frítt og við rímiliga góðari
mynda
og
ljóðgóðsku
koma út til ein sera stóran
lurtara og hyggjaraskara
við sínum politisku sjónar
miðum.
Á sama hátt ber netvarp
ingin í sær, at politisku sjón
armiðini verða ikki sáldað
frá, broytt ella redigerað á
tíðindaredaktiónunum.
Alnetið er frítt, og samskift
ið er beinleiðis uttan uppí
blanding frá blað ella loft
miðlafólki.
Nýggir kveistrar
Ein sannroynd, sum helst
telur nógv hjá politisku
flokkunum, er, at alnetbrúk
arar – og serliga hyggjarar,
lurtarar
og
lesarar
á
YouTube og MySpace – eru
í lutfalsliga ungum árum.
Flokkarnir skríggja vanliga
eftir ungum veljarum, og
við nýggju samskiftismið
lunum liggur til dømis væl
fyri at koma í samband við
tey, sum skulu á val fyri
fyrstu ferð.
Politisk netvarping er eisi
ni uppløgd hjá nýggjum og
ókendum valevnum. Á net
inum kunnu tey í friði og
náðum greiða frá sær sjálv
um og sínum politikki – nak
að, sum ikki letur seg so
væl gera í vanligum fjølmið
lunum.
Hetta fer tó at seta størri
krøv til bæði flokkarnar og
móttakarar, tí mongdin av
informatiónum fer at eks
plodera. Men veljarin, sum
er áhugaður í at vita, hvat
ymsu valevnini standa fyri,
fær nøktað sín tørv. Og tað
kann gerast avgerandi táttur
í valinum, siga Per Højgaard
og Kári Durhuus frá Issue
Consult.
Flokkarnir eiga at gera sær greitt, hvussu stóra ávirkan nýggju samskiftismøguleikarnir fara at hava á valstríðið og harvið eisini valúrslitið, siga Per Højgaard og
Kári Durhuus frá IssueConsult
Mynd: Jens Kristian Vang
Valstríð við nýggjum vápnum