mikudagur 25. juli 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 141 - 25. juli 2007
tíðindi
Búskapar- og
løgfrøðingafelagið
átalar, at Gerhard
Lognberg skudlsetir
og hóttir stjóran á
Landsverki
HÓTTAN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Búskapar- og Løgfrøðinga-
felag Føroya átalar við hes-
um, at javnaðartingmaðurin
úr Sandoynni í fjølmiðlunum
skuldsetir og hóttir stjóran
fyri Landsverk.
Tað sigur felagið í dag
sum svar upp á greinina í
Sosialinum í gjár.
Orsøkin til ákærurnar hjá
Gerhardi Lognberg eru, at
tilráðingar í einum innan-
hýsis tilmæli um sandoyar-
tunnilin ikki samsvara við
politisku áskoðanina hjá
tingmanninum.
- Embætisfólk hava skyl-
du til at upplýsa eitthvørt
mál til fulnar, soleiðis at
politiski myndugleikin hev-
ur fuldgott grundarlag at
taka støðu á. Hetta merkir
sostatt, at øll viðkomandi
viðurskifti – búskaparlig,
løgfrøðilig og samfelagslig
- skulu lýsast og nágreinast,
eisini tey, sum møguliga ik-
ki eru í samsvari við ta ráð-
andi politisku áskoðanina,
sigur felagið.
Búskapar- og løgfrøðinga-
felagið leggur áherðslu á, at
tað er sera umráðandi, at
embætisfólk til eina og
hvørja tíð kunnu røkja hesa
skyldu uttan at verða útsett
fyri grundaleysum skuldset-
ingum og hóttanum frá
politiskari síðu.
Á blaðsíðu 12 í blaðnum
í dag spyr Bill Justinussen,
løgtingsmaður, um Oyvind-
ur Brimnes er politikari.
Løgtingsmaðurin sigur, at
Landsverk skal veita lands-
stýrinum tøkniliga ráðgev-
ing í sambandi við útbygg-
ing
og
viðlíkahald
av
undirstøðukervinum.
- Landsverk skal ikki
verða politiskur ella fíggjar-
ligur ráðgevi, sigur Bill
Justinussen, sum staðfestir,
at Landsverk er farið út um
sínar heimlidir við uppritin-
um um at leggja Skálafjarð-
artunnilin og Sandoyar-
tunnilin í eitt og sama felag
soleiðis, at Sandoyartunnilin
kann gerast uttan eina
almenna krónur úr lands-
kassanum.
Løgtingsmaðurin í Eyst-
uroynni sigur, at neyðugt er
at átala Oyvind Brimnes.
Búskapar- og løgfrøðinga-
felagið sigur hinvegin, at
embætisfólk at skyldu at
upplýsa mál til fulnar og
vísir á týdningin av góðari
embætisførslu.
Edvard Heen verður
nú stjóri í Tryggingar-
felagnum Føroyar.
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Nevndin í Tryggingarfelag-
num Føroyar P/F hevur sett
Edvard Heen sum nýggjan
lim í stjórn felagsins frá 1.
august 2007.
Edvard Heen varð settur
sum varastjóri í felagnum
fyri einum ári síðani.
Stjórnin í í Tryggingarfe-
lagnum Føroyar P/F sær
sostatt soleiðis út frá 1. aug-
ust 2007: Gunnar í Liða,
forstjóri, og Edvard Heen,
stjóri.
“DRAGIN” á veg til Hetlands og
Orkneyoyggjar
Gjáramorgunin fór skúlaskipið Dragin av Klaksvík við kós móti Hetlandi.
Veðurmenninir siga fríkst lot av landnyrðingi og norðan, so skipið fær
góðan byrð til Hetlands. Við átta míla ferð tekur tað umleið 24 tímar at
sigla niður, so skipið skuldi komið leiðina fram hvørja løtu. Farið verður
fyrst til Aith, sum liggur norðaliga á Mainlandi. Har skal ein
galliónsfigurur setast undir spytið á Draganum. Hetta er ein gáva frá
hetlendingum. Aftan á nakrar dagar í Hetlandi verður siglt til Kirkwall á
orknoyggjum. Har verður vitjað í nakrar dagar. Túrurin hjá Daraganum í
Hetlandi og Orknoyggjum tekur einar 8-10 dagar.
Fakfelag átalar Gerhard Lognberg
Edvard Heen stjórnar
limur í Tryggingar
felagnum Føroyar
Ov fá flashkort
Risa-succes’in hjá iPhone og iPod
hóttir nú marknaðin fyri flash
minniskortum. Í verður fjórða hvørt
minniskort, sum verður framleitt, selt
til brúkarar av nýggju tónleikaspælar-
unum, og tað skapar fløskuhálsar á
marknaðinum. Tó ikki fyri
framleiðsluna hjá Apple, har tey hava
gjørt langtíðaravtalu við fleiri
veitarar. Hinvegin hevur tað givið trupulleikar hjá fleiri øðum
mp3-framleiðarum, sum snøgt sagt hava verið noyddir at steðga
framleiðsluni.