týsdagur 24. juli 2007síða 90
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
90
90
Aftur í ár verður Miðlahúsið í Vágsbotni ein
partur av ólavsøkuni. Við ikki færri enn seks
ymiskum konsertum, eini framsýning og
filmsfyrivísan letur Miðlahúsið upp dyrnar
fyri ólavsøkugestunum. Tónleikurin er
sera fjølbroytur frá spælimans tón leiki við
Spælimonnunum og norska Eid Spele manslag
til Sigrid Rasmussen, Høgna Reistrup og Elin
Heinesen. Filmsfyrivísanin verður við torvfilmi,
sum Jákup Andreas Arge og Finn Goll hava
tikið upp. Eisini er ætlanin at vísa film um
Føroyar frá 1966, ” Islands in the Clouds”,
sum kendi enski filmsmaðurin Douglas Fisher
gjørdi fyri BBC. Ein annar av hansara filmum
varð vístur í Miðlahúsinum í fjør og fyrraárið.
Framsýningin er tann 18. í røðini við tekningum
Miðlahúsið miðdepil á
Fríggjadagur 27. juli kl 15-20 framsýning í Miðlahúsinum við
skemtitekningum hjá Óla P
Fríggjadagur 27. Juli kl. 15-20 filmsfyrivísan í Miðlahúsinum,
torvfilmurin ”Burtur á Heiði” og BBC filmur frá 1966 ”Islands in
the Clouds” verða vístir.
Fríggjadagur 27. juli Kl. 15-17 bókaframløga í Miðlahúsinum:
”Føroya Mál á manna munni – móðurmálið og málrøkt” eftir
André Niclasen.
Fríggjadagur 27. juli kl 17 Spælimenninir spæla í Miðla-
garðinum
Leygardagur 28. juli kl 14-20 framsýning í Miðlahúsinum við
skemtitekningum hjá Óla P
Leygardagur 28. juli kl. 14-20 filmsfyrivísan í Miðlahúsinum,
torvfilmurin ”Burtur á Heiði” og BBC filmur frá 1966 ”Islands in
the Clouds” verða vístir.
Leygardagur 28. juli kl. 18 spælir og undirheldur Eid Spele-
manns lag í Miðlahúsinum.
Leygardagur 28. juli kl. 20 konsert í Miðlahúsinum við Elin
Heinesen.
Sunnudagur 29. juli kl 14-20 framsýning í Miðlahúsinum við
skemtitekningum hjá Óla P
Sunnudagur 29. juli kl. 14 -20 filmsfyrivísan í Miðlahúsinum,
torvfilmurin ”Burtur á Heiði” og BBC filmur frá 1966 ”Islands in
the Clouds” verða vístir.
Sunnudagur 29. juli kl. 14 spælir og undirheldur Eid Spelemanns-
lag í Miðlahúsinum.
Sunnudagur 29. juli kl. 16 framløgukonsert í Miðlahúsinum við
Høgna Reistrup
Sunnudagin 29. juli kl. 22.15-23 konsert við Sigrid Rasmussen í
Miðlahúsinum.
Skráin fyri Miðlahúsið og Miðlagarðin á ólavsøku er henda: