týsdagur 24. juli 2007síða 91
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
91
Móðurmál og málrøkt
Fríggjadagin 27. juli klokkan 15.00 verður bók in hjá
André Niclasen “FØROYA MÁL Á MANNA MUNNI –
móðurmálið og málrøkt” løgd fram í Miðla húsinum.
André Niclasen skrivar sjálvur í inn gang inum, at
hetta er eitt úrval av greinum og við merkingum, sum
hann skrivaði í Málteiginum í Sosialinum í tíðini
1992-98. Okkurt annað for vitnis ligt er eisini at finna
í bókini, umframt at Óli Petersen hevur prýtt bókina
við mongum framúr góð um tekningum.
Óli Breckmann skrivar millum annað í fororðu num:
Eitt kærkomið íkast til málsligt ríkidømi. André
Niclasen hevur í eitt áramál skrivað nógvar greinar
um føroyskt mál og málbrúk. Hann er útbúgvin og
kønur málfrøðingur, í týskum og russiskum, umframt
at hann hevur í holdið borið viðkvæmt oyra og gløgt
eyga fyri okkara móðurmáli. Hann er málsliga musikalskur og argumenterar út frá breiðari
og djúpari vitan um mál. “Føroya mál á manna munni” er á tremur við hegnigum málsligum
eygleiðingum, hugbirtingum og leiðbeiningum. André er speiskur og spískur í sínum
viðmerkingum, og í mongum førum eru hugleiðingarnar hjá honum heilt kostiligar. Speisemi
og skemt gera bókina lætta og stuttliga at lesa. Hann eirir ikki teimum ofta klossutu og
miseydnaðu úrslitunum av puristiskari betrivitan hjá teimum “lærdu”. Men hann stuðlar
lesaranum sum málsligum brúkarum og styrkir málsliga sjálvsálitið hjá vanligum føroyingum.
Við hesari bókini hevur høvundurin ríkað og fjølbroytt føroyskt talu- og skrivtmál. Bókin
er sera væl egnað til brúk í undirvísingini í føroyskum á okkara skúlum, í framhaldsdeild,
miðnámsskúlum og í hægri lesnaði.
Eivind Weyhe skrivar millum annað á baksíðuni á bókini: Hvat er føroyskt? er ein
spurningur, ið ofta stingur seg upp, tá ið kjakast verður um mál her á landi. Eitt afturvendandi
trauma hjá nógvum føroyingum er, at teir ganga runt og halda at teir duga ikki føroyskt. Teir
hava varhugan av, at onkur instansur situr og hevur definitiónsrætt uppá, hvat føroyskt er.
Men sum ein gamal sumbingur segði við meg fyri nógvum árum síðan: “Móðurmálið? Tað
er málið hjá mommuni!” Tað er tí gleðilig, at tað av og á koma sjónarmið fram, sum tora at
seta spurnartekin við tann almenna málpolitikkin. Ein av teimum, ið hevur latið áhugavert,
stuttligt og samstundis fakliga væl undirbygt íkast til hetta kjak, er André Niclasen. Eg sigi
fyri meg: Sjálvur havi eg lært av hesum málteigum um føroyskt.
André Niclasen: Føroya mál á manna munni
móðurmálið og málrøkt
© Læribókaforlagið 2007
Lagt til rættis: Regin Eikhólm og André Niclasen
Tekningar: Óli Petersen
Umbróting, perma, prent og innbinding: Føroyaprent
Stødd: 170x240 mm, síðutal 280
hjá okkara fræga teknara Óla P. Aftrat øllum
hesum verður eisini bókaframløga í Miðlahúsinum
fríggjadagin 27. juli kl. 15 við bókini ”Føroya mál á
manna munni. ”
Sum nakað nýtt letur Miðlahúsið eisini upp
dyrnar til Miðlagarðin, sum er ætlaður av vera ein
náttúrligur partur av maritima umhvørvinum í
Vágsbotni.
Miðlahúsið bjóðar eisini kaffi/te og køkur
og Sisu. Prísurin fyri at vitja ymisku tiltøkini
í Miðlahúsinum umframt at síggja hugnaliga
arbeiðsplássið, har tíðindini í Sosialinum og
á Portalinum verða skapt allar ársins dagar,
er 100 kr. Atgongumerkið er eisini lutaseðil
við vinningum sum flogferðum til Reykjavík,
gistingum á hotelli og Skemtbókum.
ólavsøku
Aftur í ár ver›ur høvi hjá
ólavsøkugestum at síggja
stuttligu og rámandi
tekningarnar hjá Óla P.
Mynd Jan Müller
Mi›lagar›urin h‡sir spæli mans tónleiki
fríggjadagin 27. juli kl. 17. Í fjør vóru
ta› tónarnir frá frálíku Brekkubrothers,
sum svinga›u í gar›inum. Her
”His Masters Voice”. Mynd Jan Müller