mikudagur 25. juli 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 141 - 25. juli 2007
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Erla Johanna Joensen, fødd Hammer, ættað av
Toftum, búsitandi í Keypmannahavn, einkja eftir
Sigmund Joensen av Tvøroyri, andaðist sunnudagin
tann 22. juli, 86 ára gomul. Kórsetingin verður
fríggjadagin 27. juli klokkan 12 í Hyltebjerg kirkju,
Ålekistevej 91, 2720 Vanløse.
Mánadagin 23. juli andaðist John Larsen, Vágur,
sonur Lydiu og Petur Larsen, Porkeri, á Ríkissjúkra
húsinum, 52 ára gamal. Kistan kemur suður við
Smyril í kvøld klokkan 20.30. Kistan fer úr heim
inum hóskvøldið klokkan 19.00 í Bethel. Jarðar
ferðin verður úr Bethel fríggjadagin kl. 13.00.
Andlát og jarðarferðir
Seinasta sunnudag, 22. juli, fylti ein
kendur hvalbingur, Niels Holm Jacob
sen, 85 ár.
Foreldrini hjá Niels vóru Jákup úr
Skálavík kallaður, ættaður úr Leynum,
og Elisabeth, dóttir Jóan Paula við
Neyst í Hvalba.
Niels var smádrongur, tá ið mamm
an doyði frá fimm børnum, og tað
minsta barnið var ikki ársgamalt. Systk
ini vóru annars Jóhannes, Ragnhild,
Kristiannna og Thala. Heimið varð
hildið saman av Oluffu Wolles av
Trøllanesi, sum var arbeiðsgenta hjá
teimum í 11 ár. Oluffa giftist seinni við
Jóhannes í Miklagarði á Eiði.
Hesar umstøður í heiminum skaptu
eisini eitt serligt samanhald millum
systkini. Minnist, at Esmar Fuglø,
giftur við Ragnhild, ofta plagdi at taka
til ”Niels svágur”, sum segði so og so.
Tá nakað var, so ringdi Esmar til
Niels.
Sum aðrir dreingir fór Niels ungur
til skips, og sigast kann, at sjógvurin
gjørdist hansara lív.
Fyrsta skipið hjá Niels var City of
Norwich, har Gunnar Danielsen, ætt
aður úr Søldarfirði búsettur í Vági,
var skipari. Undir krígnum sigldi hann
við trolaranum Norðbúgvanum við
Hans Paula Johannesen sum skipara.
Her var hann saman við Jakku á
Sundi, hvørs søga, eisini frá Norð
búgvanum, hevur verið í Sosalinum
herfyri. Jakku letur væl at Niels sum
ein raskan skilamann.
Men Niels mátti gevast at sigla, tí
hann fekk tuberklar, og var hann rætti
liga ringur. Hann fekk viðgerð bæði í
Føroyum og Danmark og gjørdist ar
beiðsførur aftur. Hann tók skipara
prógv í 1948.
Niels kom at royna nógvar tættir av
sjólívinum. Hann var í fleiri ár skipari
á hvalabáti hjá teimum hjá Dias á
Heyggi, sum høvdu hvalastøðina í
Lopra, og gekk tað væl. Teir royndu
eisini at skjóta brugdur, sum vórðu
veiddar fyri teirra nógva livur. Niels
kom eisini at royna veiðu eftir ídnaðar
fiski, tá ið henda veiðan stakk seg
upp, og hann var við Gudmundi hjá
Niels Juel Mortensen á Tvøroyri.
Hann var eitt skifti skipari á Stapan
um, sum førdi kol kring landið fyri
kolavirkið hjá hvalbingum. Tað var
eisini Niels, sum var við til at keypa
útróðrarbátin Glyvrarberg til Hvalbiar.
Niels førdi hann, tað gekk óføra gott
hjá honum at fiska.
Ein annar táttur hjá Niels var polit
ikkur. Hann var valdur í kommunustýr
ið fyri Hvalbiar sókn í 1951 og sat til
1958. Hann varð valdur inn á Føroya
løgting fyri fólkaflokkin árini 1958
1966, og gjørdist hann ein partur av
sjálvstýrssamgonguni 19621966. Um
hesa tíðina varð eisini byrjað at senda úr
tinginum í útvarpinum. Tey, sum minn
ast hesa tíð, minnast eisini Niels sum
ein framúr røðari við greiðum og klárum
sjónarmiðum, sum tað var lætt at vera
samdur við, í hvussu er hjá teimum
sjálvstýrissinnaðu. Tey vóru fleiri, sum
undraðust og harmaðust um, at Niels
ikki skuldi verða afturvaldur til løg
tingsvalið í 1966. Síðan tá hevur fólka
flokkurin í Suðuroy ikki verið umboð
aður á tingi. Árini 19631966 var Niels
formaður í nevndini fyri Lønjavn
ingargrunnin, valdur av landsstýrinum,
og kom hann tá beinleiðis at hava við
viðurskifti fiskimanna at gera.
Niels var giftur við Silvurbjørg av
Tvøroyri. Tað eru mong ár síðan, at
hon doyði.
Hóast í seinna lagi fara vit at ynskja
Niels hjartaliga tillukku við teimum
85 árunum.
ó.
Niels Holm Jacobsen, 85 ár
Mynd úr løgtingsbókin
Her eru øll systkini saman. F.v. Niels, Jóhannes, Ragnhild, Thala og Kristianna
31. juli fyllir Emly Poulsen
á Skáltavegnum í Klaksvík
80 ár.
Mamma er vaksin upp
við Keldu í Leirvík, hon er
næstelst av 13 systkjum.
Hon fór sum ung til
Havnar at tæna og har møtti
hon Julian úr Øravík, sum
hon giftist við í 1950. Tey
fluttu til Klaksvíkar at
búgva 1954. Hann doyði eft
ir ringa sjúkralegu 1985.
Mamma passaði hann líka
til tað seinasta.
Tey fingu 7 gentur sum
allar eru giftar og búgva
ymsa staðni í Føroyum.
Mamma eigur 18 ommu
børn og 14 langommubørn,
sum hon við stórun áhuga
fylgir.
Hon fór út at arbeiða, tá
børnini vóru undankomin.
Fyrst á flakavirkinum, síðani
á Vistarheiminum, har var
hon sera glað fyri at vera.
Mamma hevur altíð tikið
sær nógv av børnunum og
ommubørnunum,
passað
tey og ikki minst bundið
upp á tey. Hon hevur altíð
dugað sera væl til hendur
nar, bæði at seyma og
binda. Tað besta hon fær er,
tá onkur kemur at vitja, hon
er sera blíð og løtt at práta
við.
Hon hevur ein stóran
áhuga, sum kanska ikki er
so vanligur í hennara aldri,
tað er ítrottur, serliga fót
bóltur, hon fylgir væl við,
hvussu gongur við KÍ og
LÍF.
Mamma heldur føðingar
dagin í Skálanum í Klaksvík
týsdagin 31. juli kl 17, og
vit vóna, at nógv fólk koma
at heilsa uppá hana.
Heilsan døturnar
Emly Poulsen 80 ár
Dagurin
26. juli, Anna. Hon var móðir Mariu Moy og var gift
við Jójakimi. Halgisøgan sigur frá, at tey komin upp í
árini eingi børn fingu, og Jójakim rýmdi frá konuni.
Men hann vendi heim aftur, tá ið ein eingil hevði boðað
honum, at tey skuldu fáa barn. Og tá bar til. Hebráiskt
navn, ið merkir hin náðaða ella yndi.
Mánadagin 23. juli andaðist á Ríkissjúkrahúsinum
okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi
John Larsen
Vágur
Sonur Lydiu og Pidda Larsen, 52 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Bethel í Vági fríggjadagin
kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Irena.
Siri, Páll og Lív
Tey, ið vilja minnast John, kunnu lata eina
peningagávu til Nýrafelagið. Konta í peningastovunum.