mikudagur 25. juli 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 141 - 25. juli 2007
13
viðmerkingar
Eftir at Magni Laksáfoss
hevur úttalað seg um
undirsjóvartunnilin til
Sandoynna, er veruligur
ótti komin á fólk her
suðuri, og tosað verður
nógv um, um nú tunnilin
kemur ella ikki.
At tunnilin kemur, er
nokk sikkurt, men eftir
hetta úttalilsið hjá Magna,
er spurningurn nú, nær
kemur hann?
Formenninir í teimum
politisku nevndunum hava
verið saman á fundi og eru
samdir í, at Sandoyggin, ja
øll suðurleiðin, hevur ikki
ráð at bíða. Allir eru
samdir í, at her skuldi
standast saman og fara út
sum ein maður. Og seta vit
sum treyt, at tunnil kemur
undir Skopunarfjørð.
Tosað var um, hvat man vil
í Føroyum. Jú laga manni,
so verður tosað um at
miðsavna sum mest, og
gera tað lættari hjá
vinnulívinum og tí meiniga
manninum at koma aftur
og fram, men er hettar nú
bara gladandi fyri nøkur
øki í Føroyum.
Er tað ikki meiningsleyst
at bíða við okkum á
Sandoynni? Er tað ikki ein
treyt fyri samfelagið, at tað
næsta á skránni er ein
tunnil suður til Sandoynna,
so at ein komandi suður
leið kann gerast verðuleiki.
Hvar tunnilin skal fara
niður og koma upp eru
ymiskar meiningar komnar
fram um. Sama er galdandi
við fíggingini av tunnli
num. Tað seinasta nýggja
er, at Skálafjarðatunnilin
skal fíggja Sandoyar
tunnilin.
Hvat ið er tann besta
loysnin, skulu vit ikki gera
okkum Harrar yvir. Tað
mugu teir, sum kalla seg
teir kønu á økinum, finna
út av.
Rætt er, at ikki er tað
heilt stóra vinnulívið í
Sandoynni, men skal tað
vinnulív sum er, ja alt lív
yvirhøvir, hava lívið lagað
og kunna menna seg, so
skal tunnil koma til oynna.
Sum nú er, eru vit ikki
kappingfør við vinnulívið
á “fastlandinum”. Vit
megna ikki at fylgja við tí
stóru framgongd, sum er á
øllum økjum.
T. d so skal ein timbur
meistari her á oynni, tá
hann skal geva eitt tilboð
upp á eina uppgávu norðan
fjørðs taka bæði ta tíð og
kostnaðin tað tekur at sigla
um fjørðin, við í tilboðið.
Av tí sama er hann, sum
oftast, við skerdan lut.
Sama er við okkara flaka
virkjum. Tá fiskur skal
fáast til oynna, tí ikki eru
tað nógv skip, sum landa á
Sandi, so má fiskurin
fraktast við báti um fjørð
in, og er hettar ein meiri
kostnaður fyri virkini.
Sama ger seg galdandi, tá
fiskurin skal av oynni
aftur.
Hyggur man eftir tí
røring, sum er komin í
oynna, bara tí at tosið er
komið fram um tunnil, so
sæst, at t. d. í Skopun,
Skálavík og á Sandi, eru
útstykkingar farnar fram.
Og longu eru fleiri hús
reist og øll hini grund
stykkini eru umbiðin.
Hettar eru mest fólk, sum
hava tilknýti til bygdinar,
men eisini er onkur, sum
ikki tímir at bíða, til tey
fáa játtan til at seta búgv í
miðstaðarøkinum.
Vit ivast ikki í, at um
tunnil kom, so flutu nógv
fólk suður at búgva, tí
okkum kunnugt, so er
bíðilistin, eftur grundstykki
í Havnini rímilga langur.
Tað kann ikki vera so
torført at ímynda sær tann
positiva íblástur tað hevði
verið fyri oynna og longur
suðureftur, um tunnilin
kom. Spyrji bara vágafólk
og tey í norðoyggjum, hvat
tey halda um, áðrenn og
eftir undirsjóvartunnilin.
Tíðindaskriv frá teimum politisku feløgunum í Sandoyar sýslu
Tey Politisku feløgini í Sandoyar Sýðslu
Heitt verður á fólk um ikki
at fara inn í trongan kring
Tinghúsvøllin við smábørn
um annaðhvørt til gongu
ella í barnavogni, meðan
midnáttarsangurin er á
ólavsøku. Eisini verða fólk
biðin um so vítt gjørligt at
parkera bilarnar so langt
frá miðbýnum, sum til ber.
Tað savnast rættiliga
nógv fólk á Vaglinum og
økinum kring Vaglið til
midnáttarsangin ólavsøku
kvøld. Eisini fólk, sum
koma við barnavogni og
smáum børnum, ið eru til
gongu ella verða borin.
Hetta kann vera rættiliga
óheppið, tí so trongligt og
nógv trokan er á økinum
hesa løtuna. Eisini eftir
sangin, meðan dansað
verður.
Tórshavnar kommuna
heitir staðiliga á fólk, sum
koma til hesa stóru sam
komuna og hava børn við,
um at bera so í bandi, at
tey standa næst Gamla
Bókhandli. Miðað verður
ímóti, at økið undir Bók
handlinum, har sum
Frelsunarherurin hevur
útimøti beint undan mid
náttarsanginum, í størst
møguligan mun verður tøkt
til fólk við smáum børn
um. Àheitanin er sam
stundis á onnur, sum koma
til tiltakið, um at hava hetta
í huga. Tí óhugsandi er
ikki, at børn ótolnast, og tá
skulu tey helst hava ein
møguleika at sleppa burtur.
Bilparkeringin
Nógv fólk fara í býin við
bili til hetta tiltakið. Tað
kann eisini í fleiri førum
vera neyðugt. Serliga hjá
fólki, ið býr í nýggju búset
ingunum í Hoyvík ella aðra
staðni, eins og bygdarfólk,
sum koma á ólavsøku,
sjálvsagt hava bil við.
Tórshavnar kommuna
heitir á fólk, um at royna at
finna parkeringpláss so
langt frá miðbýnum, sum
gjørligt. Nógv parkerings
øki eru, ið væl ber til at
ganga frá oman í miðbýin.
Úr Gundadali er ikki so
øgiliga langt. Heldur ikki
av Hálsi. Av Trapputrøðini
er styttri, eins og av Glaðs
heyggi ella av Konga
brúnni. Eisini eru parker
ingspláss uttan fyri Skans
an. Nýggja parkeringpláss
ið við endan av Mortans
stovubrekkuni er best
atkomiligt uttaneftir úr t.d.
J.Paturssonargøtu ella av
Dalavegnum. Og so er
sjálvandi Skálatrøð eftir.
Men ynskiligt hevði verið,
um tey plássini vórðu sum
minst nýtt til bilparkering,
meðan so nógv fólk er á
ferð í miðbýnum.
Víst verður til lýsingar í
bløðunum og á www.
torshavn.fo har síggjast
kann, hvussu ferðslan er
skipað á ólavsøku.
Um trygdina undir midnáttarsanginum
Tíðindaskriv
Tórshavnar
Býráð
Slóarblóð er Ólavssøku
framsýningin hjá Lista
felagnum í ár. Slóin er
beinið inni í horninum á
seyði og øðrum kríatúrum,
beinið, sum hornið situr
uttaná. Myndin av blóð
inum inn í slóini ímyndar
tað, sum rørir seg hjá
teimum, sum kanska fara
at mynda listina her á landi
í morgin og ovurmorgin.
Til at geva framsýningini
rætta huglagið verður tón
leikaframførsla við Guðrið
Hansdóttir ólavssøkuaftan
kl. 16.00.
Nýtt er, at luttøkan er
avmarkað til tey millum 18
og 30. Undirtøkan hevur
verið góð, eini 100 verk
eru innkomin, og 56 verk
eru vald burturúr. Listafólk
ini eru 18 í tali, javnt býtt
millum kvinnur og menn,
sum eru eru millum 19 og
30 ára gomul.
Verkini eru olju og
akrylmálningar, akvarellir,
leirlist, prentlist, foto og
filmslist.
Listafelagið skipaði í
1948 fyri fyrstu Ólavsøku
framsýningini, og síðani
hevur hon verið fastur
táttur á ólavsøkuskránni,
nakrar fáar ferðir í 1950'ár
unum undantiknar. Mong
eru tey, sum fingu fingu ta
fyrstu listaligu viðurkenn
ingina á framsýningini,
sigur Listafelagið í tíðinda
skrivi.
Tann siðin vil Lista
felagið fegið varðveita,
men á annan hátt. Tí er
framsýningin broytt í ár.
Til at skipa fyri heitti
Listafelagið á teir báðar
Jóannes Lamhauge og
Heiðrik á Heygum, sum
fúsir tóku av, og teir hava
verið stak arbeiðssamir.
Stóri salurin í Listasavn
inum, sum er upprunaligi
Listaskálin, er málaður og
innrættaður serliga til
Ólavssøkuframsýningina.
Hon letur upp ólavssøku
aftan kl. 14 og endar 12.
august.
Ólavssøkuframsýningin
er í Listasavninum í
Gundadali og er opin
soleiðis:
Ólavssøkuaftan kl. 1420 –
Gevið gætur: Guðrið
Hansdóttir framførir kl. 16.
Ólavssøkukaftan 1420
Síðani fram til 12. august í
vanligu upplatingartíðini
hjá Listasavninum.
Atgongumerki: 50 kr.
TÍÐINDASKRIV frá Listafelagnum
SLÓARBLÓÐ - Ólavssøkuframsýningin 2007 í Listasavninum
Rætting
Í samrøðu við Chr. Nagata í
Ólavsøkublaðnum er tíverri komið at standa,
eftir at greinin hevur verið gjøgnum fleiri lið í
prentviðgerðini, at hann keypti bumbuflogfar
til »marknaðarføroying«. Hetta er ein
misskiljing. Greinin snýr seg í høvuðsheitum
um marknaðarføring, og tað var hetta,
flogfarið var ætlað til.
Blaðm.