Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juli 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Dagbókin hjá Petur Alberg: Soleiðis varð løgtingið samankallað í 1898 Vit hava hesa ferð seinasta partin av dagbókini hjá Petur Alberg fyri 1898. Tað mest áhugaverda er frágreiðingin um, hvussu løgtingið verð­ ur kallað saman. Síðan eru fleiri áhugaverdar frágreiðingar um ym­ iskar gerandis hend­ ingar, sum lýsa, hvussu lívið var í Havn og í Føroyum fyri góðum 100 árum síð­ ani. Millum annað tá ringt varð fyri drotn­ ingadeyða, sum Petur heldur vera nakrar »narrestreger« Oktober 1. Ankom Postdampskibet Vesta Kapt. Corfitzon hertil fra Island for at afgaa til København. Den skulde have været her den 27.Sept. Som Passagerer af Færinger kom Tømmermændene: Óli Mortensen, Havn, Hans Chr Andreassen og Magnus Jacobsen, der har været oppe i Reykjavík til at bygge et Hospital for Spedalske. Bolt havde skrevet efter Óli Mortensen og Niels L Holm. De andre havde søgt om at slippe med. Men Niels Holm maatte kort efter, at han var rejst, komme tilbage med Thyra til Færøerne. I gaar den 30. sept fangede Johs Johannesen (Hestø) en Hemari i et Garn. Hemarin var omtrent 3 Alen lang. 3. Hvalfanger Michelsen, der 28. Sept. afsejlede til Norge, har nu faaet i alt 54 Hvaler. 4. Kom Postdampskibet Laura fra København (via Leith) og Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Hetta er eitt postkort úr Havn frá 1895. Tað er í sær sjálvum sera áhugavert. Men tað, sum er enn meira áhugaverrt er, at Petur hevur sett navn við myndirnar og hevur gjørt eina áhugaverda frágreiðing til myndina, sum er soljóðandi: Hetta er eitt forvitnisligt bílæti fyri meg og onnur, sum eru so mikið gomul, at vit minnast aftur til hesa tíð. Kristian – papi – og eg áttu at vera nakað javngamlir. Vit sótu báðir í senn á skúlabeinki yviri í Qullingsgarði, og vit kallaðu hann papi, at tí at tað ljóðaði so løgið í okkara oyrum, vit sum søgdu pápi. Essa hjá Dánjali var fullmektigur hjá Andrias Restorff (húsið høgrumegin). Gamla Rakul í Kirkjubø, sum gekk ørindi millum Kirkjubø og Havnina, bant altíð rossið hjá sær uttanfyri hjallin hjá Andr. Restorff. Har hevði hon statión. Hjallurin stendur enn (tá), og krambúðin eisini, men Z Heinesen bygdi eina etagu omaná aftaná brandin í 1898. Stóri Petur var ein av teimum mongu originalunum í Havnini tá. Var slaktari og plagdi at ganga við trimum knívum undir liðini ella aftan á bakendanum. Plagdi at slakta, helst í kjallaranum undir gomlu butikk hjá Evensen, viðhvørt í pakkhúsinum hjá Lützen í Kopargøtu. Í føstuni plagdi hann at ganga grýlu, men tað var altíð í ljósum. Tá samlaðist allur ungdómurin við Eystaru Vág uttanfyri Trappuhúsini í Bringsnagøtu, har hann búði. So kom hann út, ræðuligur at sjá við hópi av tonglum uppi á øllum kroppinum. Ja, det var dengang. Hann doyði av lungabetendilsi. Eg minnist, at fysikus berg fortaldi pápa inni á hinum lítla posthúsinum hjá Müller í Gongini: Nu er Peter Christiansen død i Eftermiddag.