mikudagur 25. juli 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐVIKAN
22
Nr. 141 • 25. juli 2007
Tað sæst í dagbókini, at
Petur Alberg hevur verið sera
væl við Poul Sloan. Teir vóru
systkinabørn. Pápi Petur var Djóni
í Geil. Hann var beiggi Elspu, sum
var giftur við gamla William G
Sloan. Tað kann verða nevnt, at
ein systir var Isalina, sum var gift
við gamla Knút skómakaran, sum
var ættaður úr Funningi. Tískil
var Petur eisini systkinabarn
yngra Knút skómakaran. Tað
skilst á dagbókini, at tað eru
góð viðurskifti í familjuni. Hetta
merkist eisini á tí tollyndi sum
verður víst teimum, sum fylgdu
gamla Sloan.
Poul Sloan var elsta barn hjá
Elspu og William Sloan. Hann
var føddur í 1882 og var tískil trý
ár eldri enn Petur. Hann giftist
og búsettist í Aberdeen og doyði
í 1952. Poul átti so í hvussu er
ein son, sum kallaðist Eric, og
hann eigur eina dóttir sum eitur
Corin. Hon er fødd í 1950 og býr
í London. Tað er tó ikki eydnast
ættini at fáa samband við hana.
Poul er heilt ungur farin til Ler-
wick í Hetlandi, har hann hevur
arbeitt hjá John Irvine, Ship &
Commisssion Agent. Hann og
Petur skrivaðu saman og fara vit
at endurprenta eitt av brøvunum
hjá Poul. Hann dugdi kanska ikki
so væl at skriva danskt sum Petur,
men hann hevði jú enskttalandi
pápa, og hetta merkir eisini
skrivingina eitt sindur. Men tað
skilst, at Poul eisini hevur verið
ein uppvaktur unglingi, sum hevur
havt áhuga fyri tí, sum hevur
gingið fyri seg. Poul stúrir eins og
Petur fyri rovveiðuni hjá bretskum
trolarum undir Føroyum.
Tað sigst eisini, at Poul hevur
átt fyrsta fótbóltin í Føroyum, og
hann hevði pápi hansara skaffað
honum úr Bretlandi.
Brævið frá Poul er soljóðandi:
Poul Sloan vinmaðurin
hjá Petur Alberg
Lerwick, 8 Mach 1899
Kære Peter
Nu jeg er i Ro + Mag vil jeg skrive dig nogen Linjer. Jeg havde
en god Rejse til Leith og derfra til Lerwick. Der har været gruelig
Halloi i Grimsby og Hull over Trawlerne, men her i Shetland er de
glade over, at de har faaet en saadan Lektie. Der var talet om i
Parlamentet at sende en Orlogsdamper op til Færøerne, men jeg
ved ikke ikke om de gøre det eller ikke.
Som du vist allerede har hørt, er Presidenten af Frankrig død, den
nye hedder Loubet.
Jeg har spurgt nogle om den Kattalog nyttede noget, men alle
siger, at det er noget Snyderi. Saa jeg vil ikke bestille det, men
dersom det er noget andet, du kunde ønske, kan jeg købe dig det
og sende Pengene op med et Fiskerskib.
Vejret har været meget koldt og stormfuldt disse sidste dage.
Hils Jovanis hos Julius og sig ham, at jeg har bestilt ham en
Ordbog, som jeg vil sende, saa snart som jeg faar den. Hr Irvine
var borte, naar jeg kom til Lerwick. Han var i Edinburgh, naar jeg
var der, men jeg saa ham ikke.
Hilse din Far og Mor og alle hos Knud, Sven og Gunnar. Spørg
Sven, om han gav mig Penge, da han gik, jeg husker det ikke.
Skriv nu hvad du ved om Trawlerne og Fiskeriet.
Nu slutter jeg med en venlig hilsen til dig og dine fra din
hengivne Ven og Fætter Poul.
Síðan hevur Petur skrivað á brævið: Modtaget den 22 April 1899.
Tað hevur tískil verið hálvan annan mánaða um at koma fram.
Elspa, kona William Sloan, var fastur Petur
Alberg
William G. Sloan, pápi Poul Sloan,
vinmannin hjá Petur Alberg
Brot úr brævinum frá
Poul Sloan
Børnini hjá gamla Sloaan vóru systkinabørn Petur Alberg. Serliga væl var hann við Poul. Børnini eru hesi: Aftanfyri
f.v.: Anna, f. 1885, Andrew f. 1896, Poul f. 1882. Frammanfyri: Ketty, Betty og Archibald f. 1890. Bert Andrew fekk
eftirkomarar í Føroyum