hósdagur 26. juli 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 142 - 26. juli 2007
At føroyingurin er
bangin fyri at nýta
móðurmálið av ótta
fyri ikki at duga nóg
væl føroyskt kann
hava darvað almenna
orðaskiftinum,
heldur Eivind Weyhe,
málfrøðingur. Í
morgin verður bókin
”Føroya mál á manna
munni” hjá André
Niclasen løgd fram í
Miðlahúsinum
Málrøkt
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Hvat er føroyskt? er ein
spurningur, ið ofta stingur
seg upp, tá ið kjakast verður
um mál her á landi. Eitt aft-
urvendandi
trauma
hjá
nógvum føroyum er, at teir
ganga runt og halda, at teir
duga ikki føroyskt. Teir
hava varhugan av, at onkur
instansur situr og hevur
definitiónsrættin uppá, hvat
føroyskt er. Men sum ein
gamal sumbingur segði við
meg fyri nógvum árum síð-
an:
– Móðurmálið? Tað er
málið hjá mommuni!
Tann vanligi føroyingurin
hevur verið alt ov bangin
fyri at brúka sítt natúrliga
móðurmál av ótta fyri at
hann ikki dugdi føroyskt.
Tann tankin er ikki fjarur,
at hetta kann hava havt
fylgjur fyri tað almenna
kjakið í Føroyum og fyri
hvat ið er komið fram í tí
almenna rúminum. Var tað
so, at móðurmálið, ið skuldi
verið vongurin, ið bar flog-
ið, gjørdist spennitroyggjan,
ið køvdi tankan?
Uppskot til
Málstevnunevndina
Soleiðis hugleiðir Eivind
Weyhe, málfrøðingur, á bak-
síðuni í bókini ”Føroya mál
á manna munni”, sum er
útkomin og verður løgd
fram í Miðlahúsinum í
morgin.
Tað André Niclasen, sum
hevur skrivað bókina, sum
inniheldur málteigar, sum
André Niclasen hevur skriv-
að í Sosialinum árini 1992-
98.
André Niclasen er burtur-
staddur sjálvan útgávudagin,
tá Læribókaforlagið, sum
gevur bókina út, skipar fyri
framløguni í Miðlahúsi-
num.
Ein av monnunum aftan
fyri forlagið er Regin Eik-
hólm í Havn.
– Tá málstevnunevndin
varð sett, tosaðu vit um at
gera eitt uppskot til mál-
stevnunevndina um málslig-
ar broytingar, og her vóru
greinarnar hjá André Nicla-
sen upplagdar sum grundar-
lag, sigur Regin Eikhólm,
og tí fóru teir undir at savna
greinarnar saman til bók-
ina.
Infiltrerað
fjølmiðlarnar
Málfelagið er eitt áhuga-
felag við fólkum, sum hava
áhuga fyri móðurmálinum,
og bæði Regin Eikhólm og
André Niclasen teljast mill-
um hesi fólk. Tað er Læri-
bókaforlagið, sum gevur
bókina út, men kortini
André Niclasen, sum er
høvuðsmaður.
Bókin er tillagað við tekn-
ingum hjá Óla Petersen, og
Óli Breckmann hevur skriv-
að fororð. Tað er kanska
fyri at lýsa, at málpolitikk-
urin ikki skal hava parta-
politiska slagsíðu, at tann
sera høgrasinnaði Óli Breck-
mann skrivar fororð í verki
hjá tí sera vinstrasinnaða
André Niclasen.
– Tað er júst tað, at mál-
politikkurin hjá okkum er
politiseraður, og at fólk,
sum ikki halda júst tað
sama sum puristarnir, verða
skírd sambandsfólk og tað
sum verri er, sigur Regin
Eikhólm.
Hann heldur tað vera sera
harmiligt, at málreinskanin
hevur verið so stór, og at
tey fólkini, sum standa fyri
málreinskanini – purismuni,
hava fingið so stórt vald.
– Vit gjørdu ein roynd at
kæra
til
Løgtingsins
Umboðsmann. Men tað bar
ikki til, var svarið við fingu
frá
Umboðsmanninum.
Eingin hevur ábyrgdina av
málinum – eingin er autori-
seraður – tí er eingin, sum
kann skuldsetast fyri nakað,
málinum viðvíkjandi, sigur
Regin Eikhólm.
Einasti instansur, sum er
viðvíkjandi málinum, er
Málnevndin, men hon er
bara vegleiðandi.
– Hóast hetta, so hava
puristarnir infiltrerað fjøl-
miðlarnar og fingið so stórt
vald, at fólk halda alt verða
rætt, sum teir siga, sigur
Regin Eikhólm.
Varðveita
fakterminologiina
Regin Eikhólm vísir serliga
á útihýsanina av fremm-
andaorðum. Hann heldur
tað vera púra skeivt, at vit
ikki skulu sleppa at brúka
fakterminologi – at vit
skulu umseta latínsk fakorð
til føroyskt, mótsætt gongd-
ini alla aðrastaðni.
– Gongdin í Onglandi er
t. d. at tey hava droppað
latín og hava anglofiserað
tey latínsku orðini, sum tey
kortini brúka. Tað sama er
galdandi í Danmark, har
tey taka latínsk orð við. Her
hjá okkum vilja teir altíð
fara aftur til tað søguliga,
men tað er ikki altíð neyð-
ugt. Puristiska linjan er
destruktiv fyri málið, heldur
Regin Eikhólm.
Máldiktatur
Tað var V. U. Hammershaimb
sum í øllum førum legði
navn til tilætlaðu uppbygg-
ingina av føroyska málinum
á sinni. Men fyri tað eiga
vit at vurdera hetta umaftur,
heldur Regin Eikhólm.
– Málið er síðani Hamm-
ershaimbs tíð ment so nógv
og blivið so sterkt, at vit nýt-
ast ikki at halda fast við
hansara stevnu. Tí eiga vit
at revurdera tað, sum hann
segði.
Taka vit t. d. orðini ”gott”
og ”væl” – har bland er
komið í lýsingarorðið og
hjáorðið, har flestu føroy-
ingar brúka ”gott” sum hjá-
orð. Hví kunnu vit ikki
broyta tað samsvarandi,
spyr Regin Eikhólm, sum
harmast um, at málkjakið
er blivið til máldiktatur.
– André Niclasen plagar
at siga um málið sum sam-
skiftismiðil, at tú kanst ikki
hugsa longri, enn tú hevur
mál til, og at málið er líka
lítið politiskt, sum ein klípi-
tong ella ein violin.
Málkjakið er sera umráð-
andi, og tað er av stórum
týdningi, at tað ikki verður
politiserað, sigur Regin Eik-
hólm, sum leggur dent á, at
vit heldur ikki skulu fara í
hina grøvina. Hann heldur
bókini hjá André Niclasen
vera eina sera góða refe-
ransu hjá teimum, sum
meina nakað annað enn
puristarnir, tí har ber til at
lesa sær til góðar grundgev-
ingar fyri tí mótsætta.
Bókin verður løgd fram í
Miðlahúsinum í morgin,
fríggjadagin kl 15, og øll er
vælkomin, og tað er ókeypis
atgongd.
Regin Eikhólm heilsar
frá André Niclasen, sum
takkar leiðsluni á Sosiali-
num fyri dirvi at hava hýst
hesum málteigunum, og
ikki minst Jan Müller, blað-
stjóra, sum hevur fingið
nógv oman yvir seg fyri
hetta.
– Uttan Sosialin, so var
hendan bókin ikki til, sigur
Regin Eikhólm.
Puristar hava
infiltrerað
miðlarnar
Eik Banki: Slakar 240 mió kr í avlopi
Eik Banki hevði eitt sera gott úrslit fyrra hálvár 2007 – talan er um besta hálvársúrslit
higartil. Stórur vøkstur er í avlopi og eginognin er rentað avbera væl
Avlopið er 237,4 mió. kr. áðrenn skatt móti 147,5 mió. kr. fyrra hálvár í fjør. Sostatt er
eginognin við ársbyrjan rentað við 34,1 prosentum p.a. móti 26,6 prosentum p.a. sama
tíðarskeið í 2006. Hetta er met í søguni hjá Eik, og útlitini fyri árið eru góð.
- Eik-samtakið kann aftur vísa á eitt metstórt hálvársúrslit, ið er merkt av stórum vøkstri
bæði í Føroyum og Danmark. Íløgurnar hjá Eik uttanlands - í Spron og Investea - bera
eisini stóran ávøkst og góvu eitt týðandi íkast í raksturin, sigur Marner Jacobsen, forstjóri
í Eik Banka.
Regin Eikhólm, Læribókaforlagið, og André Niclasen, høvundur
Bókin kostar 250
krónur í bókabúðunum,
men fæst fyri 200
krónur á framløguni í
Miðlahúsinum
Óli Petersen hevur
illustrerað bókina