Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 142 - 26. juli 2007 Simme á Summar Festivalin Perlur úr føroyska sangskattinum verða at hoyra, tá ið Simme og tey fara at spæla á Summar Festivalinum Summar FeStivalur tíðindaskriv Simme Jacobsen hevur spælt og verið við til at spælt og gjørt nakrar av kendastu føroysku poppsangunum. Tá ið “Aldarinnar føroyska hitt” skuldi finnast herfyri, fall valið á sangin Eitt sunnukvøld í Plantasjuni, ið Birni Dam skrivaði, og sum Simme hevur verið við til at gjørt kendan. Simme hevur eisini verið við til at gjørt aðrar kendar sangir – ikki minst Kenna tit Ras­ mus, ið hann skrivaði saman við Birna Dam. Simme er eitt kent navn millum tey tilkomnu, og sangirnir, sum hann og vinfólk hava sungið og spælt inn gjøgnum árini, liva enn millum føroyingar. Á Summar Festivalinum kunnu nakrir av hesum varðum í føroyskum poppi hoyrast á palli, tá ið Simme og tey verða á skráni. Hetta er ein týðandi partur av føroyskari poppsøgu, sum nú kann upplivast á Føroya størsta festivali – Simme og tey kundu ikki fingið ein betur pall til teirra tónleik. Simme vann herfyri kappingina um “Aldarinnar føroyska hitt” Savnsmynd: Jens Kr. Vang - Uppritið hjá Lands- verkið er frálíkt og í samsvari við tað, ið eg havi ført fram, sigur John Johannessen, sum harmast um viðferðina, sum floksfelagin Gerhard Lognberg gevur landsins embætis- fókum tunnlar Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Landsverk er komið við uppritið um fíggingarmynst­ ur í samband við Sandoyar­ tunnilin, har millum annað er nevnt, at til ber at leggja Eysturoyartunnilin og Sand­ oyartunnilin saman í felag, so fíggjarlógin ikki verður tyngd av ætlanunum, og Eysturoyartunnilin sam­ stundis fíggjar Sandoyar­ tunnilin. Javnaðartingmaðurin John Johannessen hevur áður verið frammi í kjaki­ num um alment og privat í samband við privatu ætlan­ ina um tunnil til Eystur­ oynna. – Uppritið hjá Landsverk­ ið er frálíkt og samsvarar við tað, ið eg havi ført fram. Eysturoyartunnilin er ein­ asta tunnilisætlanin, ið er ein yvirskotshandil, og hví skal hann latast privatum, meðan landskassin skavar pening saman til restina?, spyr John Johannessen. Hann vísir á, at tað er hópur av fíggingarmynstr­ um, ið ein eigur at kanna nærri. Skilir ikki Gerhard Sandoyartingmaðurin fyri javnaðarflokkin, Gerhard Lognberg, hevur harmast um uppritið, sum hann metir bert kemur at útseta ein møguligan tunnil til Sandoynna, og hann hevur heldur hvassorðaður funnist at Landsverkið. – Eg má siga, at eg skilji ikki floksfelagan Gerhard Lognberg. Eg harmist um viðferðina, ið hann gevur landsins embætisfólkum, sigur John Johannessen. ­ Tað eru nógvir tunnlar, ið kunnu bíða, og eg haldi sjálvur, at eittnú útbúgving, einligir forsyrgjarar og eldraøkið eiga at viga nógv í raðfestingini og eiga at standa fremst. Um ein tunnil um ein fjørð bíðar eini 2 ár er ongin vanlukka, metir John Johannessen. Flogvøllur – Sjálvur meti eg, at størsti samferðslutrupulleikin í løt­ uni er fløgvøllurin, sigur John Johannessen. – Vit mugu annars geva okkum tíð og hugsa alterna­ tivt, tí tað er hópur av fígg­ ingarmynstrum, ið eru verd at hyggja at, sigur John, ið nevnir Roadpricing. Hetta er fíggingarmynstur, ið er bygt á GPS skipanina. – T.d. kann tað kosta meira at koyra inn í Havnia klokkan 8 á morgni, enn klokkan 21 á kvøldi, sigur john, tá hann lýsir Road­ pricing, ið er sera liðilig skipan við nógvum møgu­ leikum. Men trýr John Johannes­ sen uppá tilmælini hjá Magna Laksáfoss um at útseta Sandoyartunnilin til verri tíðir? – Ja, hatta ljóðar væl í teoriini, men veruleikin er ein annar. Hinvegin er okk­ ara fíggjarlóg so lítil, at stórar ætlanir fylla sera nógv. Munurin er stórur á teori og praksis, men tíðin er komin at taka eitt andar­ hol. Vit mugu hugsa okkum um, tí møguleikarnir eru nógvir, sigur John Johanne­ sen. John skilir ikki Gerhard Apple í stórum vøkstri Fyrst iPod og nú iPhone. Apple er við fullari ferð á veg aftur sum ein av heimsins KT­risum. Júst kunngjørdi hálvársroknskapurin vísir, at umsetningurin í næsta ársfjórðingi í ár sýndi ein vøkstur upp á 73%. Ikki minst takkað verið iPod og nýggju iPhone. Men eisini innan telduøkið er talan um vøkstur. Apple hevur seinastu tríggjar mánaðirnar selt 1,76 milliónir teldur, og tað er ein vøkstur á 32%. Life of Brian er bestur Monty Python­røðin var stóri vinnarin, tá bretar herfyri atkvøddu um, hvørjir teir bestu ensku filmarnir í søguni hava verið. Ovast á listanum stendur Life of Brian, og longur niðri – sum nummar tíggju – er ein annar svakur klassikari. Nevnliga Monty Python and the Holy Grail. Næst ovasti filmurin á listanum er the Full Monty, meðan Four Weddings and a Funural gjørdist nummar trý. - Eg má siga, at eg skilji ikki floksfelagan Gerhard Lognberg. Eg harmist um viðferðina, ið hann gevur landsins embætisfólkum, sigur John Johannessen