Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 142 - 26. juli 2007 tíðindi Føroysku politisku flokkarnir eru varir við týdningin, sum alnetið hevur í útbreiðsluni av kunning, eisini tá tað ræður um politiskan boðskap. Flestu flokkar eru longu í holt við at brynja seg til valstríðið í so máta VALSTRÍÐ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Sum samskiftisráð­gevarar­ nir vístu á í blað­num í gjár, má roknast við­ alnetinum sum einum týdningarmikl­ um tóli í komandi valstríð­i. Tí hevur Sosialurin roynt at lodda dýpið­ hjá føroysku politisku flokkunum, hvussu teir meta um hendan týdning, og hvussu teir brynja seg til hesa nýggju avbjóð­ingina. Per Højgaard og Kári Dur­ huus vístu á, at Fólkaflokk­ urin er einasti flokkur, sum veruliga hevur roynt seg á økinum, sum kann nevnast netvarping, tað­ vil siga varp­ ing av myndum og ljóð­i á alnetinum Regin W. Dalsgaard, skriv­ ari hjá Fólkaflokkinum sig­ ur, at hetta avgjørt er ein møguleiki, ið­ teir eru varir við­, og teir hava í eina tíð­ gjørt royndir við­ júst mynd­ um og ljóð­i á netinum. – Tað­ er einki at ivast í, at hetta verð­ur nakað­, sum kemur at fylla nógv í val­ stríð­num. Hetta er ein góð­ur og bíligur máti at fáa boð­­ skapin út, so hetta er nakað­, vit fara at rað­festa høgt, sigur Regin W. Dalsgaard. Hann ásannar, eins og Per og Kári vísa á, at hetta gevur nýggjar møguleikar til serliga ungu valevnini, sum annars ikki standa ovar­ laga í hierarki’num, og til at fáa fatur á ungu veljarun­ um, sum skulu velja fyri fyrstu ferð­. Somu áskoð­anir og ætlan­ ir hevur Tjóð­veldisflokkurin eisini, sambært skrivaran­ um, Áka Andreasen. – Vit arbeið­a við­ hesum í løtuni, og eg rokni avgjørt við­, at vit verð­a klár við­ ein­ um nýggjum konsepti til valstríð­ið­. Í løtuni kanna vit, um vit skulu útbyggja verandi heimasíð­u, ella vit skulu hava eina heilt nýggja. Undir øllum umstøð­um verð­a vit klár til valstríð­ið­, sigur Áki Andreasen, sum víð­ari sigur, at nýggja heimasíð­an sjálvandi verð­ur før fyri netvarping eisini. Áki fegnast annars um, at Fòlkaflokkurin longu hevur gjørt royndir á hesum øki­ num, tí tað­ er nakað­, teir eisini kunnu fáa nyttu av. Framtíðin Sambandsflokkurin arbeið­­ ir somuleið­is við­ at menna alnetspartin hjá flokkinum. Eisini teir rokna við­ at verð­a klárir, at taka valstríð­­ ið­ upp á alnetinum. Helgi Abrahamsen, skriv­ ari hjá Sambandsflokkinum, er púra samdur við­ sam­ skiftisráð­gevunum í teirra meting av møguleikunum, sum alnetið­ gevur. – Tað­ er eingin loyna, at tað­ hevur verið­ ein trupul­ leiki at velja valevni út til sendingar og valfundir. Á alnetinum fáa øll sama møguleika, og øll fáa sín boð­skap út óredigerað­an og ósensurerað­an, sigur Helgi Abrahamsen. Somuleið­is hevur Javnað­­ arflokkurin ásannað­, at al­ netið­ hevur stóran og alsamt vaksandi týdning fyri flokk­ in. Tað­ er einki at skava út yvir, at heimasíð­an hjá Javn­ að­arflokkinum hevur stað­ið­ í stað­ í fleiri ár, og vit hava arbeitt við­ hesum málinum í longri tíð­. Nú er so ein nýggj og nútímans heimsíð­a um at fara av bakkastokki, sigur Bergur Dam, næstfor­ mað­ur í starvsnevndini hjá Javnað­arflokkinum. Talan verð­ur um eina heimasíð­u, sum gevur møguleika fyri at samskifta við­ limirnar interaktivt, og verð­ur ein týð­andi lið­ur í limarøktini. Í Mið­flokkinum hava tey eisini tosað­ um alnetið­ og tann týdning hetta hevur yvirhøvur. Serliga tey ungu í Mið­flokkinum eru áhugað­ í alnetinum sum nýggjum mið­li. – Vit hava tosað­ um hetta í nevndini, og fara at taka tað­ upp aftur á næsta nevnd­ arfundi. Spurningurin er bara, um vit eru komin nóg langt á hesum øki, tí ein kanning fyri umleið­ einum ári síð­ani í Noregi vísti, at bert 20% fingu síni tíð­indi á alnetinum, sigur Jenis av Rana. Hann undirmetir kortini ikki tann týdning, sum alnet­ ið­ hevur, serliga fyri tey ungu, men hann heldur, at tað­ enn eru lutfalsliga fá, sum nýta hetta sum mið­il. – Vit eru annars í holt við­ at útvega okkum eina nýggja heimasíð­u, og tyggja í løtuni upp á nøkur tilboð­. Enn er kortini ikki tikin nøkur endalig støð­a til, hvussu ein nýggj heima­ síð­a skal síggja út og virka. Men eg rokni við­, at vit í september kunnu presentera eina nýggja heimasíð­u, sigur Jenis av Rana. Eisini í Sjálvstýrisflokki­ num er hetta nakað­, tey fara at taka upp. – Nú er summar og feriu­ tíð­, so virksemi í flokkinum hevur ikki verið­ tað­ stóra. Men nú, eftir ólavsøku, fara vit at tosa saman og taka støð­u til, hvussu vit skipa komandi valstríð­ið­, eisini við­ atliti til alnetið­, sigur Kári P. Højgaard. Hann sær ógvuliga spenn­ andi møguleikar í alneti­ num, men er heldur ikki vísur í, hvussu búgvin tíð­in er til hetta enn. Tey ungu brúka alnetið­ nógv, tey eldru als ikki. Og eitt eru Kári P. Højgaard og Jenis av Rana rørandi samd­ ir um, og tað­ er, at greinirnar í bløð­unum upp undir val eru til púra onga nyttu og bert peningaspill. Annars eru allir flokkarnir samdir um, at alnetið­ avgjørt er framtíð­in. Og sambært Per Højgaard og Kára Durhuus er framtíð­in longu her. Flokkarnir eru allir samdir við Per Højgaard og Kára Durhuus, at alnetið fer longu í komandi valstríði at hava alstóran týdning Mynd: Jens Kristian Vang Flokkarnir fyrireika seg