hósdagur 26. juli 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 142 - 26. juli 2007
Ein fimmára gamal
drongur lat lív í eini
ferðsluvanlukku í
Kunoyartunlinum
mikukvøldið
FERÐSLA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í bilinum var umframt
fimmára gamla drongin,
bert førarin. Sjúkrabilar,
sløkkilið og løgregla kom á
staðið, og bæði drongurin
og maðurin vórðu fluttir á
sjúkrahús.
Smádrongurin
fekk so álvarsamar løstir, at
hann doyði av hesum kundu
tey staðfesta á Klaksvíkar
sjúkrahúsi
eftir
vanlukkuna.
Maðurin,
sum
var
í
fimmtiárunum, sat fast
kleimdur í bilinum og fekk
álvarsaman skaða, og varð
tískil fluttur á Landssjúkra
húsið alt fyri eitt.
Ógreitt hví
óhappið hendi
Tað var kl. 17.24 at løgregl
an fekk fráboðan um van
lukkuna, sum hendi fáar
minuttir
frammanundan
inni í Kunoyartunlinum. Tal
an var um ein vanligan per
sónbil, sum kom úr Kunoy.
Umleið 1500 metrar inni í
tunlinum frá tunnilsmunn
anum móti Klaksvík brestur
bilurin inn í veggin høgru
megin, og sleingist hann
nakrar ferðir frá einum
veggi í hin, áðrenn hann
steðgar 50 metrar longur
frammi.
Tað
upplýsir
løgreglan í Klaksvík.
Har visti tey tó á middegi
ikki at siga hví óhappið
hendi, ella hvussu nógva
ferð bilurin hevði tá. Men
løgreglan hevur gjørt kann
ingar, sum millum annað
skulu staðfesta nøkur av
hesum tingum. Fyri evsta
mark okkara var støðan hjá
manninum
framvegis
ógreið, og tískil hevði held
ur ikki borið til hjá løg
regluni at avhoyra hann.
Smádrongur doyði í ferðsluvanlukku
Ferðsla slapp ikki ígjøgnum
tunnilin ein góðan tíma eftir
vanlukkuna, tí bilurin forðaði
fyri hesum
Mynd: Høgni Thomsen
Áttanda árið á rað
skipar Lions Club
Tórshavn fyri
listaframsýning á
ólavsøku, har bæði
kend og minni kend
listafólk sýna fram
verk síni. Sum vanligt,
fer allur ágóðin til
vælgerandi endamál.
Framsýningin er opin
báðar ólavsøkudag
arnar og mánadagin
FRAMSÝNING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tilsamans 37 listafólk sýna
hesa ferð fram yvir 130
listaverk á stóru listafram
sýningini, sum Lions Club
Tórshavn skipar fyri í
Müllers Pakkhúsi. Talan er
sum vanligt um eina sølu
framsýning, hvørs endamál
er at útvega pening til væl
gerandi endamál, og allur
ágóðin av bæði listaverks
og atgongumerkjasølu fer
til slík endamál.
Framsýningin
umboðar
myndlist í orðsins breiðasta
týdningi, tí við á framsýn
ingini eru nógvir olju og
akrylmálningar,
umframt
vatnlitsmyndir, kopar og
linoleumsprent, tekningar og
standmyndir. Somuleiðis er
stór breidd í skaranum av
listafólkum, tí talan er bæði
um kend og minni kend lista
fólk, ið sýna fram verk síni.
Hesa ferð hevur Lions
Club Tórshavn gjørt av, at
ágóðin skal fara til kaféborð,
stólar, videokanón og lør
ifti til Havnar Sjónleikarfel
ag. Í dagtímunum verður
Sjónleikarhúsið
í
Havn
nógv brúkt til skeið, fundir
og ráðstevnur, og tí vil fel
agið betra møguleikarnar
og karmarnar á staðnum til
hesi endamál.
Málningur at vinna
Atgongugjaldið til fram
sýningina í Müllers Pakk
húsi er 50 krónur, og hvør
gestur fær útflýggjaða eina
skrá yvir framsýningina. Á
hvørja skrá er prentað eitt
nummar, og tá framsýningin
endar mánakvøldið, verður
drigið millum allar skráirnar
um ein málning, sum Her
gerð Joensen í Havn hevur
málað.
Hetta er áttanda árið á
rað, at skipað verður fyri
hesi listaframsýning, sum
síðani 2000 hevur verið fast
ur táttur í mongu mentanar
tilboðunum í høvuðsstaðn
um á ólavsøku. Alsamt
fleiri ólavsøkugestir hava
seinnu árini valt at lagt leið
ina fram við Müllers Pakk
húsi á ólavsøku, og tað
vóna fyrireikararnir eisini,
at mong gera hesa ferð.
Lions
Club
Tórshavn
takkar fyri góðan stuðul frá
Tórshavnar
býráð,
sum
leggur høli til framsýningina,
og Tryggingarfelagnum Før
oyar, sum hevur stuðlað á
annan hátt. Framsýningin
er opin ólavsøkuaftan og
ólavsøkudag frá klokkan 14
til 20, og dagin eftir ólav
søku, mánadagin 30. juli, er
opið frá klokkan 16 til 20.
Traditionen tro...
Atgongumerkini eru
samstundis lutaseðlar, har
vinningurin er hendan
myndin, sum Hergerð Joensen
hevur málað
Savnsmynd
Apple í stórum vøkstri
Fyrst iPod og nú iPhone. Apple er við fullari ferð á veg
aftur sum ein av heimsins KTrisum. Júst kunngjørdi
hálvársroknskapurin vísir, at umsetningurin í næsta
ársfjórðingi í ár sýndi ein vøkstur upp á 73%. Ikki minst
takkað verið iPod og nýggju iPhone. Men eisini innan
telduøkið er talan um vøkstur. Apple hevur seinastu
tríggjar mánaðirnar selt 1,76 milliónir teldur, og tað er
ein vøkstur á 32%.
Myndir hjálpa Danmark
Nýggjar satellitmyndir gera støðuna hjá Kanada veikari í
stríðnum móti Danmark um oynna Hans Ø í smala sund
inum millum Grønland og Ellesmere Island. Kanadisku
myndugleikarnir ásanna nú, at altjóða marknaðarlinjan
gongur beint gjøgnum Hans Ø og ikki eystanfyri, sum teir
annnars hava hildið fast við. Bæði Danmark og Kanada
krevja yvirvaldsrætt yvir oynni, tí stórt náttúruríkidømi finst
í umráðnum. Talan er um olju, gass og miniralir. Ósemjan
stakk seg upp í 2005, og síðani hava londini samráðst um
málið, veit Børsen at siga