Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 142 - 26. juli 2007 Løgmaður hevur ein hóp av gestum millum ár og dag. Mikudagin var vitjanin tó eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Tá varð nevniliga dansað fyri løgmanni! VITJAN Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Vit hava fyrr í ár havt fleiri greinir um Isle of Skye, sum eisini verða kallaðar Innaru Hebridurnar út fyri skotsku útnyrðingsstrond­ ini. Í mai var eitt ferðalag úr Føroyum á vitjan, og vik­ una aftaná var journalisturin Cailean Maclean í Føroyum, her hann fyrireikaði eina sending, sum skuldi gerast fyri BBC á gæliskum máli. Henda sending skuldi tak­ ast upp um ólavsøkutíðina, og týsdagin kom eitt lið við fýra fólkum higar, sum fram til mánadagin skal gera upptøkur til umrøddu sending, sum fyrst og fremst verður um mentan. Ein slík sending fer uttan iva fer at vera ein góð reklama fyri Føroyar í Bret­ landi. Mikumorgunin vóru sjón­ varpsfólkini í Tinganesi. Ørindini vóru tey sjáldsomu at vísa løgmanni skotskan dans. Við sær høvdu tey nevniliga eina kenda dansa­ rinnu, sum kallast Jayne Maccleod. Hon er frá Isle of Lewis, sum er høvuðs­ oyggin í Uttaru Hebridunum, har Stornoway er høvuðs­ býurin. Jayne er kend um alt Skotland fyri sín vakra dans. Tað eru sjálvsagt nógvir skotskir dansir, men hesin kallast Highland Fling, sum stavar frá 1700 talinum og upprunaliga var ein krígs­ dansur. Løgmaður var hugtikin av hesi framførslu og takk­ aði so hjartaliga fyri. Sam­ stundis høvdu fólkini frá Isle of Skye eina serliga gávu til løgmann. Hetta vóru talvfólk við eini ser­ ligari søgu. Hon er tann, at á oynni Lewis hendi tað í 1831, at aftaná nógv brim kom ein merkiligur bygn­ ingur undan sandinum. Ein bóndi, sum arbeiddi har á leiðini, kom fram nakrar figurar, sum hann tók fyri at vera trøll og álvar. Pátrúgvin var stór, so hann blakaði spakan og rýmdi í ræðslu. Hann greiddi kon­ uni frá hesum, og hon fekk hann at fara aftur á staðið at hyggja eftir, hvat hetta var. Tá kom hann eftir, at her var talan um onkrar leivdir av keltiskum uppruna, og hann tók teir til hús. Hann seldi teir ein savnara, sum fann fram til, at hetta vóru talvfólk. Serfrøðimgar meta hesi talvfólk at vera tey mest einastandandi talv­ fólk av gomlum uppruna, sum yvirhøvur eru funnin. Upprunaligu talvfólkini eru á ymsum søvnum, og tey hjá løgmanni eru sjálv­ sagt eftirgjørd, men hetta kann sigast at vera ein sera forvitnislig gáva. Um tey so kunnu brúkast í politiska talvinum er ein onnur søga. Tað er eingin ivi um, at ein slík vitjan kann bert vera til gagns fyri sam­ bandið millum Føroyar og Isle og Skye. Sum vit hava greitt frá í okkara frásagnum frá Skye, hava samfeløgini heilt fitt til felags og áhugi er eisini fyri samstarvi í báðum økjum. Tað er eisini hampiliga lætt at koma til og frá við verandi ferðasam­ bandi. Samstarvið er longu byrjað við sínámillum kunn­ ing, og vit eiga sjálvsagt at halda áfram við hesum. Nú sjónvarpslið er komið higar at gera eina sending um Føroyar, hvat um okkara sjónvarp gjørdi tað sama at fara hagar. Dansaði fyri løgmanni Ein av teimum hugaligu uppgávunum hjá løgmanni: Yndisligur dansur til skotskan tónleik Forkunnug talvfólk funnin í sandinum á Hebridunum Løgmaður takkar fyri dans og gávu Kollvelting frá Mercedes Týski bilrisin, Mercedes, hevur ment eitt nýtt slag av motorum. DiesOtto eitur nýggi motoruin, sum verður sambært Automotives News Europe verður frumsýndur á stóru bilamessuni í Frankftur í septmber mánaði. Talan er um eina samanrenning millum bensin­ og dieselmotorin, og tað eru imponerandi tøl, sum koma úr hesum. Mett verður, at ein fýrastrokaður motorur upp á 1,8 litrar gevur eina megi á 240 hk, samstundis sum hann hevur upptrekkið hjá bensinmotorinum og momentið hjá dieselmotorinum. Samstundis verður talan eisini um ein sera orkusparandi motor, har sjálvt stórar limousinur ætlandi skulu koyra um 16 kilometrar upp á liturin.