Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 142 - 26. juli 2007 Veðurlags­ broytingarnar gera, at vit eru øll í sama báti, og tí eiga øll at hava eina áskoðan, sigur fyrrvewrandi grønlendski politikarin Aqqaluk Lynge Veðurlagið Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Sum formaður í grønlendsku deildini av inuittafelags­ skap­inum ICC var Aqqaluk Lynge í gjár í Parlamentinum í London, sum hevði boðið honum hagar at greiða frá teimum avleiðingum, sum veðurlagsbroytingarnar hava í Grønlandi og tí arkt­ iska økinum yvirhøvur. Í røðuni vísti Aqqaluk Lynge, sum er fyrrverandi p­olitikari, á, at veðurlags­ broytingarnar fara at ávirka okkum øll. Tí eru vit øll í sama báti, og tí kann eingin sita hendur í favn. ­ Í dag eru vit øll grannar, segði Aqqaluk Lynge í p­arlamentinum. Í dag eru vit øll grannar Í ár taka norðmenn 12.000 tons av aldum toski, men um tíggju ár verður nøgdin ætlandi tíggju ferðir størri, og á marknaðinum kann tann aldi toskurin koma ístaðin fyri tann villa, sum minkar á okkara leiðum Toskaaling Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Eftir eina trilvandi og drúgva byrjan gongur tað strúkandi í norsku toskaal­ ingini, og ongantíð hevur so nógvur tøkubúgvin tosk­ ur gingið í ringunum sum nú. Í fjør tóku alararnir góð 10.000 tons, í ár verður nøgdin oman fyri 12.000 tons, og næsta ár kemur hon ætlandi up­p­ á 25.000 tons. Framtíðarútlitini tykj­ ast so góð, at fær vinnan einki álvarssamt bakkast, fara norsku alistøðirnar at taka 100.000 tons av toski um fýra ella fimm ár. ­ Møguleikarnir eru stór­ ir, sigur Per Sture Mork við NTB. Hann er stjóri í ali­ felagnum Branco, sum hev­ ur eina stóra toskaalistøð uttan fyri Brandal, og stjórin hevur góðar vónir: ­ Vit ætla at taka 1.000 tons í ár, og um eini trý ella fýra ár ætla vit at taka tíggju ferðir so nógv, sigur hann. Stórur íløguhugur Tær góðu framtíðarvánirnar hjá toskaalingini hava gjørt, at tað stendur ikki á hjá fel­ øgunum at fáa fatur á neyð­ ugum kap­itali til útbygg­ ingar. Eitt nú fekk Branco 44 mió. krónur burtur úr einari nýtekning herfyri, og fleiri onnur alifeløg so sum Grieg Seafood, Codfarmers og Sp­on Fish java gjørt tað sama. Sambært NTB hava íleggjarar víst toskaalingini so stóran áhuga, at teir sein­ astu 15 mánaðarnar hava alifeløgini fingið næstan eina mia. krónur í nýggjum kap­itali. Øystein Steinø, stjóri í ali­ felagnum Codfarmers, vísir á, at á teimum vanligu fiski­ leiðunum er minni toskur at fáa nú enn fyrr, og tað sam­ an við størri eftirsp­urningi ger, at toskaaling hevur so góðar framtíðarvánir. Sjálv­ ur roknar hann við, at hans­ ara felag fer at taka 20.000 tons av toski innan fýra ár. Og útlitini eru sera góð, sigur hann: ­ Toskaalingin fer at veksa skjótari, enn laksaal­ ingin gjørdi, og eg eri sann­ førdur um, at um tjúgu ár fara vit at taka líka nógvan tosk sum laks, sigur Øystein Steino við NTB. Loysir villa toskin av Hóast tann norska toskaal­ ingin veksur skjótt, og hóast framtíðarútlitini eru sera góð, er vinnan framvegis ikki slop­p­in av við sínar barna­ sjúkur, og svinnið er sera stórt. Mett verður, at umleið 30 p­rosent av tí, sum verður sett út, fer fyri skeyti. Nógvur fiskur doyr í ringunum, og harafturat hava nógvar støðir havt trup­ulleikar av, at fiskurin slep­p­ur til rýmingar. Hetta eru trup­ulleikar, sum mugu loysast, um vinnan skal hava eina framtíð, sigur Per Sture Mork. Ein annar sp­urningur er, nær toskaalingin verður so stór, at hon fer at ávirka toskap­rísin á marknaðinum. Enn hava eingir trup­ulleikar verið, men sp­urningurin er, hvat hendir, um 100.000 tons av aldum laksi koma á tann evrop­eiska markn­ aðin. Men kanska kunnu teir veiku toskastovnarnir í Norðuratlantshavinum hjálp­a toskaalingini. Í Før­ oyum og Íslandi er toska­ fiskiskap­urin minkaður nógv tey seinastu árini. Í Íslandi hevur stjórnin gjørt av at skerja kvotuna ein trið­ ing næsta fiskiár, og fyrsta dagin fæst ætlandi at vita, hvat føroysku myndugleik­ arnir ætla at gera. Teir norsku toskaalararnir bíða. ­ Hetta eru viðurskifti, sum kunnu gera, at markn­ aðurin fer at hava p­láss fyri tí alda toskinum, sigur marknaðarserfrøðingurin Ragnar Nystøyt við NTB. Toskaalingin kann veksa skjótari enn laksaalingin Viknandi toskastovnar við Føroyar, Ísland og aðrastaðni geva rúmd fyri tí alda toskinum á marknaðinum um norska toskaaling Tær fyrstu norsku royndirnar at ala tosk vórðu gjørdar síðst í sjeytiárunum, men alingin gav ongan­ tíð meiri enn nøkur hundrað tons um árið. Síðst í níti­ árunum vórðu fleiri smoltstøðir bygdar, og tá kom ferð á vinnuna. Síðani 2000 eru íløgur fyri næstan tvær mia. krónur gjørdar í toskaaling í Noregi, og meginparturin av privatur kapitalur. Higartil hava 182 feløg fingið loyvi til at ala tosk, og tey hava tilsamans 463 aliloyvi. Av teimum eru 213 í nýtslu í løtuni. Í 2004 vórðu 1.685 tons av aldum toski tikin, og í fjør var nøgdin oman fyri 10.300 tons, og søluvirðið var 261 mió. norskar krónur. (Kelda: Norsk Fiskerinæring) FAKTA Aqqaluk Lynge í bretska Parlamentinum