Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 26. juli 2007 13 viðmerkingar Undirritaði var á ferð við Norrönu í summar, og má eg siga frá okkara upplivil­ si, sum ikki var av tí besta. Tað byrjaði við at vit yns­ ktu at ferðaskrivstovan hjá Norrønu skuldi hjálpa okk­ um at ordna ein túr til Ital­ ia. Men tað høvdu teir ikki tíð til, tað máttu vit ordna sjálv, so tað gjørdu vit so. So komu vit umborð. Tað skal sigast, at undir­ ritaði hevði ikki verið um borð fyrr. Tað var eitt sjokk, tá eg sá umstøðurnar fyri børn umborð. Tað einasta, sum børn frá 7­11 ár kunnu gera, er at spæla casino spøl ella pengamask­ inur, sum mann kennir í grannalondum okkara, og sum ikki eru loyvdar í Føroyum. Hesar maskinur vóru alla staðni har tú ferð­ aðist umborð, so tað var straks at vit máttu tosa við børnini um vandan við at seta seg við hesar mask­ inur, sum hava gjørt fleiri túsund fólk sjúk í okkara grannalondum. Men hvat skulu vit so gera, pápi, spurdu børnini so? Ja, tað var ein stórur spurningur. Vit kunnu kanska bíða til seinni um kvøldið, tí tá kunnu vit jú spæla black jack ella roulettu í Viking­ bar, sum byrjaði kl. 20, ella spæla bingo (tað eru jú ikki nógv børn á hesum aldri, sum tíma at spæla bingo) ???? So vit máttu jú bara royna at koma ígjøgnum hendan túrin. Eg má eisini nevna, at hetta skip verður kallað tollfrítt, men tað sær mann ikki á prísunum umborð. Eg kann t.d. nevna nakrar: Kaffi 16 kr. – vanligur prísur í landi 12 kr. Morgunbuffet 75 kr. – í landi 45­55 kr. Tað er mær ein gáta, hví prísirnir eru so høgir. Mín erfaring er tann, at tá tað er eitt sindur bíligari enn vanligt er, tá koma fleiri at eta, og tað verður keypt nógv meira. So hjá mær varð ikki keypt tað heilt stóra. Vit høvdu sum tey flestu eisini ein matkassa við, sum var fyltur í DK fyri helvtina av tí, tað kostar umborð á Norrönu. So er tað reinligheitin umborð á Norrönu. tað skal sigast, at eg sjálvur eri roykjari, so eg mátti inn á Viking bar, ella út á dekkið at roykja. Alt gott um tað. Men tá fleiri hundrað fólk hava verið og roykt og ong­ in hevur ruddað, so kann man hugsa sær, hvussu tað sá út á Viking bar. Alt fleyt í lorti. Og var tað spesielt á veg til Danmarkar. So eru tað starvsfólkini um borð. Tey eru jú flest fitt, men mín stóri trupul­ leiki var, at eg aldri visti hvat mál eg skuldi tosa, tí har vóru føroyingar, danir, íslendingar, norðmenn, svi­ ar, polakkar og mong onn­ ur. So um hetta er planurin, so haldi eg at vit sum ferða­ fólk skulu fáa at vita, at hetta skip hevur enskt sum høvuðsmál. Tí tað er nokk so troyttandi at forklára einum polakki, sum ikki skilir ella tosar enskt, at okkum manglar wc­pappír! At enda vil eg koma eitt sindur inn á Informatión­ ina, sum tú hevur á ferða­ seðlinum. Har stendur ein dagseting og tíð og har stendur longd á tínum bili. Men tað stendur onga­ staðni, nær tú skal møta, og tað stendur heldur onki um hæddina á bilinum. Tað var nevniliga so, at eg hevði keypt mær eina boks á bilin, og tá vit koma til Hanstholm eina tíma fyri fráferð fekk eg at vita, at vit skuldu koma 1 1/2 tíma fyri fráferð. Og at nú var bilurin nógv ov høgur. Persónbilur má bara vera 195 cm, segði starvsmaðurin. (Eg havi aldri sæð so høgan persónbil) og mín var nú 210 cm, (eg havi ein jeep). So um eg ætlaði mær við, mátti eg rinda 675 kr. eyka, sum eg so gjørdi. Eg spurdi so, hví hesir upplýsingar stóðu á ferðseðlinum, var svarið, at tað stóð í einum katalogi. Men hvør hevur eitt katalog við sær at ferðast í ein mðr.? So um eg taki um tað heila, so skilji eg ikki, hví Norröna hevur loyvi at hava allar hesar pengamask­ inur umborð. tá skipið siglir við ferðafólki. Hví royna tit ikki at gera meira fyri børn frá 7­12 ár? (Tað var nógv stuttligari og betri umborð á gomlu Norrönu). Um tit vilja tjena meiri pengar, setið so prísin niður á øllum vørum og service umborð. Takk fyri. Vinarliga við vón um betri skip í framtíðini. P.S. Minnist til at seta allar upplýsingar á ferðaseðilin. Ferðamannaskipið »Norröna« sjóm. og kokkur Guðmundur Guðmundsson Nú bleiv kjakið um navnið á vatninum í Vágum longur enn eg hevði ætlað. Hetta verður mín seinasta viðmerking við nøkrum eyka upplýsingum. Andre­ as Poulsen hevur í bløðu­ num fitta grein hann nevn­ ir “Góði Sonni Jacobsen”. Og eg vóni at vit kunnu vera “góðir”. Hetta er so ikki nakað persónligt vent móti Dia ella miðvingum annars, sum mær dámar stak væl. Hetta er soleiðis ikki nakað agg, um onkur skuldi hildið tað. Eg hugsi annars, at Dia og eg helst eru 99,9% samdir um flest allar søguligar lutir, tað er bara hatta vatnið... Onkra viðmerking verði eg helst noyddur at gera. Dia nevnir, at í bókum mínum Sørvágur og sørv­ ingar nevni eg um vatnið, at “um onkur vil nevna Vatnið okkurt annað, so má tað vera teirra søk.” Og sjálvandi kunnu tey tað. Tað hvørki fái eg ella ynski eg at ráða yvir. Eg haldi bert, at fólk skulu vita søguligu bakgrundina fyri nøvnunum, ikki minst t. d. fjølmiðlarnir. At eg havi lagt í bløðini at skriva hvørja ferð onkur hevur skrivað Leitisvatn er ikki rætt. Fyrstu ferð eg havi gjørt viðmerking til tað var 26.4. 2007. Royndi til stuttleika at leita í internet Dimmu frá 2000 til 2007, har vóru 32 greinar umframt tær 4 Andreas Poulsen og eg hava skrivað, tvær hvør. Hatta við at um miðving­ ar nú skrivaðu Leitisvatn til umsitingina so fingu teir ongar pengar ljóðar mær heldur fjákut. Hví skuldu danir ella havnarmenn verið firtnir um, hvat vága­ menn kalla eitt vatn í Vág­ um? Hatta er ein ella annar undarligur máti at mystifi­ sera søguna upp á, sum einki hevur við veruleikan at gera. Dia nevnir sørving sum var “landfogdens tjener” og seinni sýslumaður í Streymoy. Talan er annars um Johannes Simonsen (uml. 1685 – 1745). At ein sýslumaður skal hava havt slíkt vald á embætisvaldi­ num eftir sín deyð trúgvi eg nú einki upp á. Eg segði ikki at eg einki leggi í sagnirnar hjá dr. Jakobsen, men navnið “Leitisvatn” haldi eg hann sjálvan møguliga hava funnið upp á. Tað er í øll­ um førum nógv, sum týðir upp á tað. Eg havi ikki í nakrari grein sagt, at Mikkjal á Ryggi kom við navninum. Eg segði orðarætt: “Hetta skal eg kortini ikki duga at siga við vissu.” Umframt mongdina av prógvum fyri, at Sørvágs­ vatn er søguliga rætta navn­ ið, skal eg til seinast nevna nakrar sannroyndir afturat. Søguligu kortini Á korti yvir Føroyar frá 1761 stendur merk fyri Vágoynna “Sørvaagsvand”. Á Korti yvir Føroyar frá 1784 stendur “Sørvaas Vatn”, somuleiðis á korti frá 1789 stendur “Sørvaas Vatn”. Born kapteynur hevur í 1791 – 1792 gjørt lista yvir staðarnøvn í Føroyum og tekna kort. Sum staðarnavn nr. 20 skrivar hann: “Sørwaas Wand”, tað sama stendur á kortinum hjá honum frá sama árið. Á Generalstabs­ kortinum, teknað í 1900, stendur “Sørvágs Vatn”. Á korti frá 1943 stendur “Sørvágsvatn”. Skrivligu søguligu keldurnar Jens Christian Svabo skrivar í Indberetninger fra en Rejse udi Færøe 1781 – 1782 á fýra støðum (bls. 36, 78, 1114 og 1381) “Sørvaagsvand” ella Sørvágsvatn. Um grágæs sigur Svabo m.a. “Paa Sørvaagsvand i Vaagøen fangede man den fordum”. Um íslandsmása sigur hann m.a. “Den opholder sig i store Flokke især paa Sørvaags Vand”. Um niður­ løgd støð skriva hann m.a. “Der er en Slette ved den vestre Side af den søndre Ende ved Sørvaags Vand, som seer dejlig ud om Sommeren, og hvor Sørvaags­Mænd i ældre Tider skule have slaaet Græs.” Um staðlýsing skrivar hann m.a. “Sørvaags­Vatn imellem Midvaag og Sørvaag, som er den største Søe i Færøe, omtrent ½ Mil lang.” Jørgen Land prestur skrivar í bók síni “Færø­ erne” útgivin ár 1800 á bls. 41 um Vágar: “Her er 2 store ferske Vand, nemlig Sørvaagsvatn, mellem Midvaag og Sørvaag, der er den største Søe i Færøe, næsten 3/4 Miil lang, 1/8 Miil bred, og fra 16 til 23 Favne dyb”. Hammershaimb próstur (ættaður úr Sandavági) hevur um 1860 savnað staðarnøvn um allar Føroy­ ar, hann nýtir navnið Sør­ vágsvatn í staðarnøvnum fyri Vágar. Viðmerkjast kann, at Svabo, Landt og Hammers­ haimb verða vanliga nýttir sum viðurkendar álítandi søguligar keldur, sum ein ikki bara kann feia burt. Fleiri keldur úr Vágum Fekk eina grein upp í hendi nú ein dagin “Sørvágsvatn ella Leitisvatn?” sum Jákup Johansen sáli (1900 – 1976) úr Sørvági hevur skriva. Jákup byrjar grein­ ina soleiðis: “Í eini spurna­ kapping í barnaútvarpinum varð einaferð settur fram ein spurningur um, hvat mundi vera longsta vatn í Føroyum. Svarað varð, at tað var Leitisvatn, og spyrj­ arin svaraði, at tað var púra beint. Eg haldi ikki, at tað er so púra beint.” Í greinini nevnir Jákup m.a. dømini við Svabo, Landt og Ham­ mershaimb. Og leggur hin søgufróði Jákup afturat, at Jens Christinan Svabo hevur “traðka sína barna­ skógvar í Miðvági.” Hvør skal siga, tað er hagan Svabo hevur fingið navnið. Á grannastevnu í Mið­ vági ár 1900 stendur m.a. nevnt hetta í protokollini: “Aar 1900 den 19. Juli oprettedes paa Grande­ stævne i Bygden Midvaag følgende Vedtægter. 1. Først foretages Sagen om Anbringelse af en Rem­ baad fra Kjøndalseg til Sørvaagsvandet.” Aftur eitt dømi um, umframt tey eg nevndi í fyrru grein míni úr protokollunum hjá Vága sóknar kommunu, at eisini miðvingar í gamlari tíð róptu vatnið Sørvágsvatn. Niðurstøða Eg kundi sagt sum høvund­ in til Hebrearabrævið sigur í 11.32, tá hann tosar um trúarhetjurnar “Og hví skal eg tala longur? Tíðin mundi ikki rokkið til, um eg skuldi sagt frá...” Søguligu prógvini fyri navninum Sørvágsvatn eru ovurhonds og røkka aftur “til Arilds tid” sum danir plaga at siga. Navnið Leitisvatn røkkur aftur til 1898 og mangt bendir á, at tað er “uppfunnið” júst um tað mundið, men vinnur ikki frama í fyrstu atløgu, tað er heilt týðuligt. Í 1920­ unum, við Mikkjali á Ryggi sum flaggbera, kemur navnið fram aftur. Eldri sørvingar eg havi tosa við minnast seg ikki hava hoyrt tað so smátt nevnt á fólkamunni fyrr enn í tríatiárunum, og er tað helst so. Nøkur “facts” afturat um Sørvágsvatn sonni Jacobsen Tjóðpallur Føroya skipar fyri teatur­ og tónleikacafé á Meiarínum. Nýtt tiltak á Ólavsøku. Ólavsøkuaftan og Ólav­ søkudag kl. 22 verður verður høvi hjá fólki at fara á Café Grugg á Meiarí­ num, har borðreitt verður við góðum tónleiki og sjónleiki. ­ Hvíl beinini eina løtu, fá tær ein góðan kaffimunn og køku afturvið. Pallurin er eitt vertshús, eitt leygarkvøld í Havn ella kanska onkra aðrastaðni, har tey “skeivu” fólkini, sum annars verða biðin um at halda munn, koma til orðanna. Smáar søgur um kærleika, jalousi, vónloysi og lívsgleði, verða flættaðar saman við livandi tónleiki og sangi. Tey leikandi eru: Kristina Sørensen, Birita Mohr, Ria Tórgarð og Súsanna Tórgarð. Caféorkestrið er mann­ að av: Hans Paula Tórgarð, guitar, Bjarna Berg, klari­ nett og Rúnu á Heygum, sangarinnuni við tí eyð­ kendu røddini. Á repertoirinum hjá Caféorkestrinum eru klassikarar og evergreens úr m.a. rock, popp og countryheiminum. Innrættað café og staðið fyri ljósinum hevur ljós­ designarin Árni Baldvinsson. Spælt verður báðar ólavsøkudagarnir kl. 22. Atgongumerki fáast við dyrnar 1 tíma undan sýning. Vitja Café Grugg á Ólavsøku