Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 142 - 26. juli 2007 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Johanna Hansen, ættað av Strondum, búsitandi í Havn, andaðist á Landsjúkrahúsinum 22. juli, 66 ára gomul. Kistan kemur í Vesturkirkjuna hósdagin klokkan 18. Jarðarferðin verður fríggjadagin klokkan 14 úr Vesturkirkjuni. Kistan við Mikkjal Petur Elliassen fer úr kirkju­ garðskapellinum fríggjadagin 27. juli klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini. Andlát og jarðarferðir Tøkk Øllum teimum mongu, sum á ymiskan hátt mintust meg á mínum 80 ára føðingardegi takki eg hjartaliga Heilsan Palma Dal-Christiansen Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu, tá kæri pápi, verpápi og abbi okkara Rasmus Johannesen ættaður úr Mykinesi búsitandi í Havn andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prest og tykkum øll, ið hjálptu til. Tøkk fyri heilsanir, blómur og gávur til Vesturkirkjuna, og tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Katrina Maria (Trinemia), Jaspur og Janet Fríða Dagurin 27. juli. Marta. Eitt av systkinunum í Betániu; hon sum gjørdi sær stríð og ónáðir av mongum Í hesum døgum eru nógv ferðafólk í Føroyum, og tað kunnu vera sera eru ymsikar orsøkir til at tey eru her. Summi koma við einum serligum endamáli. Nakrar kvinnur úr ymisk­ um londum, sum hava hitt hvørja aðra í internetinum og eru limir í einum ”intern etbindilkubba”vóru her í sambandi við eina ferð í Orknoyggjum, Hetlandi og Føroyum, har tær m.a. vitj­ aðu heimavirkir og sóu hvussu ullin verður við­ gjørd í teimum ymisku lond­ unum. Ein amerikanari, Gregg A. Smith frá Indina í USA, er limur í felagsskapinum ”Traveler`s Century Club”, sum hevur til endamál at vitja øll heimsins lond. Tá hann var her, hevði hann verið í 167 londum. mg Bindiklubbi á internetinum Her eru ”netbindiklubbadamurnar” uttan fyri bygdahúsið í Hósvík, f.v.: Nance Tepaz, USA, Kathi Reyes, USA, Elizabeth Lovick, Orknoyggjar, Katherine Montgomery, USA, Helga Havksdóttir, Ísland og Janice Annel, Orknoyggjar Mynd: Tora Tourist Traffic Tíðindaskriv Í samband við ólavsøkuna verður ein listaframsýning í Listaglugganum í N. Finsensgøtu 25 í Havn. Listafólkini, ið sýna fram, umboða ein breiðan og týðandi part av føroysk­ ari, dygdargóðari myndlist. Tey eru Amariel Norðoy, Anker Mortensen, Eyðun av Reyni, Eli Smith, Gunnar Streymoy, Ingálvur av Reyni, Jógvan A. Skaale, Kári Svensson, Olivar við Neyst, Tórbjørn Olsen og Zacharias Heinesen. Meðan teir flestu málningarnir eru gjørdir til hesa framsýningina, eru eisini nakrir eldri málningar hjá Jógvani A. Skaale og Ingálvi av Reyni, sála, við á framsýningini. Framsýningin letur upp hósdagin 26. juli kl. 16.00. Fríggjadagin 27. juli er framsýningin opin kl. 14.00 – 17.00. Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er opið frá kl. 15.00 – 20.00. Annars verður gjørligt at síggja framsýningina til umleið miðjan august. Ólavsøkuframsýning í Listaglugganum Stóra myndaframsýningin av mill­ um­ og realskúlanæmingum hjá Jórunn Dánjalsdóttir læt upp í Kommunuskúlanum mánakvøldið 23. juli, og framsýningin er opin til og við sunnudagin 5. august. Opið er soleiðis: 24. til 31. juli kl. 15–20, 1. til 4. august kl. 10­ 20, og 5. august kl. 15­20. Realskúlafram­ sýningin 1916­66 Gregg A. Smith hevði vitjað í 167 londum, tá hann var í Føroyum. Her er hann á Norðoya Heimavirki í Klaksvík saman við Mariu Marsten Mynd: Tora Tourist Traffic Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra unnusta mín, okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Jóhanna Hansen ættað av Strondum, búsitandi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum 22. juli, 66 ára gomul. Kistan kemur í Vesturkirkjuna hóskvøldið 26. juli kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin 27. juli kl. 14.00. Familjunnar vegna Johnny Kári, Heidi og Sanna Internet Sosialur www.sosialurin.fo in