Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 142 - 26. juli 2007 Stutt Sagt Marknastríð Teir seinastu dagarnar hava Norðurkorea og Suðurkorea fundast um sjómarkið millum londini bæði, men í gjár var orðadrátturin á fundinum so harðligur, at norðurkor­ eanski samráðingarleið­ arin rúmdi úr gundar­ hølinum. Sambært tíð­ indastovunum var Kim Yong­Chol skortreyður av øði, tá hann fór á dyr. Suðurkorea vil varðveita tað sjómarkið, sum ST setti í fimmtiárunum, men Norðurkorea vil hava tað broytt. Í 2002 doyðu seks suðurkoreanar í einum samanbresti á markinum, og trý ár frammanundan doyðu fleiri norður­ koreanskir fiskimenn, tá suðurkoreonsk sjóverju­ skip skutu eftir skipi teirra. Nýggj herskip Bretska verjumálaráðið hevur gjørt av, at herflotin skal hava tveir nýggjar flogberar, sum ætlandi verða lidnir í 2014. Skipini verða 65.000 tons stór og næstan tríggjar ferðir størri enn teir tríggir flogberarnir, sum bretski herflotin hevur í dag, og sum vórðu bygdir seint í sjeytiárunum og fyrst í áttatiárunum. Men tey nýggju skipini eru dýr. Sambært verjumálaráð­ harranum, Des Browne, fara tey at kosta 44 mia. krónur. Gloyma vestin Trygdarráðið hjá teimum donsku stuttleikasiglaru­ num ger nú vart við, at alt ov nógv fólk gloyma at lata seg í bjargingarvest, tá tey fara í bát. Tað er annars ikki lógarkrav at vera í bjargingarvesti. Fyri nøkrum døgum síðani kannaði løgreglan á Fyn 128 stuttleikabátar, og tað vísti seg, at 20 prosent av bátunum høvdu ikki ta kravdu trygdarút­ gerðina. Higartil í ár eru 22 fólk druknað í Danmark. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Amerikanararnir hava ikki hildið lyftið um at lata trygdardeildum okkara neyðuga útgerð (irakska stjórnin) útlond Taleban hevur ikki avrættað teir 22 suðurkoreonsku gíslarnar, hóast freistin er farin ­ Eg havi sitið uppi alla nátt. Hevði Taleban havt skotið gíslarnar, hevði eg vitað tað, sigur afghanski generalurin Ali Shah Ahmadzai. Generalurin er ovasti fyri løgregluni í Ghazari­lands­ lutinum, har Taleban burturflutti 23 suður­ koreanar fyri átta døgum síðani. Síðani hevur løg­ reglan kringsett staðið, har burturflytararnir fjala teir 23 gíslarnar. Gjáramorgunin skutu burturflytararnir ein av gíslunum, og seinni varð líkið av honum funnið. Sambært løgreglumonnu­ num, sum funnu líkið, var maðurin skotin fleiri ferðir. Samstundis kunngjørdi Taleban, at ein av gíslunum var avrættaður. ­ Eftir sum umsitingin í Kabul ikki er gingin kravi okkara um at lata felagar okkara leysar á møti, hava vit avrættað ein av gíslunum, stóð í kunngerðini frá Taleban. Forsetin varin Afghanski forsetin, Hamid Karzai, hevur sagt, at myndugleikarnir fara ikki at eftirlíka kravinum frá burturflytarunum. Tað gjørdi stjórnin fyri einum hálvum ári síðani, tá nakrir fangar vórðu latnir leysir í býti við ein italskan tíðindamann. Tá var Hamid Karzai fyri hvøssum at­ finningum, og fleiri vildu vera við, at avgerð hansara at slaka fyri Taleban fór at elva til fleiri burtur­ flytingar. Tað, sum nú er hent teimum 23 suðurkorean­ unum, bendir á, at tey atfinningarsomu fingu rætt. Sambært afghonsku mynd­ ugleikunum hava leiðarar í lokalum ættarbólkum roynt at fáa Taleban at lata gíslarnar leysar, men til fánýtis. Afghonsku myndugleik­ arnir halda, at umleið 70 Taleban­limir halda vakt uppi yvir gíslunum. Freistin hjá Taleban rann út í morgun, men hildið verður, at gíslarnir eru á lívi enn Tey eru á lívi enn Sambært Humas Rights Watch eru minst 20 fangar myrdir í fongslum í Rwanda tað seinasta hálvárið ­ Í fleiri førum er talan um beinleiðis avrættingar, sigur Human Rights Warch, sum krevur, at ein óheft kanning verður sett í verk alt fyri eitt. Alison Des Forges, sum er ráðgevi á afrikonsku deildini hjá mannarættindaf elagsskapinum, sigur, at myndugleikarnir í Rwanda siga seg arbeiða við at skipa landið sum eitt demokratiskt rættarsamfelag, men taqð skal ikki gerast við at beina fyri fangum, sigur hon. Sambært tíðindastovuni NTB hevur løgreglan í Rwanda viðgingið drápini, men sigur, at fangarnir royndu at flýggja, og at løgreglumenninir skutu eftir teimum fyri at fáa teir at steðga. Hesari frágreið­ ingini hevur Human Rights Watch ikki álit á. Felags­ skapurin sigur tvørturímóti, at hann hevur prógv fyri, at talan var um morð og beinleiðis avrættingar. Løgreglan drepur fangarnar