hósdagur 26. juli 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 142 - 26. juli 2007 ]
Holst
skoraði
í Odense
Føroyski framherjin
stóð fyri søguliga
málinum, tá Lyngby
fyri fyrstu ferð síð
ani húsagangin í
2001 fekk mál og
stig í donsku super
liguni
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Christian
Lamhauge
Holst skeyt sítt fyrsta
superligumál, tá Lyng
by í gjárkvøldið vitjaði
í Odense. Holst fekk
annars eisini bóltin í
netið sunnudagin, tá
Lyngby tapti 03 fyri
Randers, men ta ferðina
varð málið tó kolldømt.
Tað varð tað tó ikki eft
ir bara 10 minuttum í
Ådalen. Lyngby byrjaði
við góðum trýsti móti
OB, og teir høvdu eisini
møguleikar at økja um
leiðsluna, tó at hetta
varð av ongum.
Sum dysturin leið,
kom OB alt betri við í
dystin. Og tað var eisini
uppiborið, at innskifti
Mads Timm eitt korter
inn í seinna hálvleik
kundi javna.
Seinastu løtuna átti
OB alla sum hon var.
Men fríspark varð dømt
móti David Nielsen, tá
hesin helt seg hava stút
að sigursmálið í kassin,
og í yvirtíðini hevði
Jonas Borring gyltan
møguleika at fáa fatur
á øllum stigunum.
Tað fekk OB tó ikki,
og so hevur Lyngby
fingi ðsíni fyrstu super
ligustig, síðani felagið
fór á húsagang fyri seks
árum síðani.
Christian Lamhauge
Holst heldur fram við
góðu avrikunum fyri
Lyngby
Mynd: Polfoto
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Vit kunnu ikki siga, at Rasmussen snýtti. Men hansara
forsømilsir og lygnir kundu ikki verjast meira
Michel Proudhomme, stjóri fyri Tour de France
Rabobank valdi í
nátt at senda Michael
Rasmussen heim.
Danin, sum hevur
súkklað í gulum
seinastu dagarnar
er enn ikki tikin
fyri doping, men
lygnirnar gjørdust ov
stórar, og tað kostaði
Súkkling
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eg skilji nú, hvussu Lance
Armstrong hevur havt tað
teir mongu dagarnir, sum
hann súkklaði í gulum. Og
mín virðing fyri honum
økist fyri hvønn dag.
Soleiðis fullu orðini, tá
Michael Rasmussen kom á
mál mikudagin, tá hann í
imponerandi stíli trampaði
einsmallur niðan eftir Col
d’Abisque. Talan var um
seinastu veruligu fjallaetap
una á Tour’inum, og við at
fara einsamallur um málið
staðfesti
Rasmussen,
at
hann í ár var tann sterkasti
av øllum í Tour de France.
Enn er ein einkultstartur
eftir í kappingini, men mun
urin niður til næstu súkklar
arnar var nú somikið stórur,
eingin mundi ivast í, at Ras
mussen eisini stóð í gulum,
tá súkklararnir skuldu upp
á pallin við Champs Ellys
ses.
Leyg um Mexico-ferð
Orðini hjá Michael Rasmus
sen eftir sigurin skuldu
síggjast sum ein reaktión
upp
upplivingina,
sum
áskoðararnir góvu honum á
veg niðan eftir legendariska
tindinum. Tí talan var als
ikki um klapp og eggjandi
róp. Tvørturímóti ýldu og
bríkslaðu
áskoðararnir.
Kanska tí temum ikki dám
ar, at ein ikkifraklendingur
súkklar í gulum – tað hevur
verið sæð fyrr. Men helst
eisini tí fáur mundi trúgva,
at Rasmussen var reinur.
Dopingákærurnar hava
støðugt fokið um høvdið á
dananum, sum fýra ferðir
hevur »gloymt« fráboðanar
skyldu sína mótvegis dop
ingeftirlitinum. Og hóast
hann ikki er testaður posi
tivur, so fingu ákoyringarnar
eyka ferð, tá ein fyrrverandi
kenningur greiddi frá, at
danin á sinni hevði roynt at
fingið seg at smugla okkurt
slag av heilivági til Italiu.
Fyri leiðsluna í Rabobank
var tað tó vantandi fráboð
anirnar, sum fingu bikarið
at flóta yvir. Rasmussen
hevur støðugt sag, at við
seinastu av teimum fýra
hendingunum var hann í
Mexico, men hetta var tó
ikki heilt satt. Herfyri segði
fyrrverandi súkklarin og
núverandi sjónvarpsfrásøgu
maðurin, Davide Cassani,
at hann hevði hitt Rasmus
sen í Italia ein av døgunum,
sum hesin annars skuldi
havt verið í Mexico. Sjálvur
vísti Rasmussen hesum aft
ur, men sum skilst, so hevur
hann tó váttað fyri stjóran
um hjá Rabobank, The de
Rooy, at hetta var satt.
Og so høvdu Rooy og
hansara fólk fingið nóg mik
ið. Í nátt varð Michael Ras
mussen strikaður av luttak
aralistanum hjá liðnum.
Ein læra fyri
framtíðina
Eingin ivi er um, at skelkur
in um hendingina fer at
senda sínar ristingar gjøg
num altjóða súkkluítróttina.
Men í løtunum eftir, at
avgerðin hjá Rabobank var
greið, var talan um rósur
frá leiðandi persónunum.
Christian
Proudhomme
hevur fleiri ferðir verið
atfinningarsamur mótvegis
Rasmussen, og tó at hann
ikki staðfestir nakra doping
misnýtslu, so tóktist hann
fegin um avgerðina.
Vit kunnu ikki siga, at
Rasmussen
snýtti.
Men
hansara forsømilsir og lygn
ir kundu ikki verjast meira,
segði Proudhomme við AP.
Og forsetin fyri altjóða
súkklusambandið,
Pat
McQuaid, var ikki ósamdur
í hesum.
Eg kann bert taka undir
við hesum. Tað er ein poli
tikkur, sum prógvar, at vit
hava ikki tolsemi mótvegis
doping, og vónandi kann
hetta vera ein læra fyri fram
tíðina, segði hann á tíðinda
fundinum.
Lygnin sendi gulu
troyggjuna heim
Tað líktist enn einum sigri til danska súkkluítrótt, tá
Michael Rasmussen í fjár var fyrsti súkklarin um Col
d’Abisque. Ístaðin gjørdist talan um enn eina gølu, eins
og tað var, tá Bjarne Riis fyrr í ár viðgekk, at hann hevði
nýtt EPO, tá sigurin í 1996 varð súkklaður heim
Mynd: Polfoto/AP